EINSKILJING
Í blaðnum dag hevur framsøgumaður Tjóðveldisfloksins í vinnumálum, Torbjørn Jacobsen, drúgva grein, har hann m.a. skjýtur upp at seta eina §19 kanning í verk av søluni av Føroya banka. Hann er ikki samdur við Hermanni Oskarssyni, sum í lesarabrævi sigur, at tað er Løgtingið, sum hevur samtykt leistin, bankin skuldi seljast eftir, og at tað tí er Tingið, sum hevur ábyrgdina av hesum.
Torbjørn Jacobsen minnir á, at Tingið ynskti, at bankin varð seldur fyri so nógv sum gjørligt, og at Tingið ikki hevur ábyrgdina av sjálvari handfaringini av søluni.
- Tað hevur ikki trotið við ávaringum, tá Bárður Nielsen kom við tølunum, sigur Torbjørn Jacobsen, ið sigur bæði seg og Bill Justinussen hava biðið táverandi fíggjarmálaráðharran, Bárð Nielsen, steðga bankasøluni. Harafturat minnir Torbjørn Jacobsen á málningarnar hjá bankanum.
- Her hongur tað, Bárður hevur sagt, og tað sum Mentamálaráðið nú ger, ikki saman, sigur Torbjørn Jacobsen.
Uppskotið hjá Jenisi er valagn
Tjóðveldistingmaðurin minnir eisini á, at nógv er hent ta seinastu vikuna. Frá einum kursvirði áljóðandi 189, var kursurin seinast Tórbjørn Jacobsen sigur seg hava hugt eftir hesum í gjárkvøldið 253. Tí metir Torbjørn Jacobsen, at ráðgevararnir hava sett kursin ov lágt av fyrstani tíð, og hetta hevur Løgtingið einki við at gera.
- Hví hevur Fíggingargrunnurin valt at selja tveir triðingar beinanveg, hví ikki selja ein triðing fyrst, spyr Torbjørn Jacobsen, ið heldur at fólk eru øst upp við m.ø. partaeigarakontum og kunnu hava lænt meira, enn tey eru sloppin at keypa. Harafturat heldur hann tað vera løgið, at stjóraranir í bankanum eru slopnir at keypa meira enn onnur.
Hinvegin heldur Torbjørn Jacobsen ikki nógv um uppskotið hjá Jenisi av Rana at geva tann seinasta triðingin til allar føroyingar.
- Hatta er eint valagn. Aktiurnar hjá Fíggingargrunninum eru longu á børsinum,
sigur Torbjørn Jacobsen, ið av tí sama ikki heldur uppskotið hjá Jenisi av Rana bera til.
Ávaraðu nóg tíðliga
Spurdur, um uppskotið um eina §19 kanning ikki er ein máti hjá Tjóðveldisflokkinum at vaska sínar hendur, sigur Torbjørn Jacobsen:
- Vit hava ongar hendur at vaska. Vit valdu at fara inn í málið og atkvøða fyri og settu treytir, sigur tjóðveldismaðurin, ið heldur, at Bárrur Nielsen eftir hetta ignoreraði politiska fylgibólkin, sum hann málber seg.
- Vit vóru nóg tíðliga úti og søgdum at vit fingu ov lítið fyri bankan, og tað hevði borið væl til at steðga á.
- Eingin lurtaði, heldur ikki teir samgongulimirnir, sum nú eru úti og flagsa, sigur Torbjørn Jacobsen og sipar til John Johannessen og Poul Michelsen, ið hava skrivað lesarabrøv um bankamálið.
- Ístaðin blivu vit húðflettir. m.a. av teimum, sum nú eru úti í fjølmiðlunum.
- Vit vórðu ákærdir fyri at skapa órógv um málið og at prísurin skuldi ávirkast av hesum, sigur Torbjørn Jacobsen.
Jákup og Bárður áttu at verið áhugaðir í kanning
Næstformaður Tjóðveldisfloksins vil ikki gera beinleiðis metingar, um at John Johannessen rør framundir, at samband skal vera millum leiklutirnar hjá Bárði Nielsen sum fíggjarmálaráðharri og stjóri í Stórutjørn. Hinvegin minnir Torbjørn Jacobsen á, at 4 fyritøkur ella íløgufeløg vórðu nevndar sum møguligir keyparar, og tá var einki av feløgunum hjá Jákupi á Dul Jacobsen nevnt.
- Met hetta er eitt mál, sum ein §19 nevnd eigur at kanna.
- Tað er heilt ótrúliga sjáldsamt, at ein finansministari letur seg keypa mitt í fartløbinum, sigur Torbjørn Jacobsen, ið heldur, at hetta skapa gróðrarbotn fyri illgrunasemi.
- Av tí sama átti ein kanning eisini at havt áhuga hjá Jákupi á Dul Jacobsen og Bárði Nielsen, sigur Torbjørn Jacobsen.
Uppskotið um eina §19 kanning verður lagt fram, tá Løgtingið kemur saman á ólavsøku.