Hvar er virðingin?

Lisbeth L. Petersen, løgtingslimur
?????
Tey, ið hava hug at fylgja við í hvat hendir í tingi, og hvat har verður sagt, hava møguleikan, nú sent verður beinleiðis gjøgnum Sjónvarp Føroya teir tímarnar um dagin, tá annað ikki er á skránni.
Ikki kann sigast, at orðalagið altíð er so sømiligt.
At vit eiga góðar røðarar, ið eru alt annað enn keðiligir at lurta eftir, skerst ikki burtur, og gott er tað, tí tað ger onki um nakað av undirhaldi eisini er við, men tingmannastarvið er eisini ábyrgdarfult. Veljarin, t.v.s. fólkið, hevur sett tinglimirnar í starv, og veljarin hevur somuleiðis møguleikan at koyra teir tinglimir úr starvi, sum hann ikki er nøgdur við.

Spurningarnir
Seinastu tíðina tá munnligir spurningar, bæði fráboðað-ir og ófráboðaðir, hava verið á skránni hvønn mikudag, eru nógvir tímar farnir við kjaki, ið er endað í persónligum brigsli og beinleiðis útspilling av bæði øðrum politikarum eins og persónum, ið ikki hava havt møguleikan at svara aftur.
Støðið hevur í summum førum verið óvanliga lágt.
Hvat sigur veljarin nú? Hvørja meining hevur hann um, hvar støðið skal verða, og hvar markið gongur?
At møguleikin at seta spurningar eiga at vera rættindi í einum demokratiskum landi og dømi um opinleika í politiska umhvørvinum, kunnu vit skjótt semjast um, men verður hesin møguleiki kanska misnýttur?

Fólkatingið
Annars er at siga, at á fólkatingi verður somuleiðis ein dagur um vikuna brúktur til spurningar, har spurt verður um næstan alt, sum spyrjast kann um, og har er sama skilið, at tað er andstøðan sum brúkar henda rætt til at markera seg. Sum eg havi upplivað tað, so er orðalagið harniðri tó ikki á so lágum støði sum herheima, hóast orðini kunnu vera sera hvøss til tíðir.
Nú eru danskir ráðharrar farnir at tosa um, at tað ongum líkist, at tíðin á tingi, har ríkiligt annað er at takast við hjá bæði ráðharrum og embætismonnum, skal brúkast til at svara spurningum og at gera stórt fyrireikingararbeiði í sambandi við hesar, tá heilt týðiligt er, at spurt verður ofta bara fyri at spyrja.
Hvat siga vit herheima? Halda vit at støðið er virðiligt? Ella hevur føroyski veljarin onga meining um tað?