Grava út fyri nýggja listasavninum

Í vetur verður helst gjørligt at vitja á nýggja listasavninum á Sandi. Útgrevsturin er farin í gongd, og kanska verður hetta eisini byrjanin til ein listaskúla í oynni.

Sandur: - Eitt slíkt listasavn fer ikki bert at hava týdning fyri mentanina í Sands bygd, men eisini fyri alla Sandoynna, sigur Páll á Reynatúgvu.
Sum borgarstjóri á Sandi er hann sera fegin um tað arbeiðið sum byrjaði fyrr í vikuni: Tá byrjaðu nevniliga menn hjá Articon at grava út fyri tí nýggja listasavninum í bygdini.
Gongur sum ætlað so skal alt arbeiðið verða liðugt á jólum, soleiðis at ein tá kann taka hetta savnið í nýtslu.

Kjak um listaskúla
Eitt slíkt listasavn fer at hava tvær funktiónir: Í fyrsta lagi, at fólk fáa høvið at síggja tey mongu listarverkini, sum har koma at hanga.
Í aðru atløgu verða her eisini skaptir møguleikar hjá listarfólkum at fáa góðar umstøður at arbeiða undir.
Tað vísir seg mangan, at serliga tey ungu listarfólkini fáa hugflog sítt og evni síni av álvara fram í ljósið í stórbýnum. Nú fáa tey ein nýggjan møguleika úti á bygd.
- Tað er ikki uttan týdning, at vit her í bygdini fáa tað fyrsta veruliga listasavnið uttanfyri høvuðsstaðin
- Við hesum listasavni fáa vit tað privilegium at kunna bjóða hesum skapandi fólkunum góðar karmar her á Sandi, sigur Páll á Reynatúgvu.
Á listasavninum verður ætlandi gjørd ein verkstova, har listafólk fáa møguleika at útfolda seg við gávum sínum.
Óhugsandi er ikki, at júst hetta savnið fer at elva til nýtt kjak um ætlaða listaskúlan á Sandoynni.