Paris Hilton við í Paradise Hotel

Níggjunda umfarið av Paradise Hotel á Tv3 byrjar í næstum, og hesaferð hava donsku framleiðararnir megna at fingið fatur á einum sera vælkendum persóni - nevniliga amerikonsku Paris Hilton.

 

Danskir miðlar skriva nú, at á tíðindafundi greiddi Paris Hilton frá, at tað er stuttligt og heitt at vera í Mexico, har upptøkurnar til Paradise Hotel eru byrjaðar.

 

Umframt hetta legði amerikanska stjørnan aftrat, at hon heldur tað vera nakað serstakt, at vera við í tí fremstu undirhaldssendingini í Danmark. Jacob Juhl, sum í ár framleiðir Paradise Hotel sigur, at hann ikki vil siga hvussu hann hevur fingið fatur á Paris Hilton, men at hann er sera fegin um, at hon valdi at vera við. Hann leggur aftrat, at hon er nakað heilt serstakt, sum hann metir fer ta blása nýtt lív í sendingina.

 

Hetta veit heimasíðan hjá Ekstra Blaðnum at siga.