ársverk og tað er ikki so lítið tá til stykkis kemur. Gamal siður brotin Sum nevnt omanfyri, so er tað ein gamal siður sum nú verður lagdur á hyllina. Men hví er tað komið so langt. Søgan er í stuttum henda [...] sparingar kunnu gerast og hann er nú komin til eitt úrslit. Føroyska postútberingin kostar ? sammett við onnur lond ? nógv meir. Bústaðarmynstri er soleiðis háttað, at tað er dýrt at bera post út. Hetta kann [...] møguleika at fáa blaðið »í postinum«. Hvat bløðini fáa gjørt við tað er torført at siga nakað um í verandi løtu, tí boðini um at leygardagurin er strikaður komu til blaðleiðslurnar eftir at avgerðin var tikin
stovnað fyritøkur og nýggj tilboð til ferðafólk kring landið. Hesar kvinnur eru dømi um tað spírandi virksemi, sum er farið at vaksa saman við økta áhuganum fyri Føroyum sum ferðamáli. Innanlands ferðavinnan [...] at ferðafólk í Føroyum hava yvir 100 skipaðar ferðaleiðaratúrar og upplivingar at velja ímillum. Á samkomuni í Evensens Pakkhúsi í Havn fara tríggjar kvinnur at leggja fram um teirra leið inn í ferðavinnuna [...] árum síðani vóru fáir ferðaleiðaratúrar og skipaðar upplivingar til ferðafólk, ið koma til Føroya. Nú ber til hjá ferðafólkum at velja oman fyri 100 ymisk tilboð. Nýggir gistingarmøguleikar eru komnir
reinsast, pressast ? og tað mundi verða rár hending, at Maria ikki greiddi uppgávuna. Nú er Maria farin og við henni er lok lagt á eitt skeið í virkissøguni í Havn, hóast tað mangan verður lítismett, hendur [...] hendur kunna útinna, so loynist tað ikki, at saknur oftast ikki spyrst, fyrrenn fólkið er farið - í hesum føri handverkið, sum Maria greiddi. Maria verður saknað hjá skyldfólkum sínum, og teimum mongu sum [...] hendi uppgávur - og tað trúfesti hon altíð sýndi í verki sum í samveru við fólk. Frið lýsa vit yvir minnið um Mariu Olsen úr Innarstovu. jl.
dømir eru um, at griskir politikkarir fyri egnan vinnings skuld tosaðu til frama fyri onnur fólk, men lótust sum um teir gjørdu tað fyri at tæna sínum fólki. Søgunar dómur yvir hesi fólk er ikki mildur [...] at misskilja mótstøðupartin og so látast sum um tað var tað hann segði, er sera vanligt í politikki, men fyri tí eins skaðiligt fyri demokratiið. Tað er nú ikki bara í sambandi við politikkin millum Føroyar [...] Tá ið tú undrast um hesa ótrúligu semju millum danska og føroyska javnaðarflokkin, fært tú tað fjákuta svarið: »Tað er okkara demokratiski rættur at hava ta meiningina« ið altíð er tann sama, sum tann
hann við jørðina og gera parkeringspláss er ivaleyst loysnin, sum er bíligast. Fyri mær sær tað út sum um býráðið er farið í gongd við hesari loysnini við longu nú at gera skúlagarðin til parkeringspláss [...] fleiri árum síðani. Um Kommunuskúlin er ein so vánaligur skúli, at hann ikki hevur annað uppiborið enn at verða niðurlagdur, so kundi eg skilt støðuna hjá Býráðnum, men veruleikin er heldur hinvegin, at [...] Kommunuskúlin er ein av landsins bestu skúlum, tá tað snýr seg um næmingaúrslit. Henda støða kann sjálvandi broytast til tað verra, tá skúlin bert fær eina so neiliga viðgerð frá eigaranum. Tað er ov vánaligt
taka alsamt meira yvir í dystinum nú, og hava seinastu løtuna verið meira á bóltinum enn Víkingur. 67 minuttir: Tað hevur verið langt millum málmøguleikarnar í seinna hálvleiki, men nú var Trepca 89 nær [...] minuttir: So er annar hálvleikur byrjaður á Tórsvølli. Hjá liðunum báðum er talan um óbroyttar hópar, tí teir somu komu út til seinna hálvleik, sum fóru til hálvleiks. 45 minuttir, hálvleikur: Nú bríkslaði [...] Dysturin er á Tórsvølli móti meistarunum frá Kosovo, Trepca 89. Sum vant er, tá slíkir dystir eru á skránni, skrivar in.fo beinleiðis frá dystinum. Til ber at fylgja frásøgnini her. LIÐUGT: So er dysturin
regluliga vorðnar kunnaðar um gongdina í málinum. Álit um ætlanina Í løtuni arbeiðir bólkurin við at skriva eitt álit ella eina dispositión um verkætlanina, og ætlanin er, at álitið skal verða liðugt [...] kritikk hevur fingið, og einki er komið fram, sum hevur elvt til, at verkætlanin er vorðin minni áhugaverd. - Tað er heldur tvørtur ímóti, og vit eru minst líka sannførdir í dag um hesa ætlan, sum vit vóru tá [...] Vágatunnilin. Hann heldur, at tá ið álitið er skrivað og er lagt fyri kommunurnar við Skálafjørðin, er endamálið hjá bólkinum rokkið. - Tá kann avgerð takast um, hvussu farast kann víðari við hesi verkætlan
bleiv so avdúkað, at farið er undir at fyrireika eina íbúðarbygging á nøkulunda sama øki, sum meirilutin í undanfarna býráð ætlaði at fara í gongd við og gera til veruleika. Men, nú er vent í holuni hjá Eivin [...] hesi bygging. Hann sigur, at nú verður arbeitt miðvíst við teimum seinastu detaljunum um íbúðarbyggingina, og tá hetta er gjørt, sleppa borgarar og onnur áhugaði at kunna seg um verkætlanina. - Vit fara at [...] eru til taks viðhvørt, og tað er sera torført at fáa tak yvir høvdið, tí útboðið er so mikið avmarkað. - Í dag ivist eg onga løtu í, at ætlanin við teimum umleið 30 íbúðunum er rætta kósin, og tí vil eg sum
við tølum er møðandi at seta seg inní. Men tað sigur ikki so lítið, at í 2012 varð mett, at talið av falnum irakum var farið upp um 100.000 – og tað í einum NATO-kríggi, sum øll nú eru samd um bygdi á svartar [...] her koma vit aftur til Sjúrð og følsku fortreytirnar. Hann sigur, at NATO er ein verju samgonga – hetta er følsk tala. NATO er og hevur altíð verið ein krígseggjandi felagsskapur, sum hevur bygt á lygnir [...] undir við NATO-felagsskapinum og tí, sum hann stendur fyri, nú kríggið í Evropa tykist at harðna. Óneyðugt man vera at greiða frá søguni um NATO-felagsskapin, men tað mundi undrað mangan, at NATO ikki
nevndini fyri fýra mánaðum síðan, fegnast hann um, at eigarafeløgini hava stovnað eitt brúkarafelag, tí tað lættir um samskifti millum brúkarar og veitara. - Nú hava vit eitt felag, ið vit kunnu fara í dialog [...] komi heim úr Danmark, er at biðja um ein fund við brúkarafelagið og viðgera skrivið konstruktivt, sigur hann. Tað verður bíligari Í skrivinum vísir brúkarafelagið á, at fjarhiti er 17 prosent dýrari enn [...] maður er í nevndarformanssessinum. - Eg kann 100 prosent fylgja teimum í skrivinum, tá tey siga man er ein lukkaður stovnur. Tí eri eg takksamur fyri, at tey gera vart við seg. Vit skuldu langt síðan havt