KÍ vann steypið – Heidi vann fótbóltshjørtuni

Munurin gjørdist Malena Josephsen og marginalarnir. Heidi Sevdal gjørdist fótbóltsupplivingin í finaluni, men yvirleggjarin og Olga Olsen forðaðu Heidi og B36

Fótbóltur

 

Nógv var gjørt fyri, at rammurnar hjá B36 og KÍ kvinnunum skuldu verða í lagið, tá bestu kvinnuliðini í Føroyum skuldu spæla steypafinalu á ovara vølli í Gundadali leygardagin. Men uppmøtingin hjá áskoðarunum var eitt vónbrot. Kanska 90-100 fólk vóru til dystin, og tá ein veit, at KÍ-kvinnurnar plaga at hava 200-300 fólk til onkran heimadyst, og at B36 hevði eitt lið í steypafinaluni hjá bæði monnum og kvinnum og hevur eitt sera aktivt fjepparafelag, so má sigast, at áskoðarafjøldin til kvinnufinaluna var eitt vónbrot. Tey sum sóu steypafinaluna hjá kvinnunum, sóu ein dyst, har kvinnurnar stríddust væl, men har lítið flótandi spæl var at síggja. Tað var fitt av hørðum nærdystum, har kvinnurnar veruliga ofraðu seg, og var tað ikki so sjáldan, at spælið varð steðgað, tí spælarar lógu á vøllinum aftaná harðar nærdystir. Hugburðurin manglaði so ikki hjá báðum liðunum.

 

Heidi og yvirleggjarin

Tann spælarin, sum gav okkum bestu detaljarnur í dystinum var Heidi Sevdal hjá B36. Hon gjørdi nakrar flottar detaljur, har hon setti nakrar mótstøðukvinnur av, og var hon við í øllum tey framsøkjandi spælinum hjá B36. Men Heidi hevði ikki hepnið og marginalarnar við sær. Í 37. minutti sendi Heidi eitt sera væl tikið hornaspark beinleiðis á yvirleggjaran. Tá ein góður tími var farin hevði Heidi heldur ikki millimeturbandið við sær. Hon gjørdi eitt flott soloraid gjøgnum KÍ-verjuni, aftaná at hava sett KÍ-verjuna av, so manglaði bara krúnan á verkinum, men aftur vardi yvirleggjarin fyri skotinum hjá Heidi. 10 minuttir seinni skeyt Heidi eitt gott fríspark ímóti málinum hjá KÍ, men tá hevði Olga F. Olsen eina fantombjarging, har hon jústaði bóltin upp um málið. KÍ hevur funnið ein evnaríkan avloysara, nú Randi Wardum er farin til Ìslands at spæla við meistaraliðnum, Vali.

 

Malena matchwinnari

Í 63. minutti kom avgerandi løtan í dystinum. KÍ fær hornaspark, sum verður skotið væl innfyri, Malena Josephsen gerst hægst millum vinir og fíggindar, og skallar bóltin hart í málið. Málnøs, Matchwinnari og Malena eru trý ting, sum hoyra saman. Malena hevði eisini onkra aðra góða roynd, meðan Rannvá Andreassen var ikki líka eyðsýnd, sum hon so mangan hevur verið á vølli áður. Rannvá hevði tó eina góða roynd áðrenn steðgin, og beint áðrenn leiklok mundu tað verið nøkur, sum settu spurnartekin við, um hon var rangstødd. Ikki fyrr enn í 78. minutti kom tann fyrsta útskiftingin í dystinum, og var tað B36-venjarin, sum royndi at venda dystargongdini. Men tá hevði B36 longu havt sínar málmøguleikar, men neyðuga hepnið var, sum sagt ikki við teimum. Millum hæddarpunktini kann nevnast, at Halltóra Joensen hjá B36 royndi at gera ein “Beckham”, og skeyt eitt skot frá miðjuni, men tá var Olga vakin í KÍ-málinum. Eftir øllum sólarteknum verður KÍ greipuvinnari í ár, men B36 hevur so givið teimum góða mótstøðu hesi seinastu árini, og tað kunnu KÍ-kvinnurnar so vónandi brúka, sum góða sparring, nú tær í næstum aftur skulu út í evropeiska kapping. Formaðurin Í FSF, Høgni í Stórustovu handaði KÍ-kvinnunum steypið, og gav báðum liðunum, og kvinnufótbóltinum í síni heild nøkur góð og uppmuntrandi orð. B36 og KÍ eru bulurin á kvinnulandsliðnum, og vónandi býðst skjótt høvið at síggja kvinnulandsliðið í einar kapping, sum verður spæld í Føroyum. Sosialurin ynskir KÍ-kvinnunum hjartaliga tillukku við steypinum, við orðunum hjá týsku fótbóltslegenduni, Andreas Brehme:

- Liðið, sum skorar hevur altíð uppiborið at vinna, tí tað er tað fótbóltur gongur út uppá!” (Sagt við danskar fjølmiðlar eftir EM-finalu ósigurin ímóti Danmark í Göteborg, í 1992).