Tekur striptease upp í Løgtinginum

Jenis av Rana vil hava at vita, um tað er lógligt at skipa fyri striptease í Føroyum

Streaptease

Er tað loyvt at skipa fyri striptease í Føroyum.
Hetta er ein spurningur, sum Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri miðflokkin, nú fer at reisa á Føroya Løgtingi.
Í dag fer hann at seta ovasta, politiska myndugleika á økinum í Føroyum, Landsstýrismanninum í lógarmálum, Høgna Hoydal, ein skrivligan fyrispurning um striptease í Føroyum
Jenis Av Rana vil hava at vita, hvørjar lógir eru galdandi í Føroyum viðvíkja striptease, skøkjulevnaði, handli við kvinnum og tí at breiða út pornografisk rit.
Hann vil eisini hava av vita, hvør hevur evstu ábyrgdina á økinum og sostatt ábygdina av slíkum virksemi og hvør í sostatt eisini hevur møguleika fyri, at forða tílíkum virksemi.
Somuleiðis spyr Jenis av Rana, um tað var lógligt, sum stóð í lýsingablaðnum, ið Havnar Bóltfelag sendi í hvørt hús í høvuðsstaðarøkinum á Ólavssøku.
Tað, løgtingsmaðurin sipar til, er, at í blaðnum var stór lýsing frá Club 20, har boðið varð til striptease á Ólavssøku? og at byrjað var sunnukvøld kl. 22.00.
? Umframt at vísa pornografiskar myndir, stóð eisini internet addressa hjá skøkjustaði í Keypmannahavn í lýsingini, sigur Jenis av Rana.
At enda spyr Jenis av Rana, um landsstýrismaðurin fer at seta neyðug tiltøk í verk, ið kunnu forða fyri striptease, handli við kvinnum og skøkjulevnaði í Føroyum?

Minst fýra milliónir um árið
Í sambandi við Fyrispurningin sigur Jenis av Rana, at S.T metir, at hvørt ár verða minst fýra miliiónir fólk, flest teirra kvinnur og børn, seld millum heimsins lond í sambandi við skøkjulevna. Hjá skøkjum er miðalaldurin 13 ár, tá ið tær byrja.
Í Svøríki er skøkjulevnaður mettur sum harðskapur ímóti kvinnum og er bannaður við lóg.
Jenis av Rana vísir á, at bæði í Danmark og Íslandi, hevur skøkjulevnaður vundið nógv upp á seg seinastu árini og í báðum hesum londum verður staðfest, at tað byrjaði við at loyva striptease.
Hann vísti eisini á, at ein fyrilestrarhaldari í Norðurlandahúsinum á fundinum hjá Kvinnufelagnum og Kreppumiðstøðini um skøkjulevnað, herfyri, vísti á hetta sama og ráddi føroyingum til at steðga hesum.
Jenis av Rana sigur, at ein av fyrilestrarhaldarunum endaði sína framløgu á hesum fundinum við at siga, at enn er ikki ov seint hjá føroyingum at taka støðu í hesum máli.