Vilja ikki hava at tað skal verða dýrari í Havn enn á bygd

Tinglimir taka ikki við tí, men hetta er ein neyðsemja í samgonguni

Tað kann ikki vera rætt, at tað skal verða dýrari hjá fólki at fáa eina íbúð frá Bústøðum í Havn enn tað verður á bygd. Tað heldur Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin  - og hon er ikki einsamøll um at hava hesa áskoðanina.

Løgtingið viðger eitt uppskot frá landsstýrinum við tí endamálið at Bústaðir skal kunna útvega fleiri íbúðir.

Eftir uppskotinum hjá landsstýrinum sleppa Bústaðir at læna 450 milliónir at byggja bústaðir fyri. 200 milliónir skulu brúkast til at byggja barnaheim, og aðrar almannagagnligar bústaðir fyri. Hinvegin skulu 125 milliónir brúkast til at  fíggja bústaðabygging í teimum økjum í landinum, har grundarlag ikki er fyri kapping við privatar fyritøkur. Og tær seinastu 125 milliónirnar skulu brúkast íbúðarbygging á vanliga bústaðamarknaðinum í økjum, har grundarlag er fyri kapping við privatar fyritøkur. Tað merkir í høvuðsheitum í Havn á Skálafjørðinum og í Klaksvík.

Og í hesum føri skal grunnurin virka undir somu treytum sum privatar fyritøkur og tað merkir at Bústaðir skulu hava størri avkast av íbúðunum enn nú. Nú Løgtingið viðger málið, varð upplýst, at stjórin í Bústøðum hava ført fram, at sostatt fer tað at verða eini 20 prosent dýrari at leiga frá Bústøðum í miðstaðarøkinum, enn tað annars hevði verið.

Tá ið Bústaðarpakkin varð lagdur fram, kallaði Annika Olsen, sum tá var borgarstjóri í Havn, hetta fyri eitt groft álop á Havnina. Og nú Løgtingið viðger málið, sigur hon, at er »bekymrað« um tað, at munur verður gjørdur á miðstaðarøkinum og bygdunum.

Men tað var hon ikki einsamøll um, tí bæði floksfelagið hennara á tingi, Christian Andreasen og aðrir tinglimir í samgongu og í andstøðu, gjørdu greitt, at teir taka ikki undir við, at munur verður gjørdur á bústaðarbygging á bygd og bý. Teir førdu fram, at hetta er eitt mál, sum tey fara at viðgera gjølliga í Trivnaðarnevndini, og Javnaðarflokkurin boðaði eisini frá, at tey fara at leggja eitt broytingaruppskot fram so at munur ikki verður gjørd á økjum í landinum. 

Eisini Tjóðveldi gjørdi vart við, at heldur ikki tey kunnu góðtaka kravið um avkast, sum samgongan ætlar at seta Bústøðum. Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum, er heldur ikki fegin um hetta, men hann sigur, at tað er ein neyðsemja í samgonguni, at hetta skal vera so.