tú hoyrir um, at heili sjey línuskip koma inn at landa sama dag. Men, soleiðis verður mánadagin, um metingin, sum Fiskamarknaður Føroya hevur gjørt í dag, fer at halda. - Vit vænta, at eini sjey línuskip [...] línuskip koma inn at landa mánadagin. Skipini hava mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Men, tað verður ikki bara mánadagin, at línuskip koma inn at landa. Gongst, sum tey á Fiskamarknaði Føroya vænta, so [...] íslendskum sjógvi. Um útlitini til útróður, veit marknaðurin at siga, at streymurin verður brúkiligur, og veðrið verður eisini gott. Tí verður roknað við, at nakað av útróðri verður í næstu viku.
slept ætlanini um at byggja út fram við Skansanum, og nú ætlanin í staðin er at fara undir eina minni útbygging suðureftir, heldur ein av býráðslimunum, Tróndur Sigurðsson, tað vera rættast at halda ein borgarafund [...] borgarafund, fyri at upplýsa fólk um ta ætlanina. Á býráðsfundi hóskvøldið heitti hann á Sjúrð Olsen, formann í vinnunevndini, um at skipa fyri borgarafundi um málið, so borgararnir kunnu fáa at vita, hvat hetta [...] hetta gongur út uppá, akkurát sum at tey fingu eina frágreiðing um hina fyrru útbygginina, sum nú er slept. Men Sjúrður Olsen helt hinvegin ikki, at tað var neyðugt at halda borgarafund um útbyggingina
sigur, at leitingin har hevur ikki givið nakað úrslit. Talsmaðurin hjá løgregluni leggur tó afturat, at enn eru nógv viðurskifti eftir at kanna, og at tað fer at taka vikur og kanska mánaðir at kanna [...] Guardian, at hon hevur ikki funnið nøkur nýggj prógv í málinum, og at leitingin í einum øki í Praia da Luz í Portugal hevur ikki givið nakað úrslit. Portugisisku myndugleikarnir gjørdu herfyri av at grava [...] illgruna fyri at hava brotið inn í íbúðina og at hava burturflutt Madeleine, sum tá var trý ára gomul. Teir báðir menninir eru ikki avhoyrdir enn, men sambært The Guardian fer portugisiska løgreglan at avhoyra
slapp ikki at í Nólsoy í gjárkvøldið, og hevur eisini avlýst fyrsta túr í morgun. Hóast veðrið at sigla um fjørðin er av tí besta, var vindurin í gjárkvøldið so nógvur, at Ternan slapp ikki at í Nólsoy. [...] skiparin frá, at eingin møguleiki var at sleppa at í Nólsoy. Líkindini í morgun eru sum sjáldan sæð áður, og mált var upp í 32 m/s. Hann skal kortini maka út á fyrrapartin, og skiparin lovaði, at Ternan fer [...] megnaðu ikki at vinna upp móti harða útsynninginum, og tí gjørdi skiparin av, at fara til havnar aftur við øllum ferðafólkunum. Samstundis var túrurin úr Havn klokkan 22 avlýstur. So at siga øll ferðafólkini
Tá Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, fer at halda nýggjársrøðu um nakrar dagar, fer hon at brúka ein part av tíðini til at greiða dønum frá, at teir skulu venja seg til ein nýggjan búskaparligan [...] fakfelagnum 3F, Poul Erik Skov Christensen, heldur, at stjórnin skal leggja seg eftir at útvega fleiri arbeiðspláss heldur enn at brúka so nógva orku uppá at økja arbeiðsmegina. -Eg veit ikki rættiliga, hvørjari [...] an veruleika, sum krevur áhaldandi nýskipanir og broytingar. Málið er at útvega fleiri arbeiðspláss og at fáa fleiri fólk til út á arbeiðsmarknaðin. Í samrøðu við JyllandsPostin boðar forsætisráðharrin
Tey arabisku londini lova nú at hjálpa teimum palestinsku myndugleikunum við pengum, eftir at Ísrael hevur gjørt av at afturhalda pengunum, sum landið hevur kravt inn í tolli og avgjøldum fyri palestinar [...] palestinar. Tað gjørdi ísraelska stjórnin fyri at vísa sína misnøgd við, at Palestina fekk eygleiðarastøðu í ST. Í síðstu viku søgdu teir palestinsku myndugleikarnir, at teimum tørvar 250 milliónir dollarar um [...] siga, at tann seinasta avgerðin hjá ísraelsmonnum hevur gjørt, at 153.000 almenn starvsfólk í Palestina hava ikki fingið løn fyri november mánað. Teir arabisku uttanríkisráðharrarnir siga, at tað er neyðugt
sannlíkindi fyri, at Obama verður afturvaldur. Aðrir valserfrøðingar halda tað vera rættiliga vist, at Obama fer at vinna í tí týdningarmikla sveigstatinum Ohio, og at hann eisini fer at hava munin í minst [...] upp á 271 valmenn, og tað er nóg mikið til at tryggja honum valsigurin, tá markið er 270. Og so leggja tey valkønu afturat, at tað er væl møguligt, at Obama fer at vinna í øðrum sveigstatum eisini og harvið [...] serfrøðingunum, at Barack Obama, forseti, hevur betri møguleikar at vinna enn avbjóðarin, Mitt Romney. Nate Silver, sum er valserfrøðingur hjá tí stóra blaðnum New York Times, sigur, at tað eru 92 prosent
megna at fingið fatur á einum sera vælkendum persóni - nevniliga amerikonsku Paris Hilton. Danskir miðlar skriva nú, at á tíðindafundi greiddi Paris Hilton frá, at tað er stuttligt og heitt at vera í [...] hvussu hann hevur fingið fatur á Paris Hilton, men at hann er sera fegin um, at hon valdi at vera við. Hann leggur aftrat, at hon er nakað heilt serstakt, sum hann metir fer ta blása nýtt lív í sendingina [...] amerikanska stjørnan aftrat, at hon heldur tað vera nakað serstakt, at vera við í tí fremstu undirhaldssendingini í Danmark. Jacob Juhl, sum í ár framleiðir Paradise Hotel sigur, at hann ikki vil siga hvussu
kønu siga, at hann fer at skifta ætt um eina løtu, og so verður tað minni vindur í Sarpugerði, og so rokna teir við, at tað fer at bera til at spæla fótbólt í Sarpugerði. Úr Gøtu verður sagt, at sum tað sær [...] løtuni er ov nógvur at spæla fótbólt í Sarpugerði. Teir hava tó ikki mist mótið um, at tað skal bera til at spæla fótbólt í Gøtu í kvøld. Í fyrsta umfari er dysturin útsettur til klokkan 18.15. Hann er [...] Ætlanin var, at Alex Troleis skuldi bríksla fyri fyrstu ferð klokkan 18 í Sarpugerði í Gøtu, har Víkingur hevur vitjan av AB. Men tað verður ikki bríkslað klokkan 18.00. Tað verður mett, at vindurin í løtuni
øllum at døma flutt seg, tí at dálkaða økið tørnaðist, sum fráleið. Í farnu viku varð klor latið í vatnið, soleiðis at tað var drekkandi, uttan at neyðugt var at kóka vatnið. Men kommunan sigur, at nýggjastu [...] nýggjastu vatnkanningarnar vísa, at nú eru ikki bakteriur at finna í vatninum, og tískil er ikki longur neyðugt at klora ella kóka drekkivatnið. Samstundis boðar kommunan eisini frá, at vatnið í Kollafirði eisini [...] kommuna boðar nú frá, at loksins er drekkivatnið á Argjum reint aftur. Vatnið hevði verið dálkað á Argjum og einum parti av Velbastaðvegnum í næstan ein mánaða, og trupult var at finna fram til dálkin