NM FINALA Í FÓTBÓLTI
Tað er úr dalinum og upp á kambin. Klokkan fimm seinnapartin í dag fer Todi Jónsson saman við liðfeløgunum í Start at stríðast fyri at vinna NM í fótbólti. Tá ið danska kappingin fór í summarfrí í juni, var hann sáttmálaleysur, og 33 ára gamli veteranurin stóð fyri valinum at gevast at spæla á hægsta støði og at royna seg í vinnulívinum ella at royna á hægsta støði í eini 2-3 ár afturat.
- Síðsta árið í FCK var vónbrot. Tað var kanska størsta orsøkin til, at eg gjørdi av at geva fótbóltinum fyrsta prioritet eina ferð afturat. Eg ynskti ikki at enda sum ringvrak, og eg var heppin at fáa góða avbjóðing í Noregi, staðfestir Todi Jónsson úr Kristiansand.
Hóast tað hevur verið torført at samantvinna familjulívið og arbeiðið, so iðrar Todi seg ikki eina løtu um, at hann valdi at spæla í Start.
- Hvør tann einasti dagur her í Kristiansand hevur kenst sum próvtøka. Vit venja tveir tímar hvørja ferð, og eg havi ongantíð áður vant so hart, sum vit gera her. Eg haldi heldur ikki, at eg nakrantíð havi kent meg at vera betri fyri, enn eg geri í løtuni. Síðstu tíðina í Lyngby, áðrenn eg fekk brokkin í lærkrikanum at dragast við, var venjingarstøðan góð, og tá var eg meiri enn átta ár yngri enn nú. Men nú havi eg væl fleiri royndir, og mótsatt tíðini í FCK, so fái eg høvi at spæla alla tíðina nú. Tað fekk eg sjáldan í FCK. Heldur ikki tá ið eg var væl fyri. Har vóru so nógvir um boðið.
Hvat er orsøkin til, at lív er komið í aftur spælið hjá tær?
- Ein orsøk er, at venjingin hevur passað væl til mín. Ein onnur er, at eg - og nú vóni eg ikki, at eg taki munnin ov fullan - ikki hava verið skaðaplágaður, og so hevur tað havt stóran týdning, at venjarin hevur víst og vísir mær álit. Eg gleði meg at venja, og eg gleði meg at spæla dystir og serliga tann í síðsta umfarinum. Tað er fantastiska spennandi, og tað kennist eins hugaligt, sum tað var, tá ið vit í FCK stríddust um DM og í steypafinalum.
Todi Jónsson og Start hava tosað um møguleikan fyri at leingja samstarvið, og tí er Todi hugaður fyri.
- Eg havi givið teimum tað tilboðið, at eg kann halda fram, um tað fer at bera mær til at vera 2-3 dagar um vikuna saman við familjuni í Keypmannahavn. Tað ganga tveir og ein hálvur tími frá tí, at eg fari frá húsum her í Kristiansand, og inntil eg eri inni hjá mær sjálvum í Keypmannahavn, og eg kenni tað ikki sum byrðu at ferðast ímillum. Nú verður ikki hugsað um so nógv annað enn NM finaluna, men eg vóni, at tað fer at bera til at halda fram við samstarvinum. Venjarin og liðfelagarnir eru fínir.
Tað er greitt, at Todi skal halda fram í hvussu so er inntil 11. desember. Tá fer Start í vetrarfrí. Í november og fyrst í desember skulu teir saman við øðrum norskum og donskum og svenskum feløgum spæla í Royalu kappingini.
Fokus
Alla hesa vikuna hevur Kristiansand verið proppaður við fótbóltsrómi. Start hevur ikki vunnið NM síðani í 1980, og tá ið teir fyri einum ári síðani fluttu upp í Tippuliguna, var tað eingin, sum ímyndaði sær, at Todi og liðfelagarnir í dag skuldu hava møguleika at vinna meistaraskapin.
- Nógv pressa hevur verið til allar venjingarnar í hesi vikuni. Hósdagin vandu vit fyri síðstu ferð, og tá vóru tað eins nógv pressufólk, sum tað plagdu at vera, tá ið vit í FCK løgdu síðstu hondina á fyrireikingarnar at spæla móti Brøndby, staðfestir Todi Jónsson, sum í gjár hevði frí.
Síðani venjingina í fyrradagin hevur hann verið lítlan rennitúr. Annars hevur hann - soleiðis sum venjarin gav boð um hósdagin - hildið seg innandurða.
- Tað ber ikki til at ganga í býnum fyri fótbóltspráti. Venjarin hevur givið okkum boð um at halda okkum við hús og at hugsa um alt annað enn 4-3-3 og at lesa alt annað enn tað, sum pressan skrivar um okkum.
Hvussu hitar tú so upp til avgerandi dystin um NM?
- Eg eri einsamallur, so eg fari kanska ikki upp fyrrenn klokkan tíggju. Dysturin verður klokkan seks, og vit skulu møta tveir tímar frammanundan. Mær dámar væl at vera við hús í staðin fyri at fara á gistingarhús soleiðis, sum tað ofta verður gjørt, og í so máta er tað fyrimunur, at vit skulu spæla á heimavølli. Men dagurin fer við at fokusera upp á stóru uppgávuna. Tað ræður um sinniliga at vera trimmaður til avbjóðingina.
Hjá Toda kennist tað eitt sindur undarligt, at avgerandi uppgerðin um NM skal vera móti Fredrikstad, har Bora Zivkovic, sum hann kennir væl frá FCK tíðini, er í miðverjuni og harvið ein av beinleiðis mótstøðumonnunum hjá føroyinginum. Fyrsta sambandið hjá Toda til norskan fótbólt var júst Fredrikstad, men eftir at hann hevði hugsað seg um, varð sáttmáli skrivaður við felagið í Kristiansand.
- Start var oddalið tá, og eg kann ikki vera annað enn nøgdur við, at sáttmálin varð skrivaður við teir. Fredrikstad er í niðurflytingarvanda, og tí verður talan um sera torføra avbjóðing. Um vit skulu hugsa um NM, so er treytin, at vit fáa fulla úrtøku, og tað eiga vit at hava førleika at fáa. Men talan verður neyvan um nógv mál. Eg vænti eisini, at Vålerenga fer at vinna í Skien. Spurningurin er bara, hvussu nógv teir fara at vinna.
Tá ið Jákup Mikkelsen var í Molde, eydnaðist tað teimum at vinna silvurkrónur. Tað er møguleiki fyri, at Start og Todi Jónsson eisini fara at standa við silvurkrónum um hálsin í kvøld. Um tað eydnast at vinna gull, so verður tað fyrsta ferðin, at føroyskur spælari fer at vinna NM.
Millum teir berandi
43 ára gamli og karismatiski Start venjarin, Tom Nordlie, metir Toda Jónsson vera ein av týdningarmestu spælarunum, nú alt skal avgerast.
- Todi er avgjørt møguligur matchvinnari. Hann hevur verið átta ár í FCK, so hann veit, hvat tað snýr seg um, tá ið dystir og umfør av hesum slagnum eru á skránni. Fleiri av hinum spælarunum hava ikki hesar royndirnar, staðfestir Start venjarin.
Í norskum fjølmiðlum hevur í vikuni ikki so lítið verið gjørt við at sammeta tey bæði feløgini, sum kappast um NM - Vålerenga úr Oslo og Start úr Kristiansand. Tað er skjótt at staðfesta, at upphæddirnar, sum Vålerenga hevur goldið fyri spælararnar, og lønirnar, sum teir rinda spælarunum, eru væl hægri, enn tær eru í Start. Umstøðurnar í Vålerenga tykjast minna um tær í FCK, og tá ið Todi í norsku pressuni sammetir Start og FCK, so ger hann tað soleiðis:
- Uttan fyri vøllin er munurin sum millum Kristiansand og New York. Hetta skal kortini ikki skiljast negativt. Í FCK hava teir ráð til at keypa seg til teir spælararnar, sum teir vilja hava. Tað er ikki neyðugt hjá teimum at hugsa um, um spælararnir eru leysir av sáttmálum ella ikki. Start leitar spælarar upp, sum eru leysir av sáttmálum, og so verða spælararnir myndaðir soleiðis, sum teir vilja hava teir at vera tað. Hetta er positivt, og at tað kann røkka langt, ber støðutalvan boð um.