ikki verða so hart raktir, tá ið verkfall er. Hann vónar at tað kann gerast í samstarvi við fakfeløgini, men eydnast tað ikki, er hann sinnaður at tvinga tað ígjøgnum við lóg. Súni Selfoss sigur, at nú [...] Enn er stríðið ikki av. Tvørtur ímóti er tað bara byrjað. Tað sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum eftir semjuna leygarkvøldið ímillum pedagogarnar og arbeiðsgevararnar. Løgtingið hevði annars [...] í størsta álvara. So er spurningurin, hvat landsstýrismaðurin ætlar, og so taka vit tað haðani frá, sigur hann Ein slík skipan er gjørd fyri Strandferðsluna, at trygd er fyri, at Smyril siglur minst ein
Nú er endaliga avgjørt, at ætlanin um at leggja lestrarstuðulin um til lán, er slept. Tað ger Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum greitt, nú Løgtingið viðgerð fíggjarlógina fyri næsta ár. Spurningurin [...] hetta fór at beina fyri einum greiðum endamáli við útbúgvingarpolitikkinum seinastu nógvu árini. Og tað er at eggja føroyskum ungdómi at fara heimin runt at útbúgva seg. Men verður stuðulin lagdur um til [...] nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerðar, vil Fíggjarnevndin hava at vita frá landsstýrismanninum, hvussu verður við hesi ætlan. Bjørn Kalsø staðfestir, at ætlanin er viðgjørd av nýggjum, og at ongar
serstaka myndaheimi. -Magni teknar tað sum hann sær og leggur merki til. Hetta er kortini øðrvísi enn tað, sum fjøldin av fólki leggur merki til og sær. -Hann teknar tað sum er inni í rúminum, teknar linjurnar [...] Runavík er opin hesa vikuna aftrat. Hesar 24 myndirnar á framsýningini eru allar teknaðar við penni á pappír og síðani litaðar við vatnlitum. Tey, ið kenna til Magna siga, at stílurin hjá honum nú er eitt [...] meiri einfaldar, hava størri flatu og hava ikki so nógvar smálutir. Radiatorar og horn Magni er føddur í 1967 og er ættaður av Toftum. Hann hevur búð meginpartin av lívi sínum í Føroyum, men búleikaðist eitt
spæla alla tíðina nú. Tað fekk eg sjáldan í FCK. Heldur ikki tá ið eg var væl fyri. Har vóru so nógvir um boðið. Hvat er orsøkin til, at lív er komið í aftur spælið hjá tær? - Ein orsøk er, at venjingin hevur [...] og eg gleði meg at spæla dystir og serliga tann í síðsta umfarinum. Tað er fantastiska spennandi, og tað kennist eins hugaligt, sum tað var, tá ið vit í FCK stríddust um DM og í steypafinalum. Todi Jónsson [...] samstarvið, og tí er Todi hugaður fyri. - Eg havi givið teimum tað tilboðið, at eg kann halda fram, um tað fer at bera mær til at vera 2-3 dagar um vikuna saman við familjuni í Keypmannahavn. Tað ganga tveir
tvístøðu, tá ið talan er um kapping. – Er støðutakanin til kapping nú ymisk, alt eftir hvørjar vinnugreinar talan er um? Ella er tað ymiskt, alt eftir hvørjar fyritøkur talan er um, spyr fyrrverandi n [...] lag. Tað sigur Meinhard Jacobsen, fyrrverandi nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Men í hesum sambandi spyr hann eisini, hvør boðskapurin hjá Arbeiðsgevarafelagnum í roynd og veru, er. Tað, hann [...] , har tey vísa á, at tilfeingisgjald má ikki skalað kappingarførið og tí má tað roknast eftir einum vinningi, tá ið hann er staðfestur Tí mæla tey samgonguni til at ganga frá ætlanini um at selja fiskirættindi
– eitt fitt eygnabrá her, eitt líti skálkasmíl har – tað er gleðin. Eg elski mítt arbeið!!! – og hetta er tí eg havi valt at arbeiða vit børnum. Tað mangla ikki námsfrøðingar í føroyum fyri at tryggja góða [...] kallast pedagogisk assistentuddannelse. Hjálparfólkafelagið er eitt fagfelag fyri hjálparfólk, við og uttan útbúgving. Tað er ongin ivi um tað. Vit sum fakfelag sýggja fram til, at lesa hoyringsskriv. Og [...] millumbili.” Hetta er grundin til at vit hvørt á sýggja hópin av starvslýsingum frá landi og kommunu. Tær eru undirlagdar at siga okkum hjálparfólkum úr starvi, og lýsa tey leys. Nú er summarferian enda
á, at tað er møguleiki fyri eini semju. Er tann glottin ikki til staðar, so kunnu partarnir líka so væl sita heima, heldur Suni Schwarts Jacobsen. Í stuttum merkir tað, at tað í løtuni - tí tað kann ganga [...] semingsuppskotið, so er tað tí at hann ikki er nøgdur við tað. Men hvør var høvuðstrupulleikin? ? Høvuðstrupulleikin vóru tey bæði punktini um flokskvotientin og um lønina. Merkir tað so, at lønarvøksturin [...] fyri. Hvat merkir hetta fyri tykkum? ? Tað merkir í grundini tað, at verður verkfall, og tað fellur á ein próvtøkudag, so fellur tann próvtøkan burtur, og tað er bæði óneyðugt og ótrúliga keðiligt, sigur
Føroyum. Men tað er ein óskikkur at billa fólki inn, at lógarbroytingar fara at gera, at tey fáa grøna orku, tá mann als ikki er vísur í, at tað er tað sum fer at henda. Men enn meir enn tað, er tað at spæla [...] verður dýrari, tí privat feløg hava eittans endamál, og tað er at tjena pengar. Soleiðis er tað bara. Og tá er eingin ivi um, at eitt privat duopol er hvaðna verri enn alment monopol. Samgongan spælir hazard [...] arbeiðið at skilja SEV er snøgt sagt ikki nóg gott. Men kanska er tað júst tað, sum er meiningin. Tí hetta luktar langt vekk av politisku strategiini, ið higartil hevur verið at síggja hjá samgonguni, har
Tað kann ikki vera rætt, at tað skal verða dýrari hjá fólki at fáa eina íbúð frá Bústøðum í Havn enn tað verður á bygd. Tað heldur Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin - og hon er ikki einsamøll [...] álop á Havnina. Og nú Løgtingið viðger málið, sigur hon, at er »bekymrað« um tað, at munur verður gjørdur á miðstaðarøkinum og bygdunum. Men tað var hon ikki einsamøll um, tí bæði floksfelagið hennara á [...] sum samgongan ætlar at seta Bústøðum. Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum, er heldur ikki fegin um hetta, men hann sigur, at tað er ein neyðsemja í samgonguni, at hetta skal vera so.
Orsøkin er tann, at tað verður sagt frá eitt sindur av vindi í kvøld, og ættin er soleiðis, at tað kann fara at vera ivasamt, hvussu tað verður við fótbóltslíkindunum í Sarpugerði. Dysturin er útsettur [...] aftur hálvfinaluni eitt puss. Tað verður eingin fótbóltsdystur í Gøtu í kvøld. Tað hevur kappingarnevndin hjá FSF gjørt av í morgun. Talan er um seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið millum [...] Tað gongur illa at fáa seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið millum Víking og HB avgreidda. Fyrr í summar bríkslaði dómarin dystin av, tí tað var ikki veður at spæla, og nú spælir veðrið aftur