Hví er tað illavorðið at grind er handilsvøra, tá ið alt annað kjøt er handilsvøra?
Tað er Hans Jacob Hermansen, nevndarlimur í Grindamannafelagnum, og íðin grindamaður, sum setir spurningin.
Sum vit nevndu fyri løtu síðani, heldur Gutti Winther, kokkur, at vit eiga at taka kjakið upp, um grind skal vera handilsvøra, ella ikki.
Les eisini: Skal grind seljast í handlum, ella ikki?
Hans Jacob Hermansen sigur, at spurningurin um grind skal vera handilsvøra, ella ikki, verður javnan settur í Grindamannafelagnum. Og hann heldur, at tað er fínasta slag, at spurningurin verður tikin upp.
Men hann sigur, at eftir hansara tykki er at tað er ein spurningur um, hví tað er verri at grind er handilsvøra, tá ið alt annað kjøt er handilsvøra, bæði seyðakjøt, okakjøt, hósnarungar og hvat tað skal vera.
Hann dugir ikki at síggja nakað skeivt í, at grind er handilsvøra og verður seld í handlum. Men hann heldur kortini ikki, at grind eigur at verða ídnaðarframleiðsla.
- Grindin, sum er at fáa til keyps í handlum, er grind frá monnum, sum hava skyldu at leggja arbeiðið til viks fyri at vera við í drápinum, og at taka upp.
Hann vísir eisini á, at tað eru eisini fólk í samfelagnum, sum ongan møguleika hava at fáa grind, enn at keypa sær eitt kók í einum handli.
Aðrir grindamenn vísa, at grind, sum er til sølu í handlum, er ofta burtur av finningarfiskurin.
- Tann, sum finnur eina grind, fær tann størsta hvalin í finningarløn og tað er ikki so undarligt, at nakað verður selt burturav, tí tað er hopleyst hjá einum húski at herberga einum heilum hvali.