Alt tað føroyingar vita um, er postur borin út leygardag í Føroyum. Hesum hava nógvar fyritøkur notið gott av, ikki minst bløðini. Hetta hevur verið ein gomul traditión so at siga, men sum so ofta, so standa tradtitiónir fyri falli og eftir 1. apríl komandi ár er henda traditión ikki longur til.
Leiðslurnar á Postverkinum og Postfelagnum eru nevniliga komin ásamt um, at leygardagurin ikki longur skal verða postútberingardagur, tí hann er ov dýrur.
Henda broyting fær tær avleiðingar fyri Postverkið, at tað kunnu sparast tað sum svarar til 37 ársverk og tað er ikki so lítið tá til stykkis kemur.
Gamal siður brotin
Sum nevnt omanfyri, so er tað ein gamal siður sum nú verður lagdur á hyllina. Men hví er tað komið so langt. Søgan er í stuttum henda.
Myndugleikarnir hava gjørt av at Postverk Føroya skal skipast sum eitt partafelag, sum eitt nú Føroya Tele er tað. Tað almenna Føroyar skal eiga partapeningin í partafelagnum, men hóast tað, so verður tað eitt krav, at nýggja »Postpartafelagið« skal hava yvirskot í framtíðini ? og yvirskot er ikki tað, sum hevur merkt postverksroknskapirnar í fortíðini.
Postverk Føroya hevur havt kroniskt undirskot og hevur fingið nógvar pengar á fíggjarlógini hvørt ár, men nú ætla myndugleikarnir, at hetta skal enda. Tí tá Postverkið gerst til eitt sjálvstøðugt partafelag verður almenni kassin latin aftur og ístaðin skal Postverkið lata yvirskot sítt í landskassan.
Nógvar sparingar
Men hvussu fær ein stjóri eina fyritøku at geva yvirskot, sum fyrr hevur givið stórt samanlagt undirskot.
Henda spurningin mann nýggi stjórin Bergur í Garði eisini hava sett sær sjálvum.
Nógv tann størsti posturin á rakstrarætlanini hjá Postverkinum eru lønirnar og tí er hesin posturin eisini tann sum tolir fyrstu sparingarnar.
Fyrstu tíðina eftir at Bergur í Garði varð settur í starv, sum stjóri á Postverkinum hevur hann brúkt til at finna út av hvussu hesar sparingar kunnu gerast og hann er nú komin til eitt úrslit.
Føroyska postútberingin kostar ? sammett við onnur lond ? nógv meir. Bústaðarmynstri er soleiðis háttað, at tað er dýrt at bera post út. Hetta kann Postverksstjórin ikki gera so nógv við, men hann kann broyta postútberingina og tað er júst tað hann hevur gjørt.
Í samráð við leiðsluna í Postfelagnum hevur hann gjørt av, at leygardagurin, sum burturav er tann dýrasti postútberingardagurin, verður niðurlagdur.
Á henda hátt er møguligt at spara eina rúgvu av pengum, sum eftir øllum at døma eisini verður neyðugt, um Postverkið bara skal yvirliva eitt ár, sum sjálvstøðugt partafelag.
Landsstýrismaðurin í samskiftismálum, Finnbogi Arge, hevur fingið ætlaninar fyrilagdar og hevur góðkent, at leygardagurin verður tikin »burturúr«, so at siga.
Gongur út yvir bløðini
Tað at broytingar verða gjørdar gongur í flestu førum út yvir onkran. Í hesum føri eru tað bløðini ? Sosialurin og Dimmalætting ? og ikki minni haldarar teirra, sum koma at bera prísin fyri at leygardagurin verður strikaður, sum útberingardagur og tað verður mett at verða sera óheppið
Aðrar dagar fara bløðini at koma í húsini sum vanligt, men leygardag verða tað bert tey, sum hava postboks, sum fara at hava møguleika at fáa blaðið »í postinum«.
Hvat bløðini fáa gjørt við tað er torført at siga nakað um í verandi løtu, tí boðini um at leygardagurin er strikaður komu til blaðleiðslurnar eftir at avgerðin var tikin. Og tað kemur dátt við. Fyrr hevur verið vanligt at kunna tosað um broytingar og avleiðingar av teimum, men hesaferð hoyrdist einki fyrr enn avgerðin var tikin og tað er ikki nøktandi
Eru í eini
torførari støðu
Formaðurin í Postfelag Føroya, Korintha Jarnfoss váttar fyri Sosialinum, at ein avtala er komin undir land, sum hon tekur til.
? Vit eru enn ikki farin í smálutir við málinum, men í stórum er avtalan komin upp á pláss. Avtalan kemur at merkja, at limir okkara fara eitt sindur niður í løn og at arbeiðsumstøðurnar verða øðrvísi, men soleiðis er sum oftast tá stórar umleggingar skulu gerast, sigur hon.
? Tað er sjálvandi keðiligt, at tað skal ganga út yvir bløðini, men tað var tann møguleikin, sum limir okkara vóru best nøgdir við. Vit hava tosað um at avtaka mánadagin, sum útberingardag, men tað vildu limirnir ikki, og tað er skilligt. Teir vilja hava frí, tá hini hava frí.
Limafundur var í Postfelagnum týskvøldið og har fekk nevndin í felagnum heimild til at arbeiða víðari við málinum. Korintha Jarnfoss sigur, at limirnir í Postfelagnum eru í eini torførari støðu. Postverkið skal umskipast til partafelag í nærmastu framtíð, og skal tað gerast eitt trygt framtíðararbeiðspláss, so er neyðugt, at verða opin fyri samstarvsmøguleikum, sum kunnu geva henda tryggleika.
? Men tað merkir samstundis, at limirnir longu nú mugu taka ein part av kostnaðinum. og tað verður galdandi fyri alt landið, sigur hon.
Broytingarnar koma sum nevnt í gildi tann 1. apríl næsta ár.