Ein munur er kortini sjónligur. Meðan politikarar í øðrum londum seta skipanir í verk fyri at byrgja fyri ov stórum arbeiðsloysi, so tosa okkara politikarar so at siga bara um at spara. ?Samstundis hoyra vit okkara leiðandi búðskaparfrøðingar siga, at landskassin saktans tolir at hava undirskot í nøkur ár, og at ongin grund er til at seta tey stóru sparitiltøkini í verk.
Tað er umráðandi, at okkara politikarar lurta eftir serfrøðingum, sum í hesum føri eru búskaparfrøðingar. Sum støðan er vorðin í landinum mugu okkara politikarar – í eina tíð - leggja allan partapolitikk til viks, og í felag finna loysnir, sum skapa arbeiðspláss í landinum. ?Gera teir ikki tað, so mugu teir rokna við, at teir koyra ein stóran part av arbeiðsmegini út í arbeiðsloysi, og verða noyddir at gjalda teimum arbeiðsloysisstuðul. Men gloymi ikki, at ongin ynskir at ganga arbeiðsleysur, og at tað altíð vil loysa seg betur at aktivera fólk heldur enn at lata tey ganga fyri onki. ?Eg fari her at loyva mær at nevna eitt ítøkiligt dømi. ?Í fleiri ár hava røddir verið frammi um, at vit eiga at skifta okkara gamla havrannsóknarskip Magnus Heinason út við eitt nýtt. Tað er nokk ongin ivi um, at Magnus Heinason hevur tant fyri seg, og at tíðin er farin frá honum.
Tí átti tað at veri eitt gylt høvi hjá okkara politikarum, at skipa so fyri, at vit fáa eitt nýtt rannsóknarskip til okkara høvuðsvinnu. ?Mett verður, at eitt slíkt skip kostar millum 200 og 250 mió. kr. at byggja.?Sjálvandi skal nýggja havrannsóknarskipið byggjast í Føroyum. Leysliga mett kunnu vit siga, at tað tekur tvey ár at byggja skipið. Á henda hátt fáa umleið 150 føroyingar arbeiði í tvey ár. Av hesum kunnu vit rokna við, at 50–75 mió. kr. koma aftur í landskassan ígjøgnum skatt og avgjøld.
At fáa fígging til eitt slíkt skip er ongin trupulleiki, tað hava vit hoyrt fleiri dømi um í seinastuni. ?Tá Havstovan herfyri fylti 50 ár frættist, at ein gáva uppá 10 mió. kr. var latin Havstovuni at byggja nýtt havnrannsóknarskip fyri. Samanumtikið mugu vit siga, at fyri landskassan er ikki talan um stórar upphæddir, her fáa vit heldur nógv fyri lítið.?
Norð um fjall?Vit eru mong, sum eisini ráða okkara politikarum til at taka teir tiltiknu tunlarnar Norð um Fjall upp til nýggja viðgerð. Tá vit hugsa um, hvussu mong arbeiðspláss vit hava brúk fyri – eisini í Norðoyggjum - so tykist tað løgið, at leggja stórar millióna upphæddir í eina verkætlan, sum einans skapar arbeiði til einar 10-15 mans. Hesin peningur átti heldur at verið brúktur til aðrar verkætlanir í Norðuroyggjum, sum høvdu skapt nógv fleiri arbeiðspláss.?Í løtuni tikist tað sum um okkara politikarar eru falnir í fátt ella stríðast um bagatellir. Mín áheitan til teirra skal tí vera: Vælsignaði - kvinnur eins og menn á Føroya Løgtingi – vaknið og farið til verka. ??Tey ungu?Her er onki at bíða eftir, tað ræður um at fara til verka sum skjótast. Um onki verður gjørt kunnu vit rokna við, at stórur partur av teimum ungu rýma av landinum og koma ikki aftur.
Í hesum døgum verður tosað um at seta eina nýggja pensiónskipan á stovn í Føroyum. Tað er uppá tíðina at farið verður undir eina slíka skipan, men tað letur seg als ikki gera um tey, sum nú eru ung ikki fáa møguleika fyri at verða verandi í landinum. Uttan tey ungu fáa vit onga pesnsiónsskipan at virka.
Við vón um eina bjarta framtíð, ynski eg øllum eitt gott summar.