Sálarliga frískari enn onnur

Heri Kragesteen, sálarfrøðingur á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum, heldur ikki, at føroyingar eru so strongdir sum íbúgvarnir í grannalondum okkara

Hagtøl vísa, at føroyingar ikki eru verri fyri enn onnur. Men gongdin í øðrum londum er skjót tann skeiva vegin, tá tað kemur til sálarligar trupulleikar.
? Eg haldi ikki, at tað er vist, at vit hava líka ilt í sálini, sum útlendingar ella tey í grannalondum okkara, sigur Heri. Hann heldur fram, at tað enn ikki tykist sum at føroyingar renna líka skjótt sum útlendingar.
? Vit hava mangan skund, og alt skal ganga skjótt fyri seg, men enn er tað ikki so galið sum í útlondum, sigur Heri Kragesteen og leggur afturat, at tað kann vera ein spurningur um tíð, tí føroyingar hava lyndi til at duga væl at taka óvanar aðrastaðni frá til sín.

Ongin skomm
Fyrr varð tað dult sum mansmorð, um ein persónur varð raktur av depressión ella av øðrum sálarligum trupulleikum. Sum so nógv onnur viðkvom evni, var hetta ikki nakað, sum ein tosaði nakað serligt um. Hetta er við at broytast í dag, og tað merkist aftur innan sálarliga viðgerðarøkið.
Heri Kragesteen, sálarfrøðingur, heldur ikki, at sálarligir trupulleikar eru so tabuaðir í dag sum fyrr.
? Tað er ikki skomm í dag at hava sálarligar trupulleikar. Fólk eru eisini sum heild nógv betur upplýst í dag, sigur Heri Kragesteen. Hann heldur fram, at upplýsingararbeiðið bæði í fjølmiðlum og aðrastaðni um, hvat fyri hjálp er at fáa, ger eisini sítt til, at fólk eru skjótari at søkja um hjálp.

Depressión vanligast
Av teimum sálarsjúku, sum verða løgd inn á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum, eru nógv tey flestu løgd inn orsakað av depressión.
? Depressión verður í útlondum skýrd at vera tann nýggja fólkasjúkan, og tað er ongin orsøk til at halda, at tann tendensurin ikki fer at speglast aftur í okkara samfelag, sigur Heri.
Psykiatriøkið í Føroyum er annars voksið sera nógv seinastu árini. Inntil fyri seks árum síðani arbeiddi bert tann eini sálarfrøðingurin á deildini á Landssjúkrahúsinum. Í dag eru tey fýra. Tey eru í ferð við at byggja eina økispsykiatri upp, og eina til børn og ungdóm. Til hetta seinna væntar Heri, at tað verður ein sálarfrøðingur, sum kemur at taka sær av tí burturav.