Arabar hjálpa palestinum fíggjarliga

Tey arabisku londini lova nú at hjálpa teimum palestinsku myndugleikunum við pengum, eftir at Ísrael hevur gjørt av at afturhalda pengunum, sum landið hevur kravt inn í tolli og avgjøldum fyri palestinar. Tað gjørdi ísraelska stjórnin fyri at vísa sína misnøgd við, at Palestina fekk eygleiðarastøðu í ST.

Í síðstu viku søgdu teir palestinsku myndugleikarnir, at teimum tørvar 250 milliónir dollarar um mánaðin, um teir ikki fáa pengarnar, sum Ísrael hevur lagt hald á, og um teir ikki fáa tann stuðul, sum altjóða samfelagið hevur lovað teimum. Myndugleikarnir siga, at tann seinasta avgerðin hjá ísraelsmonnum hevur gjørt, at 153.000 almenn starvsfólk í Palestina hava ikki fingið løn fyri november mánað.

Teir arabisku uttanríkisráðharrarnir siga, at tað er neyðugt at skipa fyri einum fundi millum tey lond, sum eru sinnað til at hjálpa fólkinum á Vestara Áarbakka og at endurbyggja Gazageiran.