"Ja, eg stjali - men tað gera onnur eisini". Hetta er logikkurin hjá Anniku Olsen - og hann elvir til rot í okkara politisku skipan
Sjúrður Skaale
(Røða hildin á mótmælistiltaki á Vaglinum 13. november).
Ein kristilig samkoma skal ikki vera ein sýnisgluggi, har perfekt menniskju verða víst fram. Tað skal vera eitt stað, har menniskju, sum aftur og aftur snáva, koma at leita sær styrki til at finna inn aftur á ta kós, tey fegin vilja halda í lívinum.
Nakað soleiðis greiddi leiðarin av eini samkomu í Havn mær einaferð frá síni hugsan.
Trupulleikin hjá okkum menniskjum er jú, at vit – sum Paulus sigur – ofta ikki gera tað góða, sum vit vilja, men illa, sum vit ikki vilja.
Prestar og leiðarar í samkomum eru sanniliga heldur ikki perfektir fyri tað, um teir seta orð á, hvat er skeivt og hvat er rætt.
Men um eingin uttan tey feilfríu skal kunna tosa um hetta – so kann eingin tosa um tað yvirhøvur. Og tað ber jú ikki til.
Akkurát tað sama er galdandi í politikki. Vissi bara teir politikarar, sum hava gullreinar hendur, skulu kunna tosa um politiskan moral og etikk – so kunnu fáir gera tað. Men tað má altso gerast.
So tá eg standi her í dag, so er tað ikki tí at mínar hendur eru reinar. Tað vita tey, sum hava lisið mína nýggju bók.
Eg standi her tí eg haldi tað hevði verið ússaligt at borið seg undan, tá fólk heita á meg sum fólkavaldan at tosa um tað, sum er hent á Vaglinum farnu dagarnar.
Tí sannleikin er, at makt korrumperar fólk. Tað er ikki bara nakað mann sigur – tað er soleiðis. Og tá tit veljarar biðja okkum politikarar fyrihalda okkum til tað, so mugu vit gera tað. Hóast tað kann svíða hjá bæði okkum sjálvum og okkara kollegum.
Maktarinnar freisting
Vaclav Havel sat í fongsli í 19 ár fyri at mótmæla kommunistiska stýrinum í Tjekkoslovakia.
Men seinni bleiv hann sjálvur stjórnarleiðari í sama landi. Og tá hann sjálvur hevði maktina skilti hann betur tey fólkini, hann hevði stríðst ímóti sum ungur.
Tí tá kendi hann sjálvur, at maktarinnar freisting er so stór, at sjálvt tey bestu kunnu falla fyri henni.
Nøkur fólk, segði hann, vilja vera politikarar tí tey vilja kenna seg týdningarmikil. Vilja uppliva hetta at tá tey meina ella siga okkurt, so er tað tað, sum setir dagsskránna í miðlunum. Og so mugu øll onnur taka støðu til tað.
Onnur vilja verða politikarar tí tey vilja hava góða løn, møguleikar at ferðast og njóta aðrar materiellar ágóðar.
Men tað eru eisini nøkur, sum fara uppí politikk, tí tey vilja gera nakað gott fyri landið og felagsskapin. Hesi byrja hugagóð og idealistisk – men tann søta maktin freistar. At kenna seg týdningarmiklan dregur. Materiellu ágóðarnir lokka. Sjálvur kampurin um maktina hugtekur.
Hesi fólk mugu hava ein serliga sterkan moral, sigur Vaclav Havel, tí annars verða tey drigin inn í hetta spælið, til tey at enda verða stýrd av nøkrum heilt øðrum enn tí, sum tey upprunaliga ætlaðu.
Glasururin fór av
Maktin freistar øll okkum, sum eru í politikki. Tað kann skjótt koma rot í skipanina. Og tí er tað gott, at tit – veljararnir – við einum tiltaki sum hesum tvinga okkum til at fyrihalda okkum til tað.
Formliga er einki skeivt hent í Havn farnu vikuna. Tann, sum hevur meirilutan í einum fólkaræði, hevur valdið. Soleiðis er tað. Annika Olsen hevur skift hest, og hevur nú seks stuðlar í býráðnum. Hon verður borgarstjóri 1. januar – og hon hevur einki ólógligt gjørt.
Men politiskur rotinskapur er ikki altíð ólógligur. Alt tað, sum verður gjørt í politikki, verður gjørt í fólksins navni og fólksins vegna. Tí eru krøvini til okkum politikarar annað og meira enn, at vit skulu halda lógina.
Vit mugu til dømis altíð standa við okkara avgerðir og taka ábyrgd av teimum.
Tað gera vit ikki altíð – og tað gjørdi Annika Olsen ikki, tá hon mikukvøldið skákaði sær undan ábyrgd við at siga, at nakað líknandi sum tað, hon gjørdi í ár, eisini bleiv gjørt fyri 12 árum síðani. Tað er sum at siga ”ja, eg stjali – men tað hava onnur eisini gjørt”.
Tað, sum Annika gjørdi mikukvøldið, gjørdi hon sum umboð fyri fólkaræði. Í fólksins navni breyt hon eina undirskrivaða avtalu. Tað skal hon ikki turka upp á onnur. Tað skal hon standa við.
Annika brúkar eina skeiva gerð sum fyrimynd. Og nú kunnu onnur so brúka Anniku sum fyrimynd, tá okkurt skeivt skal gerast í framtíðini. Hetta er ein ónd ringrás og tað elvir til rot í okkara skipan.
Tað sum hendi fyri 12 árum síðani snúði seg í stóran mun um innanhýsis stríð og misálit í einum flokki – men tað var sanniliga ikki rætt fyri tað.
Tá misti Jan Christiansen borgarstjórasessin. Hann var í øðini og við segði við sjónvarpið at tað, sum Heðin Mortensen gjørdi, var ”skelkandi”.
Men tað passaði ikki. Jan Christiansen heldur tað IKKI vera skeivt at bróta eina undirskrivaða avtalu.
Tí sambært Jan gjørdi Annika mikukvøldið akkurát tað sama sum tað, Heðin gjørdi fyri 12 árum síðani. Og nú sóu vit í sjónvarpinum ein stórsmílandi Jan Christiansen klemma Anniku Olsen og ynskja henni tillukku við tí, hon júst hevði gjørt.
Prinsippini eru altso ikki tað avgerandi fyri Jan Christiansen. Í 2004 var tað maktin – og í 2016 var tað kanska eisini hevndin.
Viðhvørt er tað soleiðis í politikki, at idealini um reinføri og virðiligan atburð bara eru ein tunnur glasurur uttan á tí eirindaleysa stríðnum um makt.
Tann glasururin fór av, tá allir føroyingar sóu Jan klemma Anniku fyri at hava gjørt nakað, sum hann fyri 12 árum síðani helt vera skelkandi.
”Hetta er politikkur”
Tað er eisini at sleppa sær undan persónligari ábyrgd, tá Annika roynir at sópa kritikkin av borðinum við at siga: "Hetta er politikkur".
Nei, hetta ER ikki politikkur. Eingin gerð ER politikkur. Politikkur er tað, sum vit gera hann til.
Obama ger politikk til eitt. Donald Trump ger politikk til nakað annað. Og Annika Olsen ger politikk til tað, sum hon heldur, at politikkur skal vera.
At bróta skrivligar avtalur ER ikki politikkur – tað er Annikusa politikkur.
Í vinnulívinum kann tað hava endurgjaldskrav við sær, um ein avtala – sjálvt ein munnlig avtala – verður brotin. Boðini frá Anniku Olsen eru, at í politikki skal standardurin vera lægri enn aðrastaðni í samfelagnum. At reglan um at eitt orð er eitt orð ikki er galdandi fyri tey, sum umboða landsins fólkaræðið.
Slíkur hugburður elvir til rot í okkara skipan.
Lítil minniluti fær maktina
Ein annar trupulleiki við tí, sum er hent farnu vikuna er, at fólk ikki fáa tað, sum tey valdu.
Vit sleppa ikki at velja borgarstjóra beinleiðis – men vit gera tað óbeinleiðis.
Og vit kunnu spyrja okkum sjálv hvønn fólkið valdi á óbeinleiðis borgarstjóravalinum týsdagin.
Var tað Anniku Olsen, sum fekk góðar 300 atkvøður, og hvørs flokkur fekk 13,6 % av atkvøðunum?
Ella var tað Heðin Mortensen, sum fekk yvir 2500 atkvøður, hvørs flokkur fekk 39,2 % av atkvøðunum og hvørs samgonga fekk 63,2 % av atkvøðunum?
Eitt valúrslit kann altíð tulkast ymiskar vegir – men her er ikki so nógvur ivi: Havnaborgarar valdu Heðin – men fingu Anniku.
Býráðsumboðini hjá Tjóðveldi og Framsókn hava gjørt Anniku til borgarstjóra. Tað hava tey fullan rætt til.
Men mundu teir veljarar, sum týsdagin valdu Tjóðveldi, ynskja sær Anniku? Neyvan. Mundu tey, sum valdu Framsókn, ynskja sær Anniku? Heilt víst ikki.
Annika Olsen hevur ikki demokratiskan legimitet sum borgarstjóri millum veljararnar í Havn.
Og tað veit eg eina konu, sum er samd í. Tann konan segði við sjónvarpið mikudagin, at ”tað er eingin ivi um, at sitandi borgarstjóri hevur fingið eina dygga álitisváttan frá veljarunum. Tað er demokratiið sum hevur talað, og tað haldi eg eisini at mann skal virða”.
Konan, sum segði tað, eitur Annika Olsen. Sambært hennara egnu orðum virðir hon nú ikki demokratiið.
Øðrvísi val
Okkara fólkaræði hevur eina imponerandi undirtøku, og týsdagin vóru nærum 80 % á vali. Men tá fólk ikki fáa tað, tey velja, so máa vit støðið undan sjálvum fólkaræðinum – tí hví skulu fólk velja, tá teirra val ikki verður virt?
Tað er alneyðugt, at vit øll – veljarar, journalistar og politikarar – tosa opið um rotinskapin, tí tá rotinskapur fær frið, so breiðir hann seg.
Men tá maktin freistar fara summir politikarar so langt, sum skipanin loyvir teimum. Og tá vit aftur og aftur uppliva hesi kongamorðini á Vaglinum, so má skipanin broytast.
Hetta er aðru ferð, at Tjóðveldi kemur í samgongu, tí ein undirskrift er annulerað. Javnaðarflokkurin hevur einaferð fingið ágóðan av tí. Fólkaflokkurin ger tað hesaferð - og Framsókn byrjar sítt fyrsta skeið í Vaglinum upp á hendan mátan.
Kanska áttu allir flokkar nú at ásanna, at hetta ikki ber til, og at skipanin má broytast.
Eg skal til endans seta fram nøkur uppskot um tað:
Fyri tað fyrsta áttu vit at fingið eina skipan, har veljarin hevði størri ávirkan á, hvør skal verða borgarstjóri. Hann er jú fremsta umboðið fyri kommununa. Hann hevur nógv tað mesta valdið. Hann er okkara andlit út eftir. Sjálvandi skal borgarin sleppa at velja hetta andlit sjálvur.
Vit kundu havt beinleiðis borgarstjóraval. Ella vit kundu sagt, at størsti flokkur í meirilutanum altíð eigur borgarstjóran. Ella vit kundu eisini styrkt demokratiska eftirlitið við at givið býráðnum heimild at koppa borgarstjóranum mitt í valskeiðnum, so hann ikki fært so nógv vald.
Einki dupultmandat
Okkurt bendir á, at stríðið um valdið í Havn kann fáa avleiðingar fyri samstarvið á Løgtingi. ”Soleiðis er politikkur”, hevur Heðin Mortensen sagt.
Men aftur her: Nei – soleiðis ER politikkur ikki. Men hetta kann hann verða gjørdur til. Og tað er ikki í lagi!
Øll skilja væl, at Heðin er frustreraður. Hann og Javnaðarflokkurin og samgongan vunnu jú valið í Havn – men taptu maktina á Vaglinum.
Tað sigst at onkur landspolitikari, sum einki hevur við býráðið at gera, var uppi í hesum spælinum, sum endaði við, at ein persónur bleiv borgarstjóri, sum fólkið als ikki hevði biðið um.
Tað kann ikki annað enn koma bland í, tá fleiri landspolitikarar sita og telvað um valdið í Havn á hendan hátt – summir valdir í býráðið; aðrir ikki. Tá persónarnir eru teir somu, verður stríðið av sær sjálvum ført inn í løgtingið - og har hoyrir tað ikki heima. Løgtingið er ein annar myndugleiki – og nógv fólk velja jú als ikki sama flokk til løgting og býráð.
Her eiga vit at broyta skipanina við at seta eitt hægri skott millum býráðið og løgtingi. Vit kunnu til dømis gera tað ómøguligt at vera løgtingslimur og borgarstjóri í eini stórari kommunu samstundis.
Taka vit avleiðingarnar av tí sum er hent og broyta skipanina, kemur ið hvussu er okkurt gott burtur úr tí lítið virðiliga rokinum farnu vikuna.
Skal taka ábyrgd
Men sjálvt um tað, sum okkara komandi borgarstjóri hevur gjørt, ber til innan verandi karmar – so er tað ikki rætt.
Annika Olsen veit sjálv, at tráanin eftir valdinum fekk hana at seta fólksins vilja til viks.
Tað kunnu øll vit, sum eru í politikki, freistast til at gera.
Men eingin sum ger tað, skal kunna skáka sær undan ábyrgdini við at siga, at ”tað er hent fyrr” ella at ”hetta er politikkur”.
At snýta veljararnar í Havn og at bróta eina avtalu var tað, sum Annika Olsen gjørdi politikk til, tá hon fall fyri maktarinnar freisting.
Tað er ikki ólógligt. Og hon verður borgarstjóri. Men tað skapar rot í okkara skipan - og teirri ábyrgdini skal Annika ikki renna frá.










