Klaksvík:
? Mín støða er nakað serlig í hesum førinum, tí eg eri fallin tvær ferðir fyrr uppá tvær atkvøður, men kortini so haldi eg ikki, at eg eri bangin fyri at detta út hesuferð, sigur ein bjartskygdur, men varin Jógvan við Keldu.
Hann var næstvaldur á lista A eftir Anfinn Kallsberg, sum setti met við sínum 819 atkvøðum.
Jógvan hevði tó eina afturgongd í atkvøðutali, men tað heldur hann kemur av, at Anfinn fekk so dygga undirtøku.
? Tað eru fleiri orsøkir til, at Anfinn fekk so dygga undirtøku. Ein er, at hann er ein kendur og dugnaligur politikari, ein onnur er viðferðin sum hann fekk av hasi bókini og allar fylgjurnar og tað triðja er uttan iva sympatiatkvøður, sum hann hevur fingið av somu orsøk. Og tað gekk so millum annað út yvir meg á hesum valinum, sigur Jógvan við Keldu.
Tað hevur afturvaldi tingmaður Fólkafloksins í norðoyggjum tó ongar trupulleikar av, og hann fegnast sum vera man um, at hann varð afturvaldur.
Tá prátið fellur inn á møguligar samgongur, so sigur hann, at møguleikarnir eru nógvir. Hann heldur tó, at tað var hart framsett av formonnunum í Tjóðveldisflokkinum og Javnaðarflokkinum, tá teir á formansrunduni beint eftir valið søgdu, at hvørgin flokkurin fer í samgongu við Fólkaflokkin um ein landsstýrismaður ella løgmaður eitur Anfinn Kallsberg.
? Tað er óklókt av teimum at vera so avgjørdir hasum viðvíkjandi, tí tá avtornar, so kundi tað verðið, at teir fara at bakka, sigur Jógvan við Keldu, tinglimur hjá Fólkaflokkinum í norðoyggjum.
Gott val
Triðji maður á listanum hjá Fólkaflokkinum í norðoyggjum, Jákup Mikkelsen, sigur, at hann er vælnøgdur við persónliga úrslitið og samlaða úrslitið hjá flokkinum, sum gekk fram í norðoyggjum.
? Eg hevði varðhugan av, at valið fór at verða gott fyri flokkin, men persónliga er tað altíð trupult at vita, hvussu tað fer at ganga, sigur Jákup Mikkelsen, sum ikki heldur, at tað er óhugsandi, at ein landsstýrissessur hjá Fólkaflokkinum verður í norðoyggjum, um flokkurin kemur í samgongu.
Jákup Mikkelsen hevur onga aðra viðmerking til tað, sum Høgni Hoydal og Jóannes Eidesgaard søgdu viðvíkjandi Anfinni og samgongumøguleikunum hjá Fólkaflokkinum enn, at fólkið hevur talað, og at tað átti at verðið virt.