TAÐ er greitt, at hesir flokkar, eins og Sjálvstýrisflokkurin, fara ikki í eitt nýtt samarbeiði við Sambandsflokkin, um hann ikki vil gera munandi broytingar í ríkisskapsviðurskiftunum. KENNA vit Sam [...] HETTA er ikki konstruktivt, men hesa kósina setti Pauli Ellefsen, tá hann kom fram at í 1974, og maðurin, sum Pauli Ellefsen setti við, hevur hildið somu kós. GONGDIN seinastu árini hevur til fulnar prógvað [...] annað, so hevur Edmund Joensen, løgmaður, bara eina sjáldsama lítla undirtøku í sínum egna flokki. Ikki helvtin av sambandsveljarunum vísa á hann sum løgmann. HARAFTURAT hoyrdu vit nýggjar tónar frá skrivara
felagið hevur ikki bundið seg til eitt ávíst oljufelag, Saga, sum sjónvarpið visti at siga frá í seinastu viku. HETTA er eisini at fegnast um, tí at binda seg til eitt ávíst felag, ella til eitt samtak við [...] vitanina, so vit ikki eru við undirlutan, í samstarvi við aðrar, ella um vit arbeiða sjálvstøðugt. SOMULEIÐIS tykist tað vera rætt, at hetta nýstovnaða oljufelagið, Atlantic Petroleum, ikki virkar á tænastuøkinum [...] upp. Men er olja, og vit fáa eina oljuvinnu, so liggur størsta avbjóðingin fyri framman. OG tað er ikki bara ein dansur á rósum. Eftir stuttari tíð verður føroyska samfelagið, sum vit kenna tað í dag, broytt
er skulu ráðgevandi nevndir vera uttanfyri ávirkan av myndugleikunum, ið ráðgivið verður til. Hetta sær ikki út til at glada Tinganesumsitingina. Har verða »for glatt vekk« settar nevndir at ráðgeva Tin [...] SPURNINGURIN er eisini, um løgtingsins formansskapur ikki átti at sett umsitingarleiðararnar á einum ávísum støði. Viðvíkjandi nevndarvali til ráð- og fyritøkunevndir, har løgtingið fyrr valdi, er nú tann [...] Tá løgmaður ikki fær eina tilráðing um alment oljufelag sum honum líkar, so mannar hann eina innanhýsis nevnd at loysa spurningin. Kvalifikatiónirnar hjá hes inevnd í oljuhøpi strekkja væl til eitt »gum
eitt oljufelag og skulu til at tekna partapening. Tvs. at vit her hava tvey oljufeløg, sum skulu til at útvega milliónir av kr. í eginpeningi. HENDA sannroynd er ein greið ávaring til føroyskar politikarar [...] at, meðan somu vinnulívsmenn og fyritøkur ?krevja? rættin til oljuríkidømið! Og hvat siga tey mongu oljufeløgini, sum enn ikki hava tikið stig til beinleiðis samstarv ella hava fingið áheitanir frá føroyskum [...] feløgunum! LØGMAÐUR hevur tosað um, hvussu umráðandi tað er ikki geva ymisk signal til umheimin, nú tað ræður um at standa saman. Er tað, ið hendir nú ikki júst dømi um tað øvugta! Er tað serliga heppið signal
nakað fyri at fyribyrgja, mást tú fara til rótina at finna orsøkina. UM vit vilja kalla okkum eitt sivilisrerað og upplýst fólk, so ger man ikki sovorðið. Tú kanst ikki kalla teg siviliseraðan og upplýstan [...] at víðka deyðadómarnar - nú eisini til at fevna um kvinnur. Tað er ikki so langt síðani, at evnaveik og fólk í sera ungum aldri, vórðu tikin av døgum. Ja tað er ikki sørt av lagnunnar speisemi, tá USA [...] og hetta er aftur og aftur skjalprógvað - at deyðarevsing virkar ikki fyribyrgjandi og ræðandi. SKAL tú minka um hesi brotsverk mást tú til sjálva orsøkina og hon liggur oftani í einum órættvístum samfelag
hesum upphæddum er so eisini endurgjaldið fyri bankamálið. Men av tí at málini eru tengd saman ber ikki til at síggja, hvussu nógv er fyri endurgjald og annars hevur beinleiðis samband við skuldina. Restin [...] Tað skilst eisini, at afturfyri hesa avtalu hevur fólkatingsmaðurin Óli Breckmann lovað, at hann ikki fer at atkvøða ímóti Hvítusunnupakkanum hjá stjórnini. Nú fáa vit at síggja, um hann fer at halda [...] samráðingum við danska javnaðarflokkin og lyftinum um at stuðla stjórnini so ella so hevur verið við til at fáa stjórnina á glið í samráðingunum. Samanumtikið kann sigast, at ein breiður meirluti av løgtinginum
fyri at kenna avleiðingarnar - tí stjórnin ikki segði teimum allan sannleikan! Slíkt er ikki álitisvekjandi - slíkt er álitisniðurbrótandi, og er orsøkin til kølnaðu viðurskiftini millum javnaðarflokkarnar [...] Rolf Guttesen, lektari við lærda háskúlan í Keypmannahavn, at føroysku fólkatingsmenninir ikki gera arbeiði sítt til lítar, og at Jóannes Eidesgaard »gongur í fólkatinginum og spælir klovn?« Tað er skiljandi [...] valið førdi Javnaðarflokkurin fram, at hann ikki fór at taka lut í donskum innanríkispolitikki, og Gud náði Jóannes Eidesgaard, brýtur hann hetta lyfti til veljaran. Nyrup helt, at hann kundi kroysta Jóannes
granskingarøkinum. Tað er líkasum, at vit hava ikki havt traditión fyri gransking. Orsøkin til tess kann vera fjarstøða okkara, tað kann vera hetta, at vit hava ikki tað útbúgvingarumhvørvi, sum oftani er ein [...] gransking innan tey mongu økini, sum heilt náttúrliga hava tilknýti til okkara lítla samfelag og okkara umhvørvi, kann verða við til at menna okkara samfelag, eisini soleiðis, at vit kunnu koma burtur [...] fortreytunum fyri gransking av ymsum slag. MEN sum eitt lítið oyggjasamfelag úti í Atlantshavi við atgongd til nakrar av mest týðandi fiskastovnunum og heimsins reinasta sjógv eru Føroyar í sær sjálvum ein miðdepil
Kára Cool, kunnu vit ikki annað enn taka til okkara. Orðini eru ikki tikin úr leysari luft, men eitt sindur av innliti í telduheimin krevst til tess at skilja orðini. Kári Cool sipar til tøkniligu menningina [...] at hetta ikki er tann stóra inntøkukleldan hjá bløðunum - men heldur ein tænasta til lesaran. Men hjá einum føroyskum blað er øðrvísi: Ein føroyingur, sum býr uttan fyri landoddarnar - og ikki at tala um
vinnulívi, ikki minst í sambandi við eina komandi føroyska oljuvinnu. Men eftir okkara tykki er umráðandi ikki at lata danir sleppa at gera hetta til nakran kardinalspurning, tí vit vita jú ikki, um nøkur [...] nøkur olja er til. Hinvegin eiga vit eisini at vera ómetaliga varin við ikki at favorisera donsk virki fram um onnur, nú tað er so umráðandi at hava eina fría kapping, sum skal hava til endamál at skapa mest [...] samráðingarleiðaran, um ikki bretska stjórnin hevði vitan um undirgrundina, sum føroyingar ikki høvdu, og harvið sat í eini nógv betri samráðingarstøðu! Svarið varð, at bretar høvdu ikki nakra serstaka vitan