Ikki javnbjóðissettir

Stutt fyri jól stóð eitt svar ella ein viðmerking til eina grein av mær í Oyggjatíðindi 1. desember 1999. Tað var endurgáva av fyrstu av 6 smástyttum og smávegisbroyttum greinum, sum staðið hava í Dagblaðnum frá februar/mars 1995 og framhaldandi, 28 íalt, í Oyggjatíðindum til fyri tveimum árum síðani.

Stutt fyri jól stóð eitt svar ella ein viðmerking til eina grein av mær í Oyggjatíðindi 1. desember 1999. Tað var endurgáva av fyrstu av 6 smástyttum og smávegisbroyttum greinum, sum staðið hava í Dagblaðnum frá februar/mars 1995 og framhaldandi, 28 íalt, í Oyggjatíðindum til fyri tveimum árum síðani.

Trúgvi F. Guttesen sigur, at eg eri yrkymlaður um ríkisfelagsskapsmálið sum hann væl skilir, leggur hann aftrat, og at eg vil hava sambandskar, dansk sinnaðar føroyingar at flyta niður aftaná eitt fullveldi. Hetta seinasta ivist eg í er vent til mín, møguliga tjóðveldispolitikkarar. Eg helt annars, at ongin grund var til at ivast í at skrivarin er á loysingarsíðu. Eg haldi meg ikki hava sagt nakrastaðni í greinunum, at sambandskir føroyingar skulu flyta niður aftaná fullveldi, heldur ikki lagt upp til tað. Her skal eg leggja aftrat, at sjálvandi hava føroyingar, sum hava føroyskan bústaðarrætt somu rættindi, tí statsborgararætturin, ein skal til at tosa um, er danskur enn. Ongin serstakur føroyskur statur er.

Trúgvi F. Guttesen nevnir so eitt uppskot um samríki við Danmark í sama viðfangi, sum tosið um ørkymlanina um ríkisrættarligu viðurskiftini, so hann kemur næstan at siga, at eg skuldi kunnað tikið undir við tí. Tað geri eg ikki. Í uppskotinum, Sambandsflokkurin arbeiðir við nú, um Samríki, er onki nýtt hent frá støðuni frammanundan eins og í ríkisfelagsskapsuppskotinum hjá J. Eidesgaard fyri Javnaðarflokkin undir navninum Sjálvstýri. Hvørki brýtur við ríkisfelagsskapin, sum hann higartil er kendur. Hetta er eisini trupult, tí gera tey tað, skal sambandsflokkurin næstan til at upploysa seg sjálvan. Javnaðarflokkurin skal til at taka frástøðu frá fyrru søgu síni, tí undir krígnum, serliga í 1946 og stovna flokkin á nýggjum grundarlagi.

Eisini sigur Trúgvi F. Guttesen, skilt við hetta, at eg skal hava skrivað í greinunum, at summir føroyingar síggja niður á aðrar orsakað av politiskari støðutakan á hvør sínari síðu í loysingarmálinum. Tað ljóðar sum um tað er í tí smáa í dagligdegnum, sum eg ikki minnist meg hava sagt, og er egnað til at láturliggera trupulleikan. Eg nevni hetta helst í samband við starvseting í tí almenna og alment líknandi størvum, har so nógv er goldið úr Danmark, so støðan til tað landið illa er undankomandi at hava týdning. Tað er ikki so nógv at síggja niður á sum at vit ikki eru javnbjóðissettir har. Skúlin er í flestu førum í Keypmannahavn ella Áarósa og øðrum býum niðri. Samskiftið har endar fyrr ella seinni hjá døunum í danska statinum, um lagað skal verða fyri starvi.

Nú haldi eg, at eg eftir minni havi viðmerkt tað mest ella alt av tí, ið stóð í stutta stubbanum í Dimmalætting stutt inn í desember síðsta ár, endurtikið á síðu 2 í Sosialinum fáar dagar seinni.


Keypmannahavn

27. mars 2000

Mannbjørn J. Jacobsen