varðhugan av, at valið fór at verða gott fyri flokkin, men persónliga er tað altíð trupult at vita, hvussu tað fer at ganga, sigur Jákup Mikkelsen, sum ikki heldur, at tað er óhugsandi, at ein landsstýrissessur [...] í atkvøðutali, men tað heldur hann kemur av, at Anfinn fekk so dygga undirtøku. ? Tað eru fleiri orsøkir til, at Anfinn fekk so dygga undirtøku. Ein er, at hann er ein kendur og dugnaligur politikari, [...] og hann fegnast sum vera man um, at hann varð afturvaldur. Tá prátið fellur inn á møguligar samgongur, so sigur hann, at møguleikarnir eru nógvir. Hann heldur tó, at tað var hart framsett av formonnunum
sum allar broytingar eru sera torførar at fáa ígjøgnum, og tí eigur man at hava virðing fyri teimum politikarum, ið hava megnað at fingið broytingar ígjøgnum, við at taka smá stig rætta vegin. Ein alt ella [...] okkum at spyrja, hví man ikki eisini kann loyva føroyingum at drekka hesa vøru. Føroyingar sleppa sum er at keypa vín og brennivín, ið er nógv sterkari, enn tann vøra, føroysku bryggjaríini ætla at framleiða [...] Tað tykist verða dupultmoralskt, at hava ein politiskan hugburð, ið sigur, at tað er í lagi, bara kenningin útlendsk er. Eitt annað løgið við okkara rúsdrekkalóg er, at man loyvir eitt nú víni og portvíni
av depressión. ? Depressión verður í útlondum skýrd at vera tann nýggja fólkasjúkan, og tað er ongin orsøk til at halda, at tann tendensurin ikki fer at speglast aftur í okkara samfelag, sigur Heri. Psy [...] Hagtøl vísa, at føroyingar ikki eru verri fyri enn onnur. Men gongdin í øðrum londum er skjót tann skeiva vegin, tá tað kemur til sálarligar trupulleikar. ? Eg haldi ikki, at tað er vist, at vit hava líka [...] galið sum í útlondum, sigur Heri Kragesteen og leggur afturat, at tað kann vera ein spurningur um tíð, tí føroyingar hava lyndi til at duga væl at taka óvanar aðrastaðni frá til sín. Ongin skomm Fyrr varð tað
máli. Og at fekst tú ikki eina føroyska bók, er hópin av donskum bókum at velja í. Og hvat hevur tað at siga, at filmar bert kunnu leigast ella keypast antin við danskari talu ella donskum teksti. At fartelefonir [...] verður sagt, at enska ávirkanin á okkara ungu er so mikið stór, at ikki er neyðugt við frálæru í hesum máli longu frá triðja flokki. Djúptøknar kanningar av málinum vísa eftir øllum at døma, at danska ávirkanin [...] trumluni, og at hesi av okkara smæstu longu duga enskt, tá tey byrja í fólkaskúlanum. Lítið man tað hava at siga, at í sjónvarpi eru nær um allar tær ensku rásurnar maldar í donsku kvørnini. Ella at í handlunum
búmøguleikar, soleiðis at tey kunnu fáa eina trygga tilverðu teirra seinastu ár. Umráðandi er, at fleiri møguleikar eru at velja ímillum hjá okkara eldra ættarliði, tá tey ikki longur orka at búgva heima. Smærri [...] so mugu vit hjálpa til, soleiðis at okkara gomlu borgarar fáa sømulig kor. Tað skylda vit teimum. Annars haldi eg, at eldraøkið átti at verið lagt út til kommunurnar at umsiti! [...] einaferð vísa á, at barnaansingarøkið er kommunalt, ímeðan eldra økið er 100 prosent landsmál. Vit lovaðu undan seinast vali, at nú var nokk tosað um barnaansingar trupulleikarnar, og at nú skuldi hesin
tað ongum líkist, at tíðin á tingi, har ríkiligt annað er at takast við hjá bæði ráðharrum og embætismonnum, skal brúkast til at svara spurningum og at gera stórt fyrireikingararbeiði í sambandi við hesar [...] dagin, tá annað ikki er á skránni. Ikki kann sigast, at orðalagið altíð er so sømiligt. At vit eiga góðar røðarar, ið eru alt annað enn keðiligir at lurta eftir, skerst ikki burtur, og gott er tað, tí tað [...] møguleikan at svara aftur. Støðið hevur í summum førum verið óvanliga lágt. Hvat sigur veljarin nú? Hvørja meining hevur hann um, hvar støðið skal verða, og hvar markið gongur? At møguleikin at seta spurningar
men tað er givið, at tá eykaflokstingið mælir til, at eg ikki skal fáa nakað álitisstarv í flokkinum, so verður tað torført at gerast valevni fyri flokkin, sigur Tórbjørn Jacobsen at enda. [...] til eykaflokstingið leygardagin, at eg skuldi setast uttanfyri tingbólkin, men kortini gjørdist tað høvuðsniðurstøðan á fundinum. Eg helt, at flokstingi skuldi nýtast til at samla flokkin aftur, og ikki spjaða [...] Hoydal, er lítil ivi um, at Tórbjørn Jacobsen er á veg úr tingmanningini. Tingmanningin hjá Tjóðveldisflokkinum er áður komin til ta niðurstøðu, at Tórbjørn Jacobsen eigur at vera settur út um tingbólkin
ætlanin, at tað skuldi vera loyvt at roykja. Hann hevði annars verið í holt við kunngerðina, men so komu sterkar ábendingar um, at tað var rættari at gera nýggja tubbakslóg og tí var arbeiðið at gera kunngerðina [...] fyri Løgtingið á Ólavsøku. Summir løgtingslimir halda, at Løgtingið eigur at ganga undan sum eitt gott fyridømi og at Løgtingslimir kunnu ikki krevja, at onnur skulu halda lógir og reglar, sum løgtingið sjálvt [...] Jenis av Rana hava at vita um tað tískil ikki er beinleiðis lógarbrot at gera eitt slíkt roykirúm í Løgtingshúsinum, tí enn er ongin reglugerð gjørd. Heilt serlig undantøk Hann vísir á, at tað bara er í u
Tað er altíð ringt at fáa pengar, so eg tori ikki at lova nakað enn, sigur Jógvan á Lakjuni, sum ivast í, um hann fær samgonguna at játta neyðuga peningin. - Í fyrsta umfari haldi eg, at vit skulu kanna, [...] ítøkiliga fer at mæla samgonguni til, eftir aðalorðaskifti var um fólkaskúlan týsdagin. Eitt orðaskifti har tingfólk úr øllum flokkum vóru samd um, at innskúlingin skal hava fleiri tímar, umframt at játtanin [...] Sagt var, at tilmælið frá landsstýrismanninum er ov lágt sett, tá hann skjýtur upp at geva 1. og 2. flokki ein tíma afturat á hvørjum ári, tey næstu trý árini. Fleiri tinglimir róðu framundir, at tímatalið
Eyðun Jensen formaður á deildini sigur, at alt er gjørt fyri at fáa Petur at vera verandi í Føroyum. Ongan avgerðarrætt Knúturin í málinum er sambært Eyðuni Jensen, at Tórshavnar kommuna ikki hevur endaliga [...] frá. Teirra møguleiki hevur verið at fáa donsku kommununa og pápan at bíða, til viðgerðarstovnur er tøkur í Føroyum, sum almanna- og heilsumálaráðið er í holt við at útvega, men sum sagt vildi kommunan [...] eisini býráðið fyri at hava fjalt upplýsingar, so avvarðandi ikki skuldu hava neyðugu stundirnar at mótmæla, men somuleiðis vísir Eyðun hesum aftur. - Vit hava mótmælt og arbeitt fyri, at Petur kann vera verandi