Fótbóltur
Tá ið føroyska landsliðið seinnapartin í morgin fer at ganga inn á vøllin, verður tað við málverjanum Jákupi Mikkelsen á odda. Síðani Óli Johannesen gavst á landsliðnum í juni í fjør, hevur Jákup verið liðformaður.
At Jógvan Martin Olsen valdi málverjan til liðformann var heilt upplagt. Jákup hevur longri enn nakar av hinum verið partur av landsliðnum, og hann hevur í allar mátar royndirnar og persónligu eginleikarnar, sum gera, at hann er upplagt val til álitissessin.
Eingin, sum kennir fryntliga og lítillætna málverjan, fer at skriva undir uppá, at hann hevur ælbogað seg fram. Tað liggur ikki til hansara. At hann nú er sjálvskrivaður oddviti er undirstriking av fínum menniskjaligum og fótbóltsligum dygdum og staðfesting av, at tolin trívst.
Nummar fýra á listanum
Í morgin fer Jákup Mikkelsen at verja føroyska málið fyri 60. ferð. Bara tríggir spælarar hava áður spælt so ofta á landsliðnum. Óli Johannesen eigur metið við 82 dystum. Jens Martin Knudsen hevur spælt 65 landsdystir, og Julian S. Johnsson hevur umboðað Føroyar 62 ferðir.
Tað eru meiri enn 20 ár síðani, at Jákup Mikkelsen fyrstu ferð var í landsliðsferðalagnum. Jákup er føddur 14. august í 1970, og hann var tískil júst fyltur 18, tá ið hann í fyrsta altjóða skrásetta landsdystinum hjá Føroyum – á útivølli ímóti Íslandi 24. august 1988 – var eykamaður hjá Jens Martini Knudsen.
Frá tí at Jákup var fyrstu ferð á beinkinum, og inntil hann fyrstu ferð vardi landsliðsmálið, gingu tað sjey ár. 2. juli í 1995 spældu Føroyar vinardyst í Íslandi (0-2), og tá var Jákup málverji. Nógvu tey fyrstu árini var Kaj Leo Johannesen, núverandi løgmaður, eykamaður hjá Jens Martini, og Kaj Leo vardi føroyska málið fýra ferðir. Jákup var aðru ferð á beinkinum 16. oktober í 1991, tá ið Føroyar taptu 2-0 í Landskrona ímóti Jugoslavia, og hann sat tólv ferðir á beinkinum, áðrenn hann í 1995 fekk høvi at vísa síni kynstur á landsliðnum.
Næstu árini styrkti Jákup støðugt um sína støðu í kappingini við Jens Martin Knudsen. Einar 25 ferðir í alt hevur Jákup trúgvur sitið á beinkinum, men nógvu tey seinastu árini hevur eingin ivi verið um, at fyrrverandi DM vinnarin við Herfølge er stinnasti føroyski málverjin. Tí verjir hann málið fyri 60. ferð í morgin.
Í teimum 59 landsdystunum, sum Jákup Mikkelsen hevur spælt, hevur hann 137 ferðir verið noyddur at fara í meskarnar eftir bóltinum. Men kortini hevur hann ofta verið roknaður at vera tann, sum hevur staðið seg best. Útlendskir landsliðsvenjarar hava fleiri ferðir havt á orði, hvussu góðan málverja føroyska liðið hevur havt.
Avrikini
Jákup hevur staðið seg framúr væl, tá ið Føroyar hava spælt ímóti eitt nú Týsklandi, Fraklandi og Italia. Størsta trýstið hevur ofta verið, tá ið mótstøðuliðið hevur verið úr Eystureuropa. Eitt tað besta avrikið yvirhøvur hjá málverjanum mundi tað vera, tá ið Føroyar 10. oktober 1998 megnaðu málleysan javnleik í Vilnius ímóti Litava. Serliga fyrsta hálva tíman, sum hyggjararnir heima í Føroyum tíverri ikki sóu orsaka av tekniskum breki, vísti málverjin framúr avrik. Ta ferðina var talan um sera minnisríka landsliðsferð, tí fýra dagar eftir javnleikin í Vilnius taptu Føroyar heilt tepurt 2-1 ímóti Skotlandi í Aberdeen, og aftur ta ferðina var málverjin sannur brandur.
Tað vóru avrik av hesum kalibrinum, sum tvey ár seinni vóru høvuðsorsøkin til, at Herfølge gjørdist danskur meistari, og síðani hevur Jákup verið fremsta orsøkin til, at B36 í 2005 gjørdist meistari. Eitt avrik, sum eisini bar við sær, at sum fyrsti málverjin yvir høvur kundi rópa seg ársins spælara.










