Drekkivatnið er reint aftur

Nú er ikki neyðugt at kóka vatnið á Argjum

Tórshavnar kommuna boðar nú frá, at loksins er drekkivatnið á Argjum reint aftur.

Vatnið hevði verið dálkað á Argjum og einum parti av Velbastaðvegnum í næstan ein mánaða, og trupult var at finna fram til dálkingarkelduna. Talan var um koliformar bakteriur, segði Tórshavnar kommuna.

Keldan hevur eftir øllum at døma flutt seg, tí at dálkaða økið tørnaðist, sum fráleið.

Í farnu viku varð klor latið í vatnið, soleiðis at tað var drekkandi, uttan at neyðugt var at kóka vatnið.

Men kommunan sigur, at nýggjastu vatnkanningarnar vísa, at nú eru ikki bakteriur at finna í vatninum, og tískil er ikki longur neyðugt at klora ella kóka drekkivatnið.

Samstundis boðar kommunan eisini frá, at vatnið í Kollafirði eisini er reint.

Orsakað av streymslitinum í farnu viku, var óviðgjørt vatn farið í vatnleiðingina, men sambært kommununi er vatnið reint aftur.