heldur hann, og vísir til vegleiðandi reglur fyri góðan fjølmiðlasið, har sagt verður, at keldubrúkið hevur avgerandi týdning. ? Eg harmist eisini um, at politiskir samstarvsfelagir eins og mótstøðumenn [...] Tjóðveldisflokkin, og Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, eru at finna millum keldurnar, sigur Anfinn Kallsberg. Hann vísir á, at politiskir mótstøðumenn hava egna dagsskrá og tískil orsøkir at [...] persón, skulu eftirkannast serliga væl og leggjast fyri persónin til viðmerkingar, áðrenn tær verða almannakunngjørdar. Henda møguleika havi eg als ikki fingið, og tað er helst tekin um, at ætlanin við
politikarar bundið niður og sett treytir til vinnuna. - Tá ein bindir niður og ger avmarkingar, so ger ein sjálvsagt raksturin verri. Áður hevur ein altíð goldið seg burturúr hesum og latið stuðul, sigur Jørgen [...] harða linjan og tað kemur at svíða summastaðni, staðfestir Jørgen Niclasen. - Vit koma at síggja, at loyvi skifta ánarar, bygdir missa og bygdir fáa. Onkur fær pening fyri at lata loyvið frá sær og so framvegis [...] So mugu vit tola tær óhepnu fylgjur, ið møguliga eru. At skip og reiðaríð vinna pening her og nú nýtist ikki at vera gott fyri samfelag og fólk. Men um vinnan fær pening inn, so smittar av á samfelagið
leggja arbeiði niður, og ístaðin halda eina veitslu á seymistovuni. Á hesi óvanligu veitslu greiða tær frá sínum lívssøgum, sum eru sera ymiskar, og geva leikinum bæði álvarsligt og skemtiligt innihald. [...] spæla við í. Leikararnir eru frá Strondum, Skála, Skálafirði og Hvalvík. Tey flestu eru í 20-unum, men tann elsti leikarin er farin um tey seksti, og stendur haraftrat á palli fyri fyrstu ferð. Ria Tórgarð [...] n kl. 18.00 og tann seinna sunnudagin kl. 16.00. Væl vitjaður sjónleikur Sjónleikurin "Seymistovan" hevur verið spældur á Strondum nú í góðar tríggjar vikur. Frumsýning var 2. páskadag og samanlagt hava
mannfólki og konufólki. Nógv færri doyggja nú av hjarta- og æðrasjúkum. Men við hinari stóru høvuðsatvoldini, krabbameini, er títtleikin lítið og onki broyttur — øktur eitt vet hjá mannfólki og óbroyttur [...] at hesi 20 árini er fólkatalið vaksið munandi og harvið eisini talið av eldri og gomlum fólki. Frá 2000 til 2021 eru vit blivin stívliga 8.800 fleiri fólk í Føroyum, 4.600 fleiri mannfólk og 4.200 konufólk [...] tali doyggja nakað fleiri mannfólk enn konufólk bæði av krabbameini og hjarta- og æðrasjúkum — men roknað í mun til fólkatalið er lítil og ongin munur millum kynini, sum tað sæst í myndini um deyðatíttleikan
til 1-0 eftir gott uppspæl í høgru síðu, og síðani økti Kristin Restorff Mouritsen til 2-0, tá hann eftir eitt hornaspark fekk fatur á bóltin og skjeyt á stongina og inn. Tey bæði síðstu málini vóru frírenningar [...] eftir eini ætlan og hevur eitt lið, ið útstrálar vilja og evni, eigur B68 einki av hesum. Har sæst einki til nakra yvirskipaða ætlan, á vøllinum er so absolutt eingin sum helst vilji, og har eru ov nógvir [...] una, og nú vit eru farin at nærkast endanum, liggur B68 undir strikuni saman við FC Suðuroy, ið hevur verið har alla tíðina. Sum dysturin í Gundadali í gjár sá út, hevur B68 liðið ongan puls, og tað tænir
Tað er 11. desember í dag og 20 dagar eftir av hesum árinum. Í gátuføra málinum í Noregi um horvnu ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen, hevur kanningarleiðarin, Tommy Brøske, fyrr í heyst sagt, at løgreglan [...] eisini, at tíðin rennur skjótt, og skal málið greiðast fyri árslok, er neyðugt við avgerandi frambrotum. Løgreglan sigur sjálvsagt ikki alt, tey vita ella kunnu vita og tey, sum fylgja málinum, vita bara [...] At síggja til er serligt fokus í løtuni á akfør, sum vóru í umhvørvinum, har ríkmanshjúnini búðu, og tað er serliga fyrraparturin hin 31. oktober í fjør, sum er áhugaverdur. Tað er hann, tí tað var júst
borg men slaka og royna at sættast við afturhaldið, so gera vit krøv og sjónarmið teirra stovubær og góðtakilig. Tá sópa vit sjálvi munin burtur millum vinstra og høgra, millum samhaldsfesti og sjálvsøkni [...] heimlig og altjóða viðurskifti. Síðani síðst í sekstiárunum høvdu rørslur og felagsskapir tikið seg fram, fyri øktum rættindum hjá verkafólki, fyri ungdómsrættindum og kvinnufrígering, fyri andaligum og sa [...] fólkum og tjóðum, fyri heimsumfatandi avdubbing og friði. Afturímóti vaks ein sonn mcCartyistisk afturhaldsøsing upp gjøgnum 70-ini í Føroyum, har man royndi at ræða og terrorisera fólk til at tiga og geva
kostar einans hesin parturin í minsta lagi einar 15-20 mió. kr. • Uppaftur- og viðlíkahaldsvenjing: einar 15 mió kr í heilsuverkinum, umframt 20 mió kr í almannaverkinum (serliga í eldrarøktini). [...] styrkja positiva hugburðin til heilsugóðan livihátt, fyribyrging og fólkaheilsu. Eins og flestu uppskotini hvørt sær eru skilagóð og summi enntá eru átroðkandi neyðug. Tó er tann stóri trupulleikin, [...] vita, at fleiri sergreinar og týdningarmikil virkisøki á sjúkrahúsunum antin eru nógv undirmannað ella heilt ómannað. Og at bíðitíðirnar eru langar, á onkrum økjum upp í eitt og tvey ár. Væntandi er, at
eigur at broytast. Skiparin og verjin hava eisini verið á fundi við Fiskimálaráðið um hesa kunngerðina, og har bleiv sagt, at umsitingin skal hyggja nærri eftir kunngerðini og vita, um hon órættvíst rakar [...] fyri at lýsa umstøðurnar betri og hvussu órættvís kunngerðin er, segði hann í rættinum. Skiparin sigur, at hann hevur eitt hálvt fiskiloyvi eftir havtasku við gørnum og heldur, at kunngerðin rakar hann [...] ið hava fult fiskiloyvi eftir havtasku. Skiparin førdi fram, at hjá sær tekur tað 16 til 20 tímar at draga og seta gørnini aftur. Síðani skulu tey dragast aftur innan 72 tímar. Fyrstu gørnini, sum verða
ímóti Italia, og Kári Nielsen og Bergur Midjord vórðu settir út millum áskoðararnar, tí tað er ikki pláss fyri fleiri enn átjan á dómaraseðlinum. Í dag eru tvær venjingar á skránni, og í morgin verður [...] kanna Skotland og eisini út frá tí at leggja taktikk. Tvær upptøkur verða nýttar í tí sambandinum. Onnur er av EM undankappingardystinum, tá ið Italia á heimavølli vann 2-0 á Skotlandi, og hin er av vin [...] fyri, og um hvussu taktiska uppleggið fer at verða, sigur venjarin. Síðsta heyst segði venjarin, at Fróði Benjaminsen nú skuldi verða stýrimaður í miðverjuni. Einki er broytt hesum viðvíkjandi, og tí tykist