Kunngerðin er órættvís

Ein skipari møtti í Føroya rætti í dag fyri at mótmæla eini kunngerð um fiskiskap eftir havtasku

 

Ein skipari møtti í Føroya rætti í morgun, ákærdur fyri at hava latið gørnini staðið ov leingi úti, tá hann í juli 2015 var á havtaskufiskiskapi norðanfyri.

 

Kunngerðin sigur, at gørnini ikki mugu standa meiri enn 72 tímar, men sambært ákæruvaldinum stóðu gørnini hendan túrin í seks døgn ella út við 144 tímar.

 

Skiparin játtaði, at gørnini høvdu staðið úti ov leingi, men helt ikki, at hann átti at revsast fyri hetta.

- Eg kundi sjálvandi lættliga rindað bótina, men eg vil hava málið í rættin, fyri at lýsa umstøðurnar betri og hvussu órættvís kunngerðin er, segði hann í rættinum.

 

Skiparin sigur, at hann hevur eitt hálvt fiskiloyvi eftir havtasku við gørnum og heldur, at kunngerðin rakar hann órættvíst, tí hon er skrivað við stórum garnabátum í huga, teimum, ið hava fult fiskiloyvi eftir havtasku.

 

Skiparin førdi fram, at hjá sær tekur tað 16 til 20 tímar at draga og seta gørnini aftur. Síðani skulu tey dragast aftur innan 72 tímar. Fyrstu gørnini, sum verða sett, standa tí upp til 92 tímar úti. Hann sigur, at hann hevur loyvi til 900 gørn, men setur sum oftast eini 600 fyri at røkta tey 600 betri.

 

Størru skipini, sum hava nógv fleiri gørn, upp í 1.400 gørn, brúka kanska tríggjar til fýra døgn um at draga og seta gørnini aftur, tað vil siga 72 til 96 tímar. Síðani skulu tey dragast aftur innan 72 tímar. Gørnini hjá størri skipunum standa tí í 144 til 168 tímar, altso væl longri enn hansara egnu, vísti skiparin á.

 

Júst í førinum, har hann er ákærdur, stóðu gørnini í 159 tímar, altso á leið líka leingi, sum gørnini hjá stóru skipunum. Tí heldur hann ikki, at tað er rætt at revsa seg fyri brot á kunngerðina.

- Reelt hevur hann brotið kunngerðina, men tað, sum hann hevur gjørt, er kortini ikki í stríð við endamálið í kunngerðini, segði verji skiparans, Niels Winther Poulsen.

 

Endamálið við kunngerðini er at havtaskan ikki skal standa ov leingi í gørnunum og at veiðan ikki skal gerast ov vánalig. Tá fiskurin nú ikki stóð longri í hansara gørnum enn hon ger hjá stóru skipunum, heldur skiparin ikki, at tað er rætt at revsa seg. Hinvegin heldur hann, at kunngerðin eigur at broytast.

 

Skiparin og verjin hava eisini verið á fundi við Fiskimálaráðið um hesa kunngerðina, og har bleiv sagt, at umsitingin skal hyggja nærri eftir kunngerðini og vita, um hon órættvíst rakar skip við smærru loyvunum.

 

Umboð frá Vørn vóru eisini kallaði inn sum vitni í rættinum. Sambært teimum vístu innanhýsis notat í samband við at kunngerðin bleiv lýst, at talan var um at seta 72-tíma regluna í gildi fyri størri skip. Einki bleiv sagt um minni skap. Kunngerðin bleiv lýst fyri at forða fyri, at fiskurin stóð ov leingi í gørnunum. Skiparin vísti til eitt dømi, har eitt skip, eftir at hava sett gørnini, fór á beding. Gørnini stóðu tí í útvið tveir mánaðir, áðrenn tey blivu drigin aftur.

 

Ákærin førdi fram, at tá skiparin játtar, at gørnini hava staðið og leingi, og umboð fyri Vørn vátta, at tey halda seg til kunngerðina, hóast hon kanska kann tykjast at raka órættvíst, er eingin orsøk til at skiparin skal sleppa undan revsing. Upprunaliga var kravið ein bót upp á 5.000 krónur, men av tí, at so long tíð er liðin er kravið linkað til 2.500 krónur.

 

Dómur í málinum fellur í næstu viku.