Ein skuldi valla trúð, at tað ber til at gera stórvegis hóvasták burtur úr nøkrum so vanligum sum kaffi. Tað verður sett út á, og kaffimaskinan bryggjar eftir fáum minuttum, síðani skonkt og drukkið, meðan skoytað verður ígjøgnum nýggjastu tíðindini í dagsins tíðindabløðum. Fáur man halda stórvegis serkunnleika liggja í kaffi – tað smakkar væl og kvikar eitt sindur upp í tí snimmu morgunstundini, men í ringasta føri verður tað mett sum ein óvani at sutla hetta svarta og beiska grumsið niður í seg.
Anja Sólstein, leiðari fyri nýggju espresso-barrin, Baresso, í SMS ætlar tað øðrvísi.
- Hetta er nógv meiri enn bara ein vanlig kaffistova,Vit leggja dent á at tey vitjandi fáa eina uppliving, sigur Anja Sólstein og skoytir upp í:
- Hvør kaffikoppur er eitt hondverk, ikki bara ein koppur av kaffi.
Umframt kaffi fæst eisini te, iceblend, drekkisjokuláta og ymiskir munnbitar afturvið.
Espressobarr eitt óskrivað blað
Baresso er ein av 14 nýggju handlum, sum letur upp í SMS á fyrsta sinni í morgin. Og hetta konseptið hevur ikki sæð dagsins ljós í Føroyum áður.
Tó hevur Baresso-ketan bert eini 6 ár á baki, hon varð sett á stovn í Danmark í 2000. Hetta hendi tá danska parið Inger og Kenneth Luciani vendi aftur til Danmarkar eftir at hava búð í millum annað Fjareystri í eini 20 ár. Hugtakið espressobarr er kent í flestu londum, men um okkara leiðir og í Norðanlondum í heila tikið er hugtakið framvegis nærum eitt óskrivað blað.
- Ein espressobarr er hvørki ein café ella ein matstova, men eitt stað har tú gert ein stuttan steðg, tekur time-out fyri at tosa við vinir ella starvsfelagar – ella bert fyri at løða battaríini upp aftur. Tað kann til dømis vera á veg til ella frá arbeiði, í morgunmatarsteðginum ella í frítíðini, ljóðar boðskapurin frá Baresso.
Víðari verður sagt á heimasíðuni hjá www.baresso.com:
- Tað er umráðandi at skapa eina atmosferu, ið er merkt av vinarligari tænastu og góðum kørmum fyri tí lítla time-out’inum hjá tí einstaka. Vit bjóða kundanum ein gróðrarblett saman við kaffi og løttum rættum við óvanliga høgari dygd. Vit skapa grundarlag fyri einum uppibornum andarúmi í gerandisdegnum, antin fólk eru til arbeiðis, strúka avstað við fullari ferð ella hava valt at njóta Baresso-vørurnar heima við hús.
Vørurnar kunnu takast heim við
Anja Sólstein sigur, at vørurnar sum fáast til keyps í Baresso eru eisini vørur, ið kunnu takast heim við og njótast heima.
- Flestu vørurnar fáast bæði at njóta á staðnum og til at taka heim við. Sjálvandi eru nakrar avmarkingar við at gera tað heima, tí vit brúka serligar maskinur og útgerð her á staðnum, og fólkini sum borðreiða hava serliga útbúgving. Men at taka heim við er so ein møguleiki afturat, sigur Anja.
Prísirnir hjá Baresso í Føroyum fylgja prísunum í Danmark, og til dømis kostar ein koppur av Kaffé-Latte 34 krónur.
Umframt kaffi, sum Anja kallar sálina hjá Baresso, fáast eisini djús og cola,vistfrøðiligir sólberjadrykkir, og um morgunin fæst morgunbreyð.
- Vit leggja dent á at hava eitt hugnaligt umhvørvi, og tað skal bæði vera pláss fyri hugdýping hjá einstøkum kundum, sum hava tørv á einum time-out, og fyri til dømis smærri fundum hjá starvsfólkum, sigur Anja Sólstein at enda.