Granskarin helt seg fara rætt fram

? Eg fekk at vita, at neyðugt var ikki við serligum loyvi frá Vísindasiðsemisnevndini fyri at fara í gongd við mínar kanningar, sigur Ulrike Steuerwald, sum er meldað til løgregluna fyri ólógliga gransking

 

Týski barnalæknin, Ulrike Steuerwald, er ovfarin av støðuni, sum hon er endað í, nú føroyska Vísindasiðsemisnevndin hevur meldað hana til løgregluna.

Vísindasemisnevndin heldur, at hon hevur brotið vísindaliga lóg, tí hon er farin í holt við eina kanning uttan neyðugu loyvini.

Men hetta kemur fullkomiligu óvart á týska barnalæknan.

? Í august mánaði í fjør fekk eg at vita frá formanninum í Vísinda-siðsemis-nevndini, at neyðugt var ikki við serligum loyvi frá nevndini fyri at fara í holt við mínar kanningar. Tí helt eg, at alt var í lagi, tá eg fór undir taka blóðroyndirnar, sigur Ulrike Steuerwald, sum nú starvast í Hannover í Týsklandi.

Sosialurin royndi fyrr í vikuni at fáa hendur á Ulrike, men tað eydnaðist okkum ikki, áðrenn vit bóru tíðindini um, at hon var meldað til løgregluna. Í gjár fingu vit samband við týska læknan.


Lat blóðroyndirnar frá sær

Ulrike sigur, at hon hevði fingið at vita, at neyðugt var ikki við serligum loyvi frá Vísindasiðsemisnevndini, tí formaðurin metti, at talan var um kliniskar kanningar. Síðani fór hon í holt við at taka neyðugu blóðroyndirnar.

? Tá eg var farin undir at taka fyrstu blóðroyndirnar, fekk eg knappligar at vita frá formanninum í Vísindasiðsemisnevndini, at eg mátti hava loyvi frá nevndini fyri at gera kanningarnar, greiðir hon frá.

Hetta hendi 1. november í fjør, og dagin eftir hevði Ulrike fund við Vísindasiðsemisnevndina um kanningarnar.

? Eg fekk at vita, at eg skuldi steðga kanningunum beinanvegin og søkja nevndina um loyvi at gera hesar kanningar. Eg skilji væl, at føroyingar stúra fyri genkanningum, og tí lat eg eisini allar blóðroyndirnar frá mær, eftir at kanningarnar hjá mær vórðu steðgaðar, sigur týski barnalæknin.

Hon ætlar sær at søkja Vísindasiðsemisnevndina um loyvi at gera kanningarnar, sum nú eru steðgaðar, men hon segði á fundinum við nevndina í november mánaði í fjør, at hesa umsókn kundi hon neyvan lata nevndini fyrr enn í mars ella apríl mánaði, tí alt hetta arbeiðið fer fram í hennara frítíð.


Neyðugt við loyvi

Formaðurin í Vísindasiðsemisnevndini vísir aftur, at hann segði Ulrike, at neyðugt var ikki við loyvi frá nevndini til tær kanningar, sum hon fór í holt við.

? Tað, sum eg svaraði henni uppá, vóru nakrar kliniskar kanningar av sjúklingum, sum hon ætlaði at gera, og til hesar kanningar var ikki neyðugt við serligum loyvi frá okkum. Men tað, sum hon fór í holt við, var meiri umfatandi enn hetta, og til tað krevst loyvi, sigur Høgni Djurhuus, formaður í Vísindasiðsemisnevndini.

? Eg ivisti ikki í, at Ulrike hevur verið í góðari trúgv, men vit verða noydd at taka hetta málið í álvara. Tá vit halda okkum staðfesta eitt brot á lógina, kunnu vit ikki hava málið liggjandi hjá okkum at taka støðu til. Tí hava vit latið løgregluni málið at kanna, sigur hann.

Høgni Djurhuus sigur, at tá nevndin fær formligu umsóknina frá Ulrike Steuerwald, fer hon at viðgera hesa umsókn, hóast granskarin er meldaður til løgregluna.


Nógvir berarar av sjúkuni

Ulrike Steuerwald ætlaði at gera kanningar av eini sjúku, sum nøkur føroysk børn eru rakt av.

Eingin veit við vissu, hvør orsøkin er til sjúkuna hjá børnunum, og tí fór Ulrike í holt við at kanna børnini og familjuna hjá teimum.

? Mítt mál var at staðfesta, hvør sjúkan er og at gera ein einfaldan kanningarhátt, so fólk kunnu fáa staðfest, um tey eru berarar av hesi sjúku, sigur Ulrike Steuerwald.

Hon sigur, at ein út av hvørjum 50 føroyingum er berari av sjúkuni, og um tvey av hesum finna saman, so er 25% møguleiki fyri, at tey fáa eitt barn við sjúkuni.

Seks føroyskar familjur, sum hava ættarbond við hvørjar aðra, eru rakt av skjúkuni. 9 børn hava fingið sjúkuna, og av teimum eru fimm á lívi.