Tórshavnar Býráð hevur slept ætlanini um at byggja út fram við Skansanum, og nú ætlanin í staðin er at fara undir eina minni útbygging suðureftir, heldur ein av býráðslimunum, Tróndur Sigurðsson, tað vera rættast at halda ein borgarafund, fyri at upplýsa fólk um ta ætlanina.
Á býráðsfundi hóskvøldið heitti hann á Sjúrð Olsen, formann í vinnunevndini, um at skipa fyri borgarafundi um málið, so borgararnir kunnu fáa at vita, hvat hetta gongur út uppá, akkurát sum at tey fingu eina frágreiðing um hina fyrru útbygginina, sum nú er slept.
Men Sjúrður Olsen helt hinvegin ikki, at tað var neyðugt at halda borgarafund um útbyggingina, tí ein borgarafundur longu hevur verið um fyrru ætlanina.
Trýst á pílin undir myndini, fyri at hoyra Trónd Sigurðsson greiða frá, hví hann kortini heldur, at ein borgarafundur eigur at vera um havnarútbyggingina, sum hon nú skal síggja út.