beskorið at leggja grundina undir eina politiska læru. Borgarstjórin í Havn er eftir øllum at døma ein av hesum úrmælingum. Hann vil vera við, at stórur munur er á at vera í minniluta og at vera í andstøðu [...] orsøkin til, at borgarstjórin heldur seg hava fingið nakrar óargaungar inn í býráðið, sum ikki duga at virka eftir hansara heimagjørdu politisku læru. Hann hevur framvegis ikki skilt, at meiningin við [...] fólkaræðinum eitt nú er, at ein heilur fólkavaldur stovnur skal ikki enda sum ein klubbi, har nógv verður dult og annað avgreitt í skýmaskotum ? uttan at borgarnir vita av nøkrum. At enda svar upp á báðar
ráddi føroyingum til at steðga hesum. Jenis av Rana sigur, at ein av fyrilestrarhaldarunum endaði sína framløgu á hesum fundinum við at siga, at enn er ikki ov seint hjá føroyingum at taka støðu í hesum [...] vísir á, at bæði í Danmark og Íslandi, hevur skøkjulevnaður vundið nógv upp á seg seinastu árini og í báðum hesum londum verður staðfest, at tað byrjaði við at loyva striptease. Hann vísti eisini á, at ein [...] Streaptease Er tað loyvt at skipa fyri striptease í Føroyum. Hetta er ein spurningur, sum Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri miðflokkin, nú fer at reisa á Føroya Løgtingi. Í dag fer hann at seta ovasta, politiska
Endamálið hjá okkum her er ikki bert at peika afturum, men at ávara móti, at søgan endurtekur seg. Fólkaflokkurin er og verður tann sami, og tí eigur man altíð at fylgja sera væl við, hvat hann sigur og [...] av leið. Søgan hevur víst okkum, at hvørja ferð okkurt initiativ fær rós í litfaldaranum hjá Fólkaflokkinum, Dagblaðnum, so er at verða á varðhaldi. Tað er at vóna, at góðar kreftir seta seg saman og [...] nokk til at gjøgnumføra hetta uttan Fólkaflokkin. Nú kann eingin flokkur siga seg frían fyri feildisponeringum, kanska serliga í 80?unum, men grundin til at vit draga serliga Fólkaflokkin fram er, at hann
greiðir frá, at tað kann fara at verða torført at leggja tímatalvuna tilrættis, tí tað verða bæði yngri og eldri næmingar líka úr Sumba til Norðoyggjar, sum koma at ganga á skeiðinum. - Vit fara at hava ein [...] sum ynskja at festa ein garð ella at verða sitandi í festi at nema sær kravda útbúgvingarskeiðið í Føroyum. Mánadagin byrjar eitt skeið á búnaðardeplinum í Kollafirði. Sosialurin frættir, at 21 hava teknað [...] ungdómsskúla, sigur, at tey fingu eina áheitan frá Mentamálaráðnum um at taka útbúgvingina upp her í Føroyum, so at áhugaði kundu tekna seg her. - Og tað er so gjørt nú, og áhugin hevur víst seg at vera sera stórur
ábøtur gjørdar á skúlan í bygdini, at hann verður ikki at kenna aftur. Í fyrra lagi er ætlanin at høvuðsumvæla skúlabygningin, sum er. Í øðrum lagi verður skúlin útbygdur so at hann verður tvær ferðir so stórur [...] sigur, at Mentamálaráðið hevur góðkent ætlanina og farið verður nú undir at projektera arbeiða. So verður arbeiðið boðið út í heyst og síðani verður beinanvegin farið at byggja Hann sigur, at Arbeiðið [...] kommununi í ár til endamálið, men ætlanin er at seta pening av, bæði í 2003 og 2004 til endamálið. Øll fíggjarmegin Borgarstjórin sigur, at ætlanin er ikki at taka lán til arbeiðið, so hesi næstu árini fer
var í leysatíðindunum um, at hann ikki fer at halda prædikuna, svarar Ólavur, at tað verður Inga Poulsen Dam, sum skal halda hana. Tá vit nevna fyri Ólavi, at bispur sigur, at tað hann sum skal halda hana [...] ólavsøkudag, svarar bispur, at hann veit ikki annað, enn at tað er Ólavur Rasmussen sum heldur prædikuna, tí hann hevur ikki fingið nakra formliga umbøn frá Ólavi, um at sleppa undan at halda prædikuna. Tá vit [...] verið teskað í krókunum um, at óvissa hevur stungið seg upp, um hvør skal halda ólavsøkuprædikuna í ár. Vanlig mannagongd er, at tað er tann nýggjasti presturin, sum fær heiðurin at halda prædikuna ólavsøkudag
fyri at skerja kjarnorkuvápnagoymslurnar og at forða fyri, at kjarnorkuvápn enda í hondunum á teimum, sum ikki eiga at hava atgongd til slík vápn. -Eingin okkara heldur, at USA og Russland fara at byrja [...] segði Bush annars, at hann ætlaði sær at leggja dent á at tryggja kjarnorkuvápn kring heimin, men tað hevur hann ikki gjørt enn, sigur senatorurin. Granskararnir hjá RAND-stovninum vísa á, at USA og Russland [...] mikið av kjarnorkuvápnum til at leggja allan heimin í oyði eftir einum tíma, og at tað tekur bert nakrar minuttir at trýsta á allar teir neyðugu knøttarnar. Teir siga eisini, at búskaparligu trupulleikarnir
loyvir sær at ivast stórliga í um streykir er tann besti mátin at geva okkara verkafólki tey bestu korini at liva undir. Persónliga haldi eg tað verða púra burturvið at leggja landið lamið og at lata virðir [...] fátøk. Undirritaði gongur inn fyri at partarnir á arbeiðsmarknaðinum skipað síni viðurskifti, uttan at Løgtingið leggur seg út í trætuna, men um partarnir ikki eru førir at loysa síni viðurskifti, so skal [...] inn á ting. Hinvegin kann tað ikki verða rætt einans at brúka fáar dagar, og so rópa eftir semingsfólkum, mín meining er, at tá partarnir settu seg at samráðast, so skuldu hurðarnar verði læstar, og síðani
nyttar einki at blíva við at útseta skúlatingini, tí so kemur tað mær bara aftur um brekku. So eg byrji at lesa, men eftir 10 min. verða eygnalok míni so tung, at ikki er møguligt at halda teimum uppi longur [...] upp fyri mær, at eg havi sovið, leypi eg upp og rópi: "NOY!" Eg leggi eina fløgu í fløguspælaran og koyri hart frá fyri ikki at sovna aftur. Byrji so aftur at lesa. Tað kann ikki sigast, at fløguspælarin [...] eg sovið í tríggjar tímar. Eftir at hava etið, sigi eg við mammu: "Eg føli meg so modnan at sita inni allan dagin og gera skúlating ella sova, eg haldi, at eg fari at venja fótbólt í kvøld". Klokkan er
hinvegin heldur hann, at tað eigur at vera møguligt at fáa danir at útbyggja og nútímansgera flogvøllin, tí tað eru hóast alt teir, sum eiga hann, og teir kunnu ikki sleppa við at lata hann liggja soleiðis [...] ger tað heldur ikki lættari at yvirtaka flogvøllin, sigur Marjus Dam. Hon svaraði í pengum til tað, útbyggingin fer at kosta, sigur hann. Hann heldur ikki, at tað er ráðiligt at yvirtaka flogvøllin, sum hann [...] Men tað er ikki lætt at nútíðargera flogvøllin, tí eingin vil eiga hann, sigur Marjus Dam. Í hvussu ikki, tá talan er um at gjalda fyri hann. Tað er kortini ikki verri enn so, at føroyingar vilja fegnir