Maria á Reinsarínum, varð hon eisini nevnd, búði alla sína tíð hjá Pedda Post (J.P. Rubeksen) í Magnus Heinasonargøtu í Havn. Í desember 2001 fór hon á Ellisheimið, fyri fáum vikum síðan varð innløgd á Landssjúkrahúsið, og nú flutti hon heim. Maria var fødd í Vestmanna 6. mai 1919. Var eitt av systkinunum í stóra barnaflokkium hjá Siggu og Tummasi í Innarstovu í Vestmanna, 13 børn hevði Sigga átt.
12 ára gomul var Maria, tá hon á fyrsta sinni var í Havn hjá systrini Helgu, sum tá var gift Jens Peter Rubeksen, Pedda Post, vit róptu, konfirmerað 14 ára gomul, fór hon at vera arbeiðskona hjá systrini Helgu ? og har varð hon verðandi allar sínar virknu dagar, til hon fór á Ellisheimið. Tær vóru annars fleiri systrar, sum komu til Havnar at verða, Helga var arbeiðskona hjá Frants Restorff, og tá hon giftist, kom Olivia at avloysa, og varð verandi í húsinum hjá frú Linu Restorff, eisini hon flutti á Ellisheimið og andaðist fyri fáum árum síðan, 96 ára gomul. Hanna, sum var frisørdama, doyði bert 42 ára gomul. Um hesi systkin kann verða nevnt, at einans Helga, og systurin Fía, sum býr í Vestmanna, vóru giftar og hava eftirkomarar.
Tá Elin og Mourits, foreldur Pedda, vóru gomul, var Maria hjá teimum at vera. Eitt skifti var Maria eftirmiddagsgenta, sum tað róptist, hjá sakføraranum Christiansen, sum búði í Stórustovu á Hoydalsvegnum, mánaðarlønin tá var 20 krónur, og tað kom væl við. Seinni, í 1944, varð Maria avloysari á Reinsarínum í Tórsgøtu, tað gjørdist síðan lívsuppgáva hennara ? fyri mongum árum síðan varð Maria ánarin og rakstrarleiðarin av Reinsarínum. Undir skiftandi umstøðum var Maria før fyri at endurnýggja hesa fyritøku, sum fólk leitaðu til, tá klædnapløgg- og lutir skuldu reinsast, pressast ? og tað mundi verða rár hending, at Maria ikki greiddi uppgávuna.
Nú er Maria farin og við henni er lok lagt á eitt skeið í virkissøguni í Havn, hóast tað mangan verður lítismett, hendur kunna útinna, so loynist tað ikki, at saknur oftast ikki spyrst, fyrrenn fólkið er farið - í hesum føri handverkið, sum Maria greiddi.
Maria verður saknað hjá skyldfólkum sínum, og teimum mongu sum trygg lótu henni upp í hendi uppgávur - og tað trúfesti hon altíð sýndi í verki sum í samveru við fólk.
Frið lýsa vit yvir minnið um Mariu Olsen úr Innarstovu.
jl.









