Sleppa ætlan um at gera tað verri hjá lesandi

Nú er greitt, at ætlanin hjá samgonguni at leggja lestrarstuðul um til lán, er endaliga slept

 

Nú er endaliga avgjørt, at ætlanin um at leggja lestrarstuðulin um til lán, er slept.

 

Tað ger Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum greitt, nú Løgtingið viðgerð fíggjarlógina fyri næsta ár.

 

Spurningurin um at lestrarstuðulin, heilt ella partvís, skuldi leggjast um til lán, hevur verið frammi av og á, eisini hjá undanfarnu.

 

Men undir hesari samgonguni varð ætlanin tikin framaftur og ein miðvís ætlan varð løgd fyri, hvussu hetta skuldi gerast

 

Samgongan fjaldi ikki, at endamálið er at tálma útreiðslunum til lestrarstuðul.

 

Í hesum sambandi var endamálið at stuðulin hjá teimum, sum lesa uttanfyri Norðurlond, skuldi partvís leggjast um til lán.

 

Fluttu tey lesandi ikki heim aftur eftir loknan lestur, skuldi lánið gjaldast aftur.

 

Men samgongan helt, at umframt at spara pengar, fór hetta eisini at eggja lesandi at flyta heimaftur eftir loknan lestur.

 

Eftir ætlan skuldi landskassin spara eina hálva millión næsta ár, eina millión í 2015, tvær milliónir í 2015 og síðani 2,5 milliónir í 2017 og 2018.

 

Hetta elvdi til hvassorðað mótmæli og páhaldið hjá nógvum var, at hetta fór at beina fyri einum greiðum endamáli við útbúgvingarpolitikkinum seinastu nógvu árini.

 

Og tað er at eggja føroyskum ungdómi at fara heimin runt at útbúgva seg.

 

Men verður stuðulin lagdur um til lán, fer føroyskur ungdómur at aftra seg við at fara út um norðurlond at nema sær útbúgving.

 

Men nakað síðani segði Bjørn Kalsø, at fyribils var hendan ætlanin slept.

 

Og nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerðar, vil Fíggjarnevndin hava at vita frá landsstýrismanninum, hvussu verður við hesi ætlan.

 

Bjørn Kalsø staðfestir, at ætlanin er viðgjørd av nýggjum, og at ongar ætlanir eru um at broyta nakað, hvørki næsta ár, ella í 2015, tá ið løgtingsval verður aftur. Og hann leggur afturat, at tað eru heldur ongar ætlanir um broytingar í 2016.