Bretska løgreglan viðgongur í samrøðu við blaðið The Guardian, at hon hevur ikki funnið nøkur nýggj prógv í málinum, og at leitingin í einum øki í Praia da Luz í Portugal hevur ikki givið nakað úrslit.
Portugisisku myndugleikarnir gjørdu herfyri av at grava í einum øki nærhendis frítíðaríbúðini, haðani Madeleine McCann hvarv fyri sjey árum síðani, men bretska løgreglan sigur, at leitingin har hevur ikki givið nakað úrslit.
Talsmaðurin hjá løgregluni leggur tó afturat, at enn eru nógv viðurskifti eftir at kanna, og at tað fer at taka vikur og kanska mánaðir at kanna alt.
Tveir menn eru undir illgruna fyri at hava brotið inn í íbúðina og at hava burturflutt Madeleine, sum tá var trý ára gomul. Teir báðir menninir eru ikki avhoyrdir enn, men sambært The Guardian fer portugisiska løgreglan at avhoyra teir skjótt.