Gransking og nýmenning eru fortreytir fyri, at eitt land skal kunna mennast og megna kappingina í altjóðagjørda heiminum. Skal eitt samfelag kunna standa seg í kappingini við onnur samfeløg er neyðugt at satsa uppá vitanarframleiðslu og ein fortreytin fyri hesum er, at granskingin hevur góð og mennandi kor.
Ein meginfortreytin fyri menning av gransking og nýmenning er neyðturvilig fígging. Sambært altjóða ST felagskapin OECD eigur framkomið samfelag at nýta í minsta lagi 3% av bruttotjóðarúrtøkuni til gransking og nýmenning, um viðkomandi samfelag skal kunna standa seg og støðugt mennast sum eitt framkomið land. Í okkara føri vildi hetta merkt, at vit her í Føroyum skuldu nýtt einar 300 milliónir krónur til gransking og nýmenning.
Í okkara grannalondum er vanligt, at vinnulív og privatir grunnar stuðla granskingini, soleiðis at ikki allur peningur til hetta endamál skal útvegast yvir almennu fíggjarlógina. Vit hava tó í Føroyum ikki siðvenju fyri einum slíkum fíggingarmmyndli og tað man fara at ganga rúm tíð, áðrenn føroyska vinnulívið fer at fíggja eins nógv av granskingini og gjørt verður í okkara grannalondum. Vit verða tí ivaleyst noydd til at viðurkenna, at ein lutfalsliga stórur partur av granskingarfíggingini má útvegast yvir løgtingsfíggjarlógina. Mett verður, at tær 200 milliónirnar mugu útvegast á hendan hátt, meðan tær 100 milliónirnar, sum skulu til fyri at røkka teimum trimum prosentum av BTÚ eiga at verða útvegaðar frá øðrum fíggingarkeldum, eitt nú privatum fyritøkum og frá ES granskingarprogrammum, sum vit nú hava møguleika fyri at taka lut í.
Hvussu er so støðan í dag, tá vit hugsa um almennu játtaninar til gransking og nýmenning? Taka vit Granskingargrunnin fyrst, so hevur hann árliga umleið 7 milliónir at býta út eftir umsókn til granskingarverkætlanir. Mett verður, at einar 90 milliónir verða í Føroyum nýttar til gransking og nýmenning, íroknað nevndu játtan til Granskingargrunnin. Hetta svarar til umleið 0,90% av BTÚ. Av hesum koma umleið 65 millónir úr almennum kassum so ella so, oftast av játtanunum til stovnar, ið granska, t.d. Havstovan, Heilsufrøðiliga starvstovan, Náttúrugripasavnið, Fróðskaparsetrið o.a., meðan restin kemur frá vinnuni og útlendskum fíggingarkeldum.
Granskingargrunnurin eigur at verða høvuðsálitið hjá føroyskari gransking. Grunnurin fekk hesaferð 46 umsóknir um stuðul til verkætlanir. Søkt varð um umleið 35 milliónir krónur innan tey seks høvuðsøkini, sum Granskingarráðið flokkar umsókninar eftir. Tað skal ikki nógv hugflog til at staðfesta, at játtaninar, sum í dag eru tøkar til føroyska gransking eru fjart frá teimum upphæddum, sum OECD mælir til at nýta. Her liggur ein stór avbjóðing til løgting, landstýri, vinnulív og ikki minst til granskingina sjálva, ið má venja seg til at troyta nýggjar útlendskar samstarvs- og fíggingarmøgulkeikar, eitt nú við ES samstarvinum.