Fótbóltur
Tað ber ikki til at nýta vendingina, at eitt lið, sum hevur vunnið, skal ikki broytast. Men á mangan hátt kendist framúr avrikið ímóti Italia sum ein sigur fyri føroyskan landsliðsfótbólt. Sæð frá tí sjónarmiðnum er eingin orsøk at broyta føroyska liðið, sum mikukvøldið skal í eldin aftur, tá ið Skotland fer at vitja á Svangaskarði. Men tað liggur fast, at onkur verður noyddur at víkja fyri Fróða Benjaminsen, sum er sjálvskrivaður ímillum teir fyrstu ellivu.
Á middegi í dag fóru Jógvan Martin Olsen og hansara menn undir fyrireikingarnar til Skotlands dystin. Eftir venjing sunnumorgunin fingu spælararnir frí. Teir, sum vóru við í stórdystinum leygarkvøldið, høvdu lætta venjing, meðan tað varð koyrt meiri á hinar.
Allir spælararnir eru framvegis í føroysku leguni. Fróði Benjaminsen var leikbannaður ímóti Italia, og Kári Nielsen og Bergur Midjord vórðu settir út millum áskoðararnar, tí tað er ikki pláss fyri fleiri enn átjan á dómaraseðlinum.
Í dag eru tvær venjingar á skránni, og í morgin verður vant eina ferð.
Tíðin inntil mikukvøldið klokkan 17.15, tá ið fyrsta bríkslið verður á Svangaskarði, fer eitt nú at verða nýtt til at kanna Skotland og eisini út frá tí at leggja taktikk. Tvær upptøkur verða nýttar í tí sambandinum. Onnur er av EM undankappingardystinum, tá ið Italia á heimavølli vann 2-0 á Skotlandi, og hin er av vinardystinum í síðstu viku, tá ið Skotland á útivølli vann 1-0 á Eysturríki.
- Hesa seinnu upptøkuna fáa vit í dag. Hina upptøkuna havi eg hugt at. Men tað verður ikki fyrrenn í dag, at vit rættuliga fara at savna okkum um uppgávuna ímóti Skotlandi, sum verður stór avbjóðing. Eftir venjingina fyrrapartin í gjár fóru vit allir til hús. Vit trongdu til at fáa dystin ímóti Italia eitt sindur frá okkum, sigur Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari.
Avrikið ímóti Italia er góð barlast at savnast til fyrireikingarnar til mikudagin?
- Tað kanst tú ætla. Við tí avrikinum og úrslitinum í huga er tað hugaligt at fara undir nýggjar fyrireikingar. Men talan verður altso um heilt aðra uppgávu, staðfestir venjarin.
Trongligt í miðverjuni
Jógvan Martin Olsen undirstrikar, at hann hevur ikki lagt seg á, hvussu liðið fer at síggja út mikudagin.
- Tað valdast um, hvussu spælararnir eru fyri, og um hvussu taktiska uppleggið fer at verða, sigur venjarin.
Síðsta heyst segði venjarin, at Fróði Benjaminsen nú skuldi verða stýrimaður í miðverjuni. Einki er broytt hesum viðvíkjandi, og tí tykist tað vera heilt víst, at Óli Johannesen ella Jón Rói Jacobsen, sum vóru miðverjar ímóti Italia, ikki verða í miðverjuni ímóti Skotlandi.
Einki bendir á, at ætlanin er at skifta liðformannin Óla Johannesen út. Hóast hann spælir í næstbestu deildini, so spældi hann seg ikki av liðnum leygarkvøldið, og liðformaðurin verður roknaður sum ein av teimum, ið gongur undan undir venjingunum.
Tí verður tað Jón Rói, sum fer at víkja úr miðverjuni. Spurningurin er so, um superligu spælarin verður settur út á beinkin, ella um hann verður settur aðra staðni á vøllinum. Jón Rói hevur viðhvørt verið vongverji í AaB.
Í fjør vóru trupulleikar á vongverjuplássunum. Soleiðis var tað ikki leygarkvøldið. Atli Danielsen hevur funnið seg til rættis á høgra vongverja. Marni Djurhuus hevur verið roknaður sum neyðloysn á vinstra vongverja. Avrikið leygarkvøldið hjá unga EB/Streyma manninum var so mikið sannførandi í verjupartinum, at eingin orsøk tykist vera at skifta Marna út.
- Marni Djurhuus hevur leingi verið álitismaður í EB/Streyma verjuni. Botnstøðið hjá honum er høgt. Tað var tað eisini leygarkvøldið, tá ið eg var stak væl nøgdur við hansara avrik, sigur Jógvan Martin Olsen.