Tað ein spurningur um tað ikki er lógarbrot at innrætta roykirúm á loftinum á Føroya Løgtingið.
Nú nýtt løgtingshús er gjørt, hevur tað fingið nógva umrøðu, at Løgtingið hevur innrættað eitt vælútgjørt roykirúm til teir 8-10 løgtingslimirnar, sum roykja.
Annars er tað ikki loyvt at roykja á almennum og hálvalmennum stovnum, men har skal tað bera til
at gera roykirúm.
Men eftir lógini skal landsstýrismaðurin, Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum, gera reglar fyri slík roykirúm og tað hevur hann ikki gjørt.
Og nú vil Jenis av Rana hava at vita um tað tískil ikki er beinleiðis lógarbrot at gera eitt slíkt roykirúm í Løgtingshúsinum, tí enn er ongin reglugerð gjørd.
Heilt serlig undantøk
Hann vísir á, at tað bara er í undantaksføri, at tað ber til at gera frávik frá roykiforboðnum og tað er í heilt serligum førum.
- Undantøk kunnu gerast á psykiatriskum deildum, men Løgtingið er ikki ein psykiatrisk deild. Undantak kann eisini gerast á ellisheimum, men tað er Løgtingið heldur ikki. Og undantak kann eisini gerast á arbeiðsplássum, har bara eitt fólk arbeiðir.
- Tí vildi Jenis av Rana hava at vita um tað er lógligt at gera roykirúm í Løgtinginum, tá ið Hans Pauli Strøm ikki hevur gjørt umrøddu reglugerð.
Hans Pauli Strøm helt, at tað er ivingarsamt, um roykirúmið er lógligt ella ólógligt eftir lógarinnar reglum.
- Men tað er í øllum førum ímóti andanum í lógini, staðesti hann.
Hann nevnir, at eftir andanum í lógini, skuldi royking bara vera loyvd á stovnum, har heilt serligar umstøður gera seg galdandi, eitt nú á psykiatriskum deildum, eldrastovnum, men á vanligum arbeiðsplássum var ikki ætlanin, at tað skuldi vera loyvt at roykja.
Hann hevði annars verið í holt við kunngerðina, men so komu sterkar ábendingar um, at tað var rættari at gera nýggja tubbakslóg og tí var arbeiðið at gera kunngerðina, lagt til viks.
Nýggju reglarnar verður strangari enn tær, sum nú eru og uppskot um tað verður lagt fyri Løgtingið á Ólavsøku.
Summir løgtingslimir halda, at Løgtingið eigur at ganga undan sum eitt gott fyridømi og at Løgtingslimir kunnu ikki krevja, at onnur skulu halda lógir og reglar, sum løgtingið sjálvt ikki heldur.