Skúlating

Ung í miðnámsskúlum skriva

Eftir strævnan skúladag komi eg heim. Í dag havi eg sett mær fyri at gera skúlatingini beinanvegin, so eg kann njóta restina av degnum. Eg fari inn í kamarið, taki "minni-meg-á-bókina" fram. Bara við at síggja permuna, gerist eg mótleysur. Men eg veit, at tað nyttar einki at blíva við at útseta skúlatingini, tí so kemur tað mær bara aftur um brekku.

So eg byrji at lesa, men eftir 10 min. verða eygnalok míni so tung, at ikki er møguligt at halda teimum uppi longur. Áðrenn eg veit av, eri eg í dreymalandi, men vakni næstan beinanvegin, og tá tað so gongur upp fyri mær, at eg havi sovið, leypi eg upp og rópi: "NOY!"

Eg leggi eina fløgu í fløguspælaran og koyri hart frá fyri ikki at sovna aftur. Byrji so aftur at lesa. Tað kann ikki sigast, at fløguspælarin hjálpti nógv, tí eftir nøkrum min. eri eg aftur í dreymalandi, tó ikki so leingi. Tá eg rakni við aftur, hugsi eg: "noy, eg gevi also ikki upp hesuferð". Eg byrji at ganga runt í kamarinum og rópi orðini upp úr bókini, tað gongur fínt í byrjanini, men gakk, at enda orki eg ikki at ganga runt longur, og leni meg móti einum skápi, dreymaland hómast aftur, og eg blaki meg á songina.

"Klokkan er átta, kom og fá tær nátturða!!!", mamma rópar. Á noynoynoy, nú havi eg sovið í tríggjar tímar. Eftir at hava etið, sigi eg við mammu: "Eg føli meg so modnan at sita inni allan dagin og gera skúlating ella sova, eg haldi, at eg fari at venja fótbólt í kvøld".

Klokkan er tíggju, tá eg komi heim frá venjing. Eg setist aftur við skúlatingunum. Nú kann eg ikki sovna, tí eg havi jú sovið í allan dag. Trupulleikin er bert tann, at um eg skal gera øll skúlatingini, so verði eg ikki liðugur fyrr enn klokkan hálvgum tvey í nátt. Eg fari undir skúlatingini við tí hugburði, at eg skal klára at gera øll skúlatingini í kvøld. Eg vil ikki uppliva enn ein skúladag við ringari samvitsku, tí eg ikki havi gjørt skúlatingini. Klokkan nærkast tvey tá eg leggist, ikki eru øll skúlatingini gjørd.
Næsta dag er sama skil.

Ónd ringrás.



Leivur