Flogvøllurin verður tað næsta

Nú tunlarnir í báðum endum á oynni eru komnir, er flogvøllurin næsta stórmálið, sum loysast skal, sigur vágatingmaður

Útbygging

Vágar:Flogvøllurin er næsta stórmálð, sum loysast skal, sigur Marjus Dam, løgtingsmaður í Vágum.
Undirsjóvartunnilin - fyri ikki at tala um Gásadalstunnilin - hava í nógv ár verið nýtt sum valagn í Vágum, og ikki so fáir løgtingsmenn hava havt inntøku í atkvøðutali við at agitera fyri hesum báðum tunlunum.
Men nú eru teir komnir, báðir tveir, so tað dugir ikki til eitt komandi val.
Men tað eru onnur mál, sum loysast skulu í Vágum, vísir Marjus Dam á.
Og næsta stórmálið, sum hann heldur, at farast má undir, er longjan av flogvøllinum.
?Tað ber ikki til at hava ein flogvøll,sum bara er 1.250 metrar. Hann má í minsta lagi vera 1.800 metrar, sigur Marjus Dam.
Flogvøllurin í Vágum er ótíðarhóskandi, vísir Marjus Dam á. Sjálvur vøllurin er stuttur, og terminalurin líkur langt frá tey krøv, sett verða til hann.
Men tað er ikki lætt at nútíðargera flogvøllin, tí eingin vil eiga hann, sigur Marjus Dam. Í hvussu ikki, tá talan er um at gjalda fyri hann.
Tað er kortini ikki verri enn so, at føroyingar vilja fegnir yvirtaka flogvøllin, men við teirri treyt, at danir fyrst gera eina útbygging. Og tað vilja danir ikki. Taðp er sum at blaka pening út gjøgnum vindeygað, siga teir.
?Tann skerjingin, vit fingu í blokkstuðlinum, ger tað heldur ikki lættari at yvirtaka flogvøllin, sigur Marjus Dam. Hon svaraði í pengum til tað, útbyggingin fer at kosta, sigur hann.
Hann heldur ikki, at tað er ráðiligt at yvirtaka flogvøllin, sum hann liggur nú. Men hinvegin heldur hann, at tað eigur at vera møguligt at fáa danir at útbyggja og nútímansgera flogvøllin, tí tað eru hóast alt teir, sum eiga hann, og teir kunnu ikki sleppa við at lata hann liggja soleiðis og ikki lúka tey krøv, tíðin setir, vísir løgtingsmaðurin á.
Marjus Dam hevur hug at venda málinum um flogvøllin aftur til veljarafundirnar í Vágum undan seinasta løgtingsvali.
?Tá stóðu fólkafloksmenn á almennum veljarafundum og søgdu, at peningurin til longjan av flogvøllinum var fingin til vega, og bara var at byrja upp á flogvøllin. Grótið úr Gásadalstunlinum var fyrr lovað, og nú søgdu teir, at pengarnir eisini vóru játtaðir, minnist Marjus Dam aftur.
?Men tað var bara bláur roykur. Beinleiðis ósatt, sigur hann.