hýrur aðrastaðni enn í Føroyum. Hendan tillaging í skattalógini var fullkomiliga neyðug fyri at geva føroyskum fiskiskipum ein kjans at standa seg so dánt í ójavnari kapping móti skipum í Noregi og aðrastaðni [...] upp til 90,4% av søluvirðinum í sambandi við avreiðing er farið beint í landskassan. Harafturat kemur at í Føroyum eru sjófólk einasti samfelagsbólkur sum er farin niður í løn tey seinnu árini, tó at tað [...] mentu at gongdin í tí føroyska fiskiflotanum er einki at rópa hurra fyri í løtuni. Vit síggja hvussu okkara grannalond endurnýggja sínar flotar meðan vit í so máta mestsum hava staðið í stað tey seinastu skjótt
búgva í Danmark. Anna møtti manni sínum Angus Johnstone, tá ið hann var í Føroyum undir krígnum. Hann var við í Lovat Scouts, og hann spældi sekkjapípur í orkestri. Anna og Angus giftust á Sandi í 1945 [...] Anna fekk eitt strik í 1986, og aftaná tað tosaði hon mest føroyskt. Hon kom aftur til Sands og búði har í fimm ár. Fyrst búði hon uppi í Horni og síðani í Koytugarði. Anna doyði í 1992 og er jarðað á Sandi [...] 1945. Tey fingu teirra fyrsta barn í 1946, og tey fingu tilasamans 15 børn. Tað seinasta var føtt í 1968. Tey búði í 14/16 Griminish, Benbucula á ytru Hebridunum, har tey høvdu ein bóndagarð. Tey høvdu 15
upp á tal. Stovnaðu felag Sum greitt frá í blaðnum mikudagin kom Ulrika Steuerwald í samband við David Weinstein í sambandi við eina ráðstevnu um GSD í Manchester í 2009, og tað eydnaðist at fáa serfrøðingin [...] at sukur legði seg inn í hjartað soleiðis, at skilaveggurin millum hjartakømurini gjørdist alt ov tjúkkur. Hetta hevði so aftur við sær, at hjartalæknarnir í Danmark tvær ferðir – í 2002 og 2008 – kallaðu [...] sjúkuni, komu tey í samband við amerikanska serfrøðingin innan GSD, David Weinstein, og hjartalæknin, Hans Petur Nielsen, játtaði í 2009 at ávísa gentuna til amerikanska læknan. Sum greitt frá í Sosialinum mikudagin
neyðugt, at tað almenna eisini ger sína skyldu í hesum døgum og heldur virkseminum í gongd fyri at halda hjólunum malandi. Í fyrilestrinum nam stjórin í Vinnuhúsinum við, at fleiri dømir seinastu tíðina [...] vegurin at ganga í hesum døgum. - Eitt annað, sum vit eisini meta man skal vera varin við, er at seta skipanir í verk, sum eru við til at avlaga arbeiðsmarknaðin, segði Marita Rasmussen. So í staðin fyri at [...] serliga stórur í Føroyum, at tað var sera torført hjá øðrum vinnum, eitt nú flakavinnuni og alivinnuni, at fáa skikkað starvsfólk, segði Marita Rasmussen. Við skattalættanum eru umstøðurnar í fiskivinnuni
góða sparring, nú tær í næstum aftur skulu út í evropeiska kapping. Formaðurin Í FSF, Høgni í Stórustovu handaði KÍ-kvinnunum steypið, og gav báðum liðunum, og kvinnufótbóltinum í síni heild nøkur góð og [...] gjørt fyri, at rammurnar hjá B36 og KÍ kvinnunum skuldu verða í lagið, tá bestu kvinnuliðini í Føroyum skuldu spæla steypafinalu á ovara vølli í Gundadali leygardagin. Men uppmøtingin hjá áskoðarunum var [...] matchwinnari Í 63. minutti kom avgerandi løtan í dystinum. KÍ fær hornaspark, sum verður skotið væl innfyri, Malena Josephsen gerst hægst millum vinir og fíggindar, og skallar bóltin hart í málið. Málnøs
Mikkelsen fyrstu ferð var í landsliðsferðalagnum. Jákup er føddur 14. august í 1970, og hann var tískil júst fyltur 18, tá ið hann í fyrsta altjóða skrásetta landsdystinum hjá Føroyum – á útivølli ímóti Íslandi [...] føroyska landsliðið seinnapartin í morgin fer at ganga inn á vøllin, verður tað við málverjanum Jákupi Mikkelsen á odda. Síðani Óli Johannesen gavst á landsliðnum í juni í fjør, hevur Jákup verið liðformaður [...] Jákup var aðru ferð á beinkinum 16. oktober í 1991, tá ið Føroyar taptu 2-0 í Landskrona ímóti Jugoslavia, og hann sat tólv ferðir á beinkinum, áðrenn hann í 1995 fekk høvi at vísa síni kynstur á landsliðnum
øðingar. Sum støðan er vorðin í landinum mugu okkara politikarar – í eina tíð - leggja allan partapolitikk til viks, og í felag finna loysnir, sum skapa arbeiðspláss í landinum. ?Gera teir ikki tað, so [...] saktans tolir at hava undirskot í nøkur ár, og at ongin grund er til at seta tey stóru sparitiltøkini í verk. Tað er umráðandi, at okkara politikarar lurta eftir serfrøðingum, sum í hesum føri eru búskaparfrøðingar [...] nýggja havrannsóknarskipið byggjast í Føroyum. Leysliga mett kunnu vit siga, at tað tekur tvey ár at byggja skipið. Á henda hátt fáa umleið 150 føroyingar arbeiði í tvey ár. Av hesum kunnu vit rokna við
verður tikin í størri álvara í feløgunum, og tað er sjálvandi rætt fyri teir, sum eru við í fremstu røð, men tað er ikki givið fyri allar, sum spæla í unglingadeildini. Millum teir, sum hava spælt í 1. deild [...] m, áðrenn hann í 1988 tók uppgávuna á seg sum fyrsti venjari hjá a-landsliðnum, skal taka sær av at fyrireika U-18 landsliðið til stóru uppgávuna í Týskalandi. Páll Guðlaugsson hevur í ár verið og skal [...] skal komandi ár vera venjari hjá Leiftri í Íslandi, og tíðaravmarkaðu uppgávuna sum venjari hjá U-18 liðnum røkir hann, meðan hann er heima í Føroyum. Páll er komin til Føroya, eftir at íslendska kappingin
sett upp í 21 stig, og stendur tá á jøvnum, verður leikt eitt eyka sett upp í 15 stig. Hetta er aðru ferð at henda skipanin verður roynd í Føroyum. Fyrru ferð var til FK-kappingina hjá Fleyr í heyst, og [...] sterkasta kvinnulið í landinum prógvaðu tær, við at vinna allar dystirnar í kappingini. Tilvildin hevði lagað tað so, at seinasti dysturin í kappingini, eisini var dysturin um fyrsta plássið í kappingini. Mjølnir [...] vikuskifti fyri kapping millum bestu mans- og kvinnuliðini í landinum. Kappingin var hildin í Gundadalshøllini sunnudagin og var ein liður í einari miðvísari venjingarætlan hjá føroysku flogbóltslandsliðunum
sum letur upp í SMS á fyrsta sinni í morgin. Og hetta konseptið hevur ikki sæð dagsins ljós í Føroyum áður. Tó hevur Baresso-ketan bert eini 6 ár á baki, hon varð sett á stovn í Danmark í 2000. Hetta hendi [...] aftur til Danmarkar eftir at hava búð í millum annað Fjareystri í eini 20 ár. Hugtakið espressobarr er kent í flestu londum, men um okkara leiðir og í Norðanlondum í heila tikið er hugtakið framvegis nærum [...] ígjøgnum nýggjastu tíðindini í dagsins tíðindabløðum. Fáur man halda stórvegis serkunnleika liggja í kaffi – tað smakkar væl og kvikar eitt sindur upp í tí snimmu morgunstundini, men í ringasta føri verður tað