Yrkisskeið innan landbúnað í Kollafirði

Tað er lógarkravt, at allir bøndur skulu hava eina útbúgving fyri at kunna sita í festi ella at festa. Hendan útbúgvingin kann millum annað fáast í Noregi, men nú ber eisini til at nema sær hesa útbúgvingina í Føroyum

Til ber nú hjá teimum, sum ynskja at festa ein garð ella at verða sitandi í festi at nema sær kravda útbúgvingarskeiðið í Føroyum. Mánadagin byrjar eitt skeið á búnaðardeplinum í Kollafirði.
Sosialurin frættir, at 21 hava teknað seg til tað fyrsta skeiðið. Og tey byrja sum sagt mánadagin.
Napoleon Nólsoy, stjóri á Tórshavnar kvøld og ungdómsskúla, sigur, at tey fingu eina áheitan frá Mentamálaráðnum um at taka útbúgvingina upp her í Føroyum, so at áhugaði kundu tekna seg her.
- Og tað er so gjørt nú, og áhugin hevur víst seg at vera sera stórur, sigur hann.
Hann greiðir frá, at tað kann fara at verða torført at leggja tímatalvuna tilrættis, tí tað verða bæði yngri og eldri næmingar líka úr Sumba til Norðoyggjar, sum koma at ganga á skeiðinum.
- Vit fara at hava ein fund um, hvussu vit tilrættisleggja tímatalvuna í morgin, so enn ber ikki til at siga nakað um, hvussu tað fer at síggja út.
Tað er ymiskt sum skeiðsluttakararnir ynskja, at skeiðið verður tilrættislagt. Summi ynskja vikuskiftini, onnur kvøldini og upp aftur onnur halda tað er í lagi, at tað verður um dagarnar. Men tað verður so fingið greiða sum skjótast.

Próvtøka og verkætlan
Útbúgvingin er eitt skeið upp á tilsamans 200 tímar, har næmingarnir ganga til ávísar lærugreinar innan landbúnað. Næmingarnir skulu síðani upp til próvtøku og gera eina verkætlan, sum eisini skal leggjast fram.
Lærugreinarnar, sum verða á skeiðinum eru lívfrøði og náttúra, húsdjór, plantur, tøkni, búskapur og so verkætlanin. Teir 200 tímarnir eru so býttir yvir tær ymisku lærugreinarnar alt eftir, hvat verður mett, at tær koma at krevja.
Henda útbúgvingin er sum sagt eitt krav fyri allar festarar, og tey sum ætla at festa í Føroyum. Tað er Føroya Jarðarráð, sum ásetur hetta krav.
Sambært lógini fyri yrkisskeiðið skal tað nøkta tørvin hjá føroyska landbúnaðinum, tá tað snýr seg um yrkisligan førleika og almennan kunnleika.
Endamálið við skeiðinum er, at tað skal geva fólki við drúgvum vinnuroyndum neyðugt ástøðiligt og verkligt grundarlag at reka eitt festi á einum burðardyggum grundarlagi.
Umsøkjararnir skulu vera minst 25 ára gomul og hava arbeitt á einum garði í minst trý ár.