Hóast lítil munur er á teimum báðum amerikonsku forsetavalevnunum í teimum landsumfatandi meiningakanningunum, er niðurstøðan hjá serfrøðingunum, at Barack Obama, forseti, hevur betri møguleikar at vinna enn avbjóðarin, Mitt Romney.
Nate Silver, sum er valserfrøðingur hjá tí stóra blaðnum New York Times, sigur, at tað eru 92 prosent sannlíkindi fyri, at Obama verður afturvaldur.
Aðrir valserfrøðingar halda tað vera rættiliga vist, at Obama fer at vinna í tí týdningarmikla sveigstatinum Ohio, og at hann eisini fer at hava munin í minst tveimum øðrum sveigstatum, Wisconsin og Nevada. Vinnur hann í hesum trimum statunum, kemur hann upp á 271 valmenn, og tað er nóg mikið til at tryggja honum valsigurin, tá markið er 270.
Og so leggja tey valkønu afturat, at tað er væl møguligt, at Obama fer at vinna í øðrum sveigstatum eisini og harvið tryggja sær ein greiðan sigur.