Í øllum fjølmiðlameldrinum kring lítla Petur hevur sosiala deild í Tórshavnar býráð verið nevnd aftur og aftur. Sosiala deild er saman við almanna- og heilsumálaráðnum avvarðandi myndugleiki, og Eyðun Jensen formaður á deildini sigur, at alt er gjørt fyri at fáa Petur at vera verandi í Føroyum.
Ongan avgerðarrætt
Knúturin í málinum er sambært Eyðuni Jensen, at Tórshavnar kommuna ikki hevur endaliga orðið í málinum um Petur.
- Karup kommuna hevur endaligan avgerðarrætt, tí har er foreldramyndugleikin yvir Peturi. Vit hava roynt at útseta avgerðina um at flyta Petur av landinum, til ein tøkur stovnur er í Føroyum, so Petur kann vera verandi, men avgerðin er tikin, og vit kunnu ikki gera meiri við málið, sigur formaðurin á sosialu deild. Eyðun Jensen ger greitt, at endamálið frá byrjan hevur verið at varðveita lítla Petur í Føroyum, men tá einki stovnspláss er til hann, samstundis sum pápin og Karup kommuna ikki vilja bíða, kann býráðið ikki gera meiri.
- Tað hevur verið langt av leið støðugt at ákæra sosialu deild, tí vit hava gjørt tað, vit kunnu, sigur Eyðun Jensen.
Tilmælið
Avvarðandi hjá Peturi siga aðrastaðni á síðuni, at Karup kommuna bert hevur gjørt eftir tilmæli frá Tórshavnar kommunu, og at tað er orsøkin til, at Petur fer til Danmarkar mánadagin. Men hesum vísir Eyðun Jensen aftur.
- Vit bóru víðari tað tilmæli, vit fingu frá serfrøðingum, sum kannaðu Petur, og tað tilmælið var at fáa Petur á viðgerðarstovn. Eingin slíkur er tíverri í Føroyum, og tí er avgerðin tikin í Danmark um, at drongurin skal niður, greiðir formaðurin í sosialu deild frá.
Teirra møguleiki hevur verið at fáa donsku kommununa og pápan at bíða, til viðgerðarstovnur er tøkur í Føroyum, sum almanna- og heilsumálaráðið er í holt við at útvega, men sum sagt vildi kommunan við endaliga avgerðarrættinum ikki bíða.
Einki fjalt
Omma Petur ákærir eisini býráðið fyri at hava fjalt upplýsingar, so avvarðandi ikki skuldu hava neyðugu stundirnar at mótmæla, men somuleiðis vísir Eyðun hesum aftur.
- Vit hava mótmælt og arbeitt fyri, at Petur kann vera verandi í Føroyum. Vit upplýstu avvarðandi beinanvegin um, at Karup kommuna vildi hava Petur niður, og tá endaliga úrslitið fyrilá í august, boðaðu vit beinanvegin frá, sigur Eyðun Jensen at enda.










