nærlagni og hegni at skriva væl og konstruktivt, og er hetta sera gevandi, tá ið tað eydnast væl. Hetta kjak hevur roynst heldur illa, og fari eg tí at gevast við hesum, og heldur halda á fram við onkrum [...] onkrum øðrum evni. Eg eri samdur við Virgari og Rolfi um týdningin av at kenna, virða og minnast søguna; eins og eg við tokka ásanni tolsemi og virði trúar- og talufrælsið. Eg fari ikki at luttaka í slíkum kjaki [...] betur, enn tey frá Virgari og Rolfi. Ynskja vit ein illgitingar-storm og juridiskt kaos, so er bert at geva Virgari og Rolfi rætt í teirra postulatum. Eftir sjálvrannsókn og eftirmeting av farnu skriving
máti hjá Tjóðveldisflokkinum at vaska sínar hendur, sigur Torbjørn Jacobsen: - Vit hava ongar hendur at vaska. Vit valdu at fara inn í málið og atkvøða fyri og settu treytir, sigur tjóðveldismaðurin, ið [...] tíðliga úti og søgdum at vit fingu ov lítið fyri bankan, og tað hevði borið væl til at steðga á. - Eingin lurtaði, heldur ikki teir samgongulimirnir, sum nú eru úti og flagsa, sigur Torbjørn Jacobsen og sipar [...] bankin skuldi seljast eftir, og at tað tí er Tingið, sum hevur ábyrgdina av hesum. Torbjørn Jacobsen minnir á, at Tingið ynskti, at bankin varð seldur fyri so nógv sum gjørligt, og at Tingið ikki hevur ábyrgdina
flýggja og fingu ikki tíð at taka stigan , teir rýmdu úr erva ígjøgnum, við sær. ? Hann varð standandi og hevur nú staðið í øldir, greiðir ferðaleiðarin frá. Hann hevur fingið ein ávísan status nú og má undir [...] settur á templið og nógvar aðrar bygningar. Og eini 60 ár seinni var aftur galið við einum uppreistri, sum varð niðurbardur. Staðurin varð snøgt sagt ruddaður. Upp aftur ganga eini 60 ár. Og nú fer keisarin [...] altarum og krusifiksum hvørt um annað, sum tann, ið ikki hevur sett seg væl inn í skipanina her, ongan livandi kjans hevur at finna útav. Umframt øll kapellini fyri tær ymsu hendingarnar og ymsu trúa
lokalum kreftum er vert at nevna tann symbolska og rættiliga øðrvísi málningin ?Krossfesting? hjá Eyðuni Klakkstein, fótbóltsleikara og blaðmanni og hugnaligu og heimligu myndina ?Klaksvík? hjá Jákupi Mikklesen [...] uppboðssølu. Undirtøkan var beinanvegin sera góð, og tá avtornaði høvdu ikki færri enn í alt 56 politikarar, kend listafólk og onnur roynt seg við pensli og máling. Góðar lokalar kreftir Longu fyrst í vikuni [...] auktionariaus í stúgvandi fullu caféini. Við hepnari hond og hamara leiddi hann nógvu boðini, sum komu úr øllum krókum, á mál. Boðini komu skjótt og títt, og tað ráddi um ikki at vera ov seinur á sjóvarfallinum
góðar umstøður at arbeiða undir. Tað vísir seg mangan, at serliga tey ungu listarfólkini fáa hugflog sítt og evni síni av álvara fram í ljósið í stórbýnum. Nú fáa tey ein nýggjan møguleika úti á bygd. -
neyðugt at satsa uppá vitanarframleiðslu og ein fortreytin fyri hesum er, at granskingin hevur góð og mennandi kor. Ein meginfortreytin fyri menning av gransking og nýmenning er neyðturvilig fígging. Sambært [...] Gransking og nýmenning eru fortreytir fyri, at eitt land skal kunna mennast og megna kappingina í altjóðagjørda heiminum. Skal eitt samfelag kunna standa seg í kappingini við onnur samfeløg er neyðugt [...] samfelag at nýta í minsta lagi 3% av bruttotjóðarúrtøkuni til gransking og nýmenning, um viðkomandi samfelag skal kunna standa seg og støðugt mennast sum eitt framkomið land. Í okkara føri vildi hetta merkt
at síggja nakað, hann bara kann taka heim aftur við og brúka í morgin. Ørindini eru heldur at síggja og hoyra, hvat rørist á økinum og hitta fólk og fáa knýtt sambond, sigur stjórin á Føroya Fiskavirking [...] hildnir hava verið, eru ein um frysting og upptining av fiski, og hvat hann kann brúkast til aftaná. Hvørjar bakteriur eru í ymiskt viðgjørdum laksi. Og til dømis helt ein týskur granskari fyrilestur um parasittar [...] tað. Vit koyra alt í »stórapott« og kóka ein tíma ella so, og so kann alt etast. Men soleiðis er ikki aðrastaðni. Har eru fólk meira kræsin, sigur Kjartan Kristiansen. Og har verður mangan kelað fyri matinum
hvør orsøkin er til sjúkuna hjá børnunum, og tí fór Ulrike í holt við at kanna børnini og familjuna hjá teimum. ? Mítt mál var at staðfesta, hvør sjúkan er og at gera ein einfaldan kanningarhátt, so fólk [...] Hetta hendi 1. november í fjør, og dagin eftir hevði Ulrike fund við Vísindasiðsemisnevndina um kanningarnar. ? Eg fekk at vita, at eg skuldi steðga kanningunum beinanvegin og søkja nevndina um loyvi at gera [...] sjúklingum, sum hon ætlaði at gera, og til hesar kanningar var ikki neyðugt við serligum loyvi frá okkum. Men tað, sum hon fór í holt við, var meiri umfatandi enn hetta, og til tað krevst loyvi, sigur Høgni
? Eg eri kedd og illa við av tí ógvusliga málburði, sum eg havi verð úti fyri. Hetta sigur týski barnalæknin, Ulrike Steuerwald, sum er meldað til løgregluna fyri ólógliga gengransking, í einum brævi, [...] sum hon fyri jól sendi Almanna- og Heilsumálastýrinum. Hetta brævið skrivaði hon, eftir at kanningarnar hjá henni vórðu steðgaðar av Vísindasiðsemisnevndini. Ulrike vísir til ein fund við Vísindasiðs [...] emisnevndina, har hon metti málburðin verða harðan og ófólkaligan. Sama sigur honum eitt bræv, sum er send Landslæknanum um málið. Vil ikki verða handtikin ? Um aðrir útlendskir granskarar verða viðfarnir
trivnaðartiltøk og tiltøk fyri beinleiðis at lækka kostnaðarstøðið í býnum og kommununi, samstundis sum vit skapa karmar til vinnu. Tað gongur væl og tað fer at gangast enn betur! Og so leingi Fólkaflokkurin [...] býráðnum givið øllum lægri skatt og barnafamiljunum ein munandi størri bata. Samstundis hava vit bæði hækkað systkinafrádráttin og lækkað dagstovnagjaldið. Ódýrur rakstur Ungi og grammi grannskoðarin finst at [...] sera gott og langt oman fyri øll krøv. Stendur væl til So her stendur ikki illa til. Tvørturímóti, ein og hvør grannskoðari vil vita, at hetta er tekin um ein sera sunnan kommunalan búskap og fíggjarstýring