– Eg skilji ikki rættiliga boðskapin frá Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Tað sigur Meinhard Jacobsen, fyrrverandi nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Men í hesum sambandi spyr hann eisini, hvør boðskapurin hjá Arbeiðsgevarafelagnum í roynd og veru, er.
Tað, hann sipar til, at nú ein dagin kom ein formlig fráboðan frá Arbeiðsgevarafelagnum, har tey vísa á, at tilfeingisgjald má ikki skalað kappingarførið og tí má tað roknast eftir einum vinningi, tá ið hann er staðfestur
Tí mæla tey samgonguni til at ganga frá ætlanini um at selja fiskirættindi í uppboði, tí vinnan má hava tryggar karmar í eitt áramál.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur fast við, at í fiskivinnuni mæla tey frá kapping, men tey mæla í staðin til, at vit fáa nakrar fáar reiðarar við fríum serrættindum og brandskatting, vísir Meinhard Jacobsen á.
– Hetta samsvarar ikki við støðutakanina í 2016. Tá gjørdu Articon og Sev eina avtalu um eina stóra útbygging á Sundi. Avtalan varð gjørd uttan útboð, og minnist meg rætt, vísti Føroya Arbeiðsgevarafelag tá á, at hetta var ikki skilagott. Felagið vildi hava, at arbeiðini skuldu bjóðast út í fríari kapping við fullum gjøgnumskygni, sigur hann.
– Hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki broytt støðu, má sigast, at hesi bæði dømini vísa, at felagið má hava minst eina tvístøðu, tá ið talan er um kapping.
– Er støðutakanin til kapping nú ymisk, alt eftir hvørjar vinnugreinar talan er um? Ella er tað ymiskt, alt eftir hvørjar fyritøkur talan er um, spyr fyrrverandi nevndarlimurin.
Hann vísir á, at Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir eisini á, at pakking er longu í fiskivinnuni, sum er.
– Í hesum sambandi verður víst til partrolaraflotan, sum at kalla allur hevur skift hendur, og hvussu nótaflotin hevur tillagað seg frá at vera 20 skip til nú at vera sjey skip.
Meinhard Jacobsen skilir tað soleiðis, at Føroya Arbeiðsgevarafelag vil geva hesari tillaging av flotanum æruna fyri nærum øllum framburðinum.
– Tað hevði verið áhugavert at Føroya Arbeiðsgevarafelag lýsti hetta páhaldið betri og vísti á, hvussu tillagingin hevur verið í nótaflotanum, síðani núverandi skipan byrjaði.
Útgangsstøði má vera 1994 tá ið núverandi skipan varð sett í verk, tí alt, sum var frammanundan, er óviðkomandi.
– Í 1994 vóru, mær kunnugt, seks nótaskip, nevniliga: Jupiter, Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu, Christian í Grótinum, Norðborg, Krúnborg og Esther, sum var ein frystitrolari.
– Í 2017 eru mær kunnugt sjey nótaskip, nevniliga: Jupiter, Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu, Christian í Grótinum, Norðborg, Fagraberg og Høgaberg.
Meinhard Jacobsen heitir tí á Arbeiðsgevarafelagið um at leggja prógv á borðið fyri, hvussu tey fáa tað til, at tað vóru 20 nótaskip, sum nú eru vorðin til sjey nótaskip.
Les meiri um sjónarmiðini hjá fyrrverandi formaðurin í Arbeiðsgevarafelagnum við at trýsta HER