aðurin í sjálvstýrismálum má síggja í eyguni, at hansara fullveldisætlan er farin á bláman og tíðin er komin at skifta kós. Hann eigur at síggja í eyguni, at tað eru aðrir flokkar og persónar í samgonguni [...] ímeðan fólk og land bløðir. Almennir stovnar hava brúk fyri íløgum, fólkið hevur brúk fyri skattalætta, osfr. Tað má og skal loysa seg at arbeiða í hesum landinum ella kann alt gera tað sama. Og at dýggja [...] Framtíðarstøða er ikki nakað, sum man spælir við. Framtíðarstøða føroyinga ei heldur ikki ein spurningur um at tora ella ikki tora ? ella um at verða loysingarmaður ella sambandsmaður. Fyri mær er framtíð
sostatt er hann eisini limur í samgonguni. Og hann er grundleggjandi ósamdur í teirri raðfesting, sum samgongan hevur gjørt í sambandi við tunlar í Føroyum. Í Sosialinum fyrr í vikuni greiddu vit frá, at [...] forkanningar í sambandi við tunnil til Dals og í sambandi við tunnil til Viðareiðis. Bjarni Djurholm greiddi eisini frá, at tá ið Hovstunnilin í Suðuroy verður liðugur um eini tvey ár, skal farast undir [...] hvørki í Dali ella í Viðareiði. ? Hinvegin eru forkanningar gjørdar í sambandi við tunnil til Tjørnuvíkar og tær kanningarnar eru lidnar. Hetta er ein tunnil, sum politiskt hevur verið frammi í fleiri
seinni hjá døunum í danska statinum, um lagað skal verða fyri starvi. Nú haldi eg, at eg eftir minni havi viðmerkt tað mest ella alt av tí, ið stóð í stutta stubbanum í Dimmalætting stutt inn í desember síðsta [...] hetta, at eg skal hava skrivað í greinunum, at summir føroyingar síggja niður á aðrar orsakað av politiskari støðutakan á hvør sínari síðu í loysingarmálinum. Tað ljóðar sum um tað er í tí smáa í dagligdegnum [...] seinasta ivist eg í er vent til mín, møguliga tjóðveldispolitikkarar. Eg helt annars, at ongin grund var til at ivast í at skrivarin er á loysingarsíðu. Eg haldi meg ikki hava sagt nakrastaðni í greinunum, at
royna at fáa hana inn í eitt heilt nýtt spor. Tað gerst ikki í einum, men tað kann gerast fyri teir partar av fiskivinnuni, sum ikki longu eru heilt uttan fyri landsins ræði. Fordømi í landbúnaðinum Føroysk [...] landskassin skal hava inntøku av felagsognini, vera nærri sannleikanum, heldur Kjartan Kristiansen Kjakið í Føroyum um tilfeingisrentu og gjald fyri kvotur tykist ikki detta burtur. Tað er ikki eiti á tí [...] lønsemið í føroyskum fiskiskapi. Summir vilja, at landsstýrið skal standa fyri slíkari sølu, meðan aðrir halda, at skipað átti at verið fyri einum kvotabanka, óheftur av politikarunum. Tað kann ikki bara vera
okkurt skeivt skal gerast í framtíðini. Hetta er ein ónd ringrás og tað elvir til rot í okkara skipan. Tað sum hendi fyri 12 árum síðani snúði seg í stóran mun um innanhýsis stríð og misálit í einum flokki [...] Maktarinnar freisting Vaclav Havel sat í fongsli í 19 ár fyri at mótmæla kommunistiska stýrinum í Tjekkoslovakia. Men seinni bleiv hann sjálvur stjórnarleiðari í sama landi. Og tá hann sjálvur hevði maktina [...] Annika gjørdi mikukvøldið, gjørdi hon sum umboð fyri fólkaræði. Í fólksins navni breyt hon eina undirskrivaða avtalu. Tað skal hon ikki turka upp á onnur. Tað skal hon standa við. Annika brúkar eina skeiva gerð
lágt religiónskjakið er í Føroyum í dag. Vit eru á einum støðið, har fólk ikki enn tora at traðka fram og siga, at tey ikki trúgva uppá Gud. Darwin er eitt av ljótastu banniorðum í Føroyum. Summi halda at [...] kjaki um hetta. Onkur kann so svara at ikki øll møtir eru so og so, og ikki allar legur eru so og so, og ikki allar religiónir eru so og so, ikki allir leiðarar eru so og so, osv, osv. (rættiliga vanlig [...] sum á miðjari nátt eru leidd inn í eitt kamar við einum ungdómsleiðara, sum hevur sett sær fyri at ræða hetta barnið til at umvenda seg, td. við at siga: ”Um tú ikki vendir um og tekur ímóti Jesusi beinan
soleiðis at ferðafólk ikki kunnu føra fram, at føroyingar og ferðafólk í Føroyum, sum ikki boða frá grind, fremja lógarbrot, heldur Ferðavinnufelagið í viðmerking til viðgerðina í Løgtinginum. Í Ferðaráðnum halda [...] minkar eina helvt í ár, tí fleiri ferðafólkaskip vilja ikki koma til Føroyar av tí at fráboðanarskylda er í lógini. Og vit meta ikki, at tað er nokk av avtaka revsingina, sigur Ferðaráðið í eini viðmerking [...] sera óheppið at tvinga útlendingar upp í grindadráp í Føroyum. Tað halda ferðavinnumyndugleikarnir í Føroyum. Men tað er nettupp hetta sum hendir, tá ið tað stendur í lógini, at øll, sum síggja eina grind
manøvrerað, so sleppa danir ikki undan í minsta lagi tvær ferðir at spæla bæði í vikuskiftinum og mitt í viku. Ov tættir Tað hevur verið undrast á, at tað ikki bar umboðum fyri tey fimm fótbóltssambondini [...] sveitsarar, walisarar og umboð fyri Hvítarussland vóru gestir í Róm í síðstu viku við tí fyri eyga at fáa lagt kappingina til rættis. Samráðingarnar vardu í seks tímar, men so var einki annað at gera uttan [...] Hjá føroyingum og hinum í bólki níggju í EM undankappingini gekk sum eftir ánni, tá skráin fyri teir tríati dystirnar skuldi leggjast. Soleiðis gekk tað als ikki, tá italiumenn vóru vertir, og danir,
felagið ger arbeiðið fyri Tórshavnar Kommunu. Ætlan kommununnar er, at grótbrotið skal fyllast út á leið eina húsahædd undir verandi veghædd. Síðan skal økið leggjast út til ídnaðarøki í leingjan av verandi [...] inni á Sandvíkahjalla. Tá holið er fylt, skal skráin niðan fyri, sum vendir oman móti høvuðsvegnum, hampast, og ivaleyst verður grasfræ sátt í eisini. Tað skal nógv tilfar til at fylla eitt grótbrot uppaftur [...] stórt øki aftan fyri bilverkstaðið hjá Reyni Service í Hoyvík. Har var vorðið rættiliga trongligt, og brúk var fyri meira parkeringsøki. Loysnin var at spreingja burtur úr klettinum aftan fyri bygningarnar
handilsvøra, ella ikki. Les eisini: Skal grind seljast í handlum, ella ikki? Hans Jacob Hermansen sigur, at spurningurin um grind skal vera handilsvøra, ella ikki, verður javnan settur í Grindamannafelagnum. [...] okakjøt, hósnarungar og hvat tað skal vera. Hann dugir ikki at síggja nakað skeivt í, at grind er handilsvøra og verður seld í handlum. Men hann heldur kortini ikki, at grind eigur at verða ídnaðarframleiðsla [...] at fáa til keyps í handlum, er grind frá monnum, sum hava skyldu at leggja arbeiðið til viks fyri at vera við í drápinum, og at taka upp. Hann vísir eisini á, at tað eru eisini fólk í samfelagnum, sum