Sjónleikurin


 

TíÐindaskriv


Komandi vikuskifti verður forkunnugt høvi hjá áhugaðum, at síggja Stranda Sjónleikarafelag á palli í høvuðstaðnum. Leikbólkurin Gríma hevur boðið strandingum at spæla leikin "Seymistovan" á Gamla Meiarínum, har Gríma vanliga spælir sínar leikir. Talan er tó bert um tvær sýningar. Tískil skulu fólk gera sær greitt, at tað er avmarka atgongd. Tann fyrra sýningin verður leygardagin kl. 18.00 og tann seinna sunnudagin kl. 16.00.


Væl vitjaður sjónleikur

Sjónleikurin "Seymistovan" hevur verið spældur á Strondum nú í góðar tríggjar vikur. Frumsýning var 2. páskadag og samanlagt hava 10 sýningar verið. Áskoðararnir hava verið trúgvir, tí samlaða talið táttar í 800. Hetta eru tøl, sum leikarar og fyrireikarar eru sera væl nøgdir við. Ein partur av orsøkini til at sjónleikurin "Seymistovan" hevur fingið hesa góðu undirtøku, má vera at leikgongdin er sera fjølbroytt. Torført er seta henda leikin í bás, tá hugsað verður um slag av sjónleiki. Hetta er ikki beinleiðis ein skemtileikur, men heldur ikki ein reinur syrgi- ella álvarsleikur. Til ber kanska at siga, at beinagrindin í innihaldinum er álvarslig, men leikurin verður fjølbroytt og ofta skemtiliga framborin. Júst hetta fjølbroytni er ein styrki í leikinum. Áskoðarunum tykist eisini at dáma hetta.


30 ára gamal leikur, men enn aktuellur

Leikurin er um seks seymikonur, sum ein dag avgerða at leggja arbeiði niður, og ístaðin halda eina veitslu á seymistovuni. Á hesi óvanligu veitslu greiða tær frá sínum lívssøgum, sum eru sera ymiskar, og geva leikinum bæði álvarsligt og skemtiligt innihald. Umframt hesar seks kvinnur, so eru tríggir mans eisini við. Seymistovueigarin, skræddarin og ørindadrongurin. Hesir eru eisini sera ymiskir og hava sína egnu fatan av, hvussu lívið skal livast.

Soleiðis er søgugongdin uppbygd við fleiri smærri søgum innflættaðar í eina høvuðssøgu. Seymistovan er upprunaliga ein íslendskur leikur, sum Kjartan Ragnarsson hevur skrivað, og gongur fyri seg í syðra parti av Íslandi í 70-árunum. Oskar Hermansson umsetti leikin til føroyskt í sambandi við, at Havnar Sjónleikarfelag spældi leikin í 1978. Undir venjingunum hesuferð er arbeitt við at nútímansgerða málið. Eisini sangir og yrkingar eru uppfrískað til hesa framførsluna. So tey, sum sóu sjónleikin í 1978, skulu ikki vera vís í at tey kenna alla leikgongdina aftur.


7 ár síðani seinasta sjónleik á Strondum

Stranda Sjónleikarafelag er byrja næstan frá grundini hesuferð. Fyri flestu leikararnar er hetta higartil tann stórsti leikurin, sum tey spæla við í. Leikararnir eru frá Strondum, Skála, Skálafirði og Hvalvík. Tey flestu eru í 20-unum, men tann elsti leikarin er farin um tey seksti, og stendur haraftrat á palli fyri fyrstu ferð. Ria Tórgarð, frá Grímu, hevur leikstjórna. Við hesum leikinum hevur Stranda Sjónleikarafelag aftur kveikt lív í sjónleikalívið á eystara arminum á Skálafjørðinum. Tó skuldu tað ganga heili 7 ár frá at seinasti leikurin, sum var ?Ronja Ránsmansdóttir" í 1994, varð spældur, til at hesin nú aktuelli "Seymistovan" kom á pall. Eftir hesa leikuppsetan verða leikararnir hesa royndina ríkari, so vón skuldi verið um, at styttri tið skal ganga til næstu leikuppsetan.


"Seymistovan" hevur heimasíðu

Áhugaði, sum vilja fregnast um leikin, kunnu á alnótini støkka inn á gólvið hjá "Seymistovuni". Leikurin hevur fingið sína egnu síðu á adressuni hjá Stranda Bio. Har ber til at lesa um leikin og eisini eru fleiri myndir at síggja. Bústaðurin hjá "Seymistovuni" á alnótini er hesin: www.strandabio.fo/sjonleik