Borgarstjórin og andstøðan

Jógvan Arge
Býráðslimur í Havn
fyri tjóðveldisflokkin

Tað er bara heilt fáum persónsmenskum beskorið at leggja grundina undir eina politiska læru.
Borgarstjórin í Havn er eftir øllum at døma ein av hesum úrmælingum.

Hann vil vera við, at stórur munur er á at vera í minniluta og at vera í andstøðu, og hann gremur seg um, at minnilutin í Tórshavnar Býráð virkar sum andstøða.
Læran hjá Jan Christiansen tykist vera, at teir flokkar, sum verða settir uttanfyri eina meirilutasamgongu, skula ikki vera ímóti politikkinum hjá meirilutanum.
Teir skula helst slúka alt tað, sum samgongan kastar fyri teir.
Hesi læru kann eg ikki taka undir við. Rokni við, at vit eru í hvør sínum parti í býráðnum av teirri einføldu orsøk, at vit ikki eru á einum máli um høvuðsheitini í politisku kósini.
Borgarstjórin hevur sjálvur valt sínar samstarvsfelagar. Hann skipaði sjálvur fyri at seta minnilutan/andstøðuna uttanfyri samgonguna uttan orð ella boð, og vit høvdu ikki ávirkan á tann politiska setningin, sum samgongan setti sær fyri.
Men kortini hava vit okkara hugsan um, hvussu mál av samfelagsligum týdningi eiga at verða loyst, og okkara hugsan samsvarar ikki altíð við hugsanina hjá samgonguni í býráðnum.
Tað gera vit javnan vart við, og samstundis kenna vit tað sum okkara einføldu skyldu at rópa varskó, tá samgongan fer av leið.
Hetta er orsøkin til, at borgarstjórin heldur seg hava fingið nakrar óargaungar inn í býráðið, sum ikki duga at virka eftir hansara heimagjørdu politisku læru.
Hann hevur framvegis ikki skilt, at meiningin við fólkaræðinum eitt nú er, at ein heilur fólkavaldur stovnur skal ikki enda sum ein klubbi, har nógv verður dult og annað avgreitt í skýmaskotum ? uttan at borgarnir vita av nøkrum.
At enda svar upp á báðar spurningar hansara í bløðunum. Vit høvdu onki ímóti at Bussleiðin varð boðin út. Vit hava onki ímóti, at tikið verður av lægstu tilboðum, men vit hava nógv ímóti, at Bussleiðin ikki verður víðkað til eitt gott flutningstilboð.
Tíðin krevur meiri kollektiva ferðslu, tí trýstið á umhvørvið, veganetið og parkeringsplássini er ov stórt og verður bara størri.
Í býráðnum hildu vit onga grund vera til at dylja hesa hugsan ? sjálvt um hon ikki hóvaði borgarstjóranum og hansara samgongu.