Innantóm heilsunýskipan og ógvisligar heilsuverksparingar

Hans Pauli Strøm, fyrrv. landsstýrismaður í heilsumálum
------

Eri fegin um, at eisini Karsten Han­sen tekur fult undir við fólkaheilsupolitikkinum, sum gjørdist sjónligur og virk­in millum fólk úti um alt land­ið við fyrstu føroysku Fólka­heilsuætlanini frá 2006. Við høvuðsdenti á ger­­­an­d­isligum hugburði til ein heilsu­góðan livi­hátt og við koll­velt­andi broyt­ing­um í persón­liga og al­menna rørslu-, kost- og royk­i­pol­i­tikk­­in­um - vunnu á­tøkini stóra undirtøku í al­menn­ing­i­­num.
Havi tí eisini verið sera spent­ur uppá, hvat Karsten Hans­en fór at borðreiða við, nú hann í langa tíð hevur boð­að frá, at hann fór at koma við eini “heilsunýskipan”, sum skuldi reformera alt heil­s­u­­verkið – og vera so eina­­­stand­­andi, at samstundis sum alt bleiv betri enn nakr­an­tíð, kundu sparast fleiri tíggjutalsmiljónir í heilsu­verk­in­um.

“Nýskipanin” bleiv eitt flopp
Í mun til tey stóru orðini gjørd­­ist frágreiðingin eitt satt vónbrot:
• Leysar hugleiðingar á 25 síðum, uttan nakrað doku­­ment­a­tión og við vant­andi vitan um gongd­ina á heils­u­økinum sein­astu árini,
• Óforpliktandi góð ráð utt­an ítøkiligt innihald, og
• Í grefligum mót­stríði við fíggjarliga nið­ur­lag­ing­arpolitikkin fyri heilsu­verkið.

Skal her bert nevna nakr­ar fáar grundir fyri hes­um hørðu orðum um æt­l­an­ina um sokallaða “heils­u­ný­skip­an”:
1) Ongar heils­u­fakligar út­­greiningar og ongin doku­mentatón eru í frá­greið­ingini, sum kval­i­fiserað grundarlag fyri ætl­an­unum í “nýskipanini”.
2) Ongin áseting av í­tøk­i­ligum tilmælum um átøk, sum skulu fremjast. ‘
3) Ongin raðfesting av teim ymisku ætlanunum, um hvat er týdningarmest og hvat skal koma fyrst, næst o.s.v.
4) Ongin tíðarætlan er, um nær teir ymisku lutirnir í ætlaðu “nýskipanini” skulu setast í verk.
5) Ongin mannagongd er ásett, um hvussu stig verða tikin til at fremja ymisku lutirnar í ætl­anini, ella hvør skal hava ábyrgdina av, at teir verða settir í verk.
6) Ongin fíggjarlig meting av kostnaðinum av ein­støku lutunum ella allari ætlanini í síni heild. Hetta er aldrin sæð áður í so víðfevnandi politiskari ætlan.
7) Ongin frágreiðing um út­vegan av fígging fyri at seta ætlanina í verk. Eisini hetta er brot á alla politiska sið­venju, og ser­liga marg­hátt­lig fram­ferð av lands­stýris­manni, ið ann­ars breggjar sær av fíggjar­ligari ábyrgd.
8) Onki um hjartað í heilsu­verkinum: øll viðurskifti í nógv tí tyngsta og mest ressursukrevjandi part­inum av heilsuverkinum verða ignorerað.

Heilsufremjandi tiltøk fyri 30-50 mió. kr.
Hóast frágreiðingin ikki hev­ur eitt orð um kostn­aðin av ætlanunum í “heilsu­ný­skip­anini”, ber til at meta um, at hetta kostar ikki so lítið:
• Endurmenning, akutt og intensiv á serdeild á sjúkrahúsi eftir skaða­­til­burð, sum er altav­gerandi, um tann skaðarakti kann endurvinna sín før­­leika, krevur eini 32 til 35 ársverk við serút­ búgv­num starvs­fólk­um (neuro­logum, neuro­psyko­­­logum, audio-logo­ped­­um umframt hjálpar­lækn­um, terapeutum o.ø.). Hetta er nógv tann mest kostn­­aðar­mikli part­­urin av allari end­ur­­menn­ing, sum als ikki verður tikin uppá tungu í frágreiðingini. Skal lóg ásetast um endur­menn­ing, kostar einans hesin parturin í minsta lagi einar 15-20 mió. kr.
• Uppaftur- og viðlíka­halds­venjing: einar 15 mió kr í heilsuverkinum, um­framt 20 mió kr í al­mannaverkinum (ser­liga í eldrarøktini).
• Hetta eru sakkønar kostn­aðar­met­ingar, gjørdar í smb. við endur­venj­inga­r­álitið frá nov. 2007 (m.a. av rehabiliterings­ser­­frøð­inginum, Tóru Harald­sen Dahl frá Sund­hedsstyrelsen og lektara við Århus Universitet)
• Í “heilsunýskipanini” er eitt høv­­uðs­mál at lógar­­festa rætt­in hjá borg­arunum til endur­menning – men onki er grett um tær kostn­aðar­miklu fyri­treyturnar fyri slíkari lóg.
• Fólkaheilsustovnur: kann illa gerast fyri minni enn 6-8 mió kr í øktum útreiðslum, mett út frá tí, ið hugleitt verður um í frágreiðingini.
• Harumframt: 5-7 heilsu­depl­ar kring landið við nógvum ymiskum heilsu­starvsfólkum í staðin fyri kommunu­lækna­skip­­­an­ina. Kostnaður? Víðk­­­að tilboð um tann­heilsu­­røkt til ung og eldri. Kostnaður? Heima­vitjanir av heilsu­veg­leið­ara til eldri fólk. Kost­nað­ur? Útskrivingarheim til liðugt viðgjørdar sjúk­lingar. Kostnaður? Psyki­atriska akuttmóttøku, og so ymiskt annað. Kostn­aður?

Høvdu hesi uppskot í ætl­anini verið framd, hevði tað sjálv­sagt kosta nógvan pen­ing, kanska einar 30-50 mió kr. ella meir.

Men Heilsuverkið skal skerjast við 40 mió. kr.
Tankin í frágreiðingini um “heilsunýskipan” er góður. At styrkja positiva hugburðin til heilsugóðan livihátt, fyri­­byrging og fólkaheilsu. Eins og flestu uppskotini hvørt sær eru skilagóð og summi enntá eru átroðkandi neyðug.
Tó er tann stóri trupul­leikin, at samstundis við hesa kostnaðarmiklu ætlan, eru samtyktar ógvisligar sparingar í heilsuverkinum.
Samgongan hevur gjørt av, at fíggjarligu karmarnar fyri heilsuverkið skulu skerjast ár fyri ár – at byrja við 5 mió kr í 2014 og so veksandi upp til 40 mió kr í 2018. Hetta samtyktu tey í løgtinginum í vár, so sum tað er staðfest í Løgtingstíðindum og í Bú­skaparfrágreiðingini frá Fíggj­­armálaráðnum um sama mál (sí m.a. talvu á s. 72).

Altso:
• Útreiðslurnar av heilsu­verkinum skulu skerjast við 40 mió kr næstu fimm árini.
• Umframt at finna hesar 40 mió kr í sparingum, skal finnast aðrar 30-50 mió kr til at fíggja hesa sokallaða “heilsunýskipan”.

Skal Landssjúkrahúsið bløða?
Onki boð er í frá­greið­ing­ini, um hvussu “heilsu­ný­skipanin” skal fíggjast. Men vit kunnu óttast fyri, at meginparturin skal heint­ast inn við uppaftur størri skerjingum á sjúkra­hús­un­um. Tað bendu orðini hjá Karsten Hansen á í SVF tann 5. nov., at sjálvandi mátti man fara har, sum teir nógvu pengarnir eru - tvs. í sjúkrahúsverkinum.
Tað ljóðar ófrættakent, tá vit samstundis vita, at fleiri sergreinar og týdningarmikil virkisøki á sjúkrahúsunum antin eru nógv undirmannað ella heilt ómannað. Og at bíði­tíðirnar eru langar, á onkrum økjum upp í eitt og tvey ár.
Væntandi er, at tað verður Landssjúkrahúsið, sum kemur at bløða, bæði fyri at finna pening til “nýskip­anina”, og fyri teimum ógvis­ligu sparingunum, íð eru álagdar heilsuverkinum fyri tey næstu fimm árini.
Vóni tó, at eitt politiskt, fakligt og alment orðaskifti kann fáa fram í ljósið, hvat ætlanin ítøkiliga er at gera:
• Hvussu er ætlanin at fremja nýskipanir fyri 40-50 mió kr, samstundis sum raksturin í heilsu­verk­inum skal skerjast við 40 mió kr.?
• Hvussu skal Lands­sjúkrahúsið kunna rek­ast fyri eina minni játt­an í 2018 enn í dag – hóast árligar kostn­aðar­hækkingar til olju, kost, heilivág, ein­­nýtis­útgerð, am­boð, viðlíka­hald og út­skift­ing av tólum, keyp av útlendskum tænastu­veitingum og sátt­mála­hækkingum hjá starvs­fólkum?