Víkingur hevur fingið gott útgangsstøði

Víkingur vann fyrru Champions League uppgerðina móti Trepca 89 úr Kosovo

Víkingur spælir í kvøld fyri fyrstu ferð í søgu felagsins í Champions League fótbólti. Dysturin er á Tórsvølli móti meistarunum frá Kosovo, Trepca 89.

 

Sum vant er, tá slíkir dystir eru á skránni, skrivar in.fo beinleiðis frá dystinum.

 

Til ber at fylgja frásøgnini her.

 

 

LIÐUGT: So er dysturin á Tórsvølli liðugur millum Víking og Trepca 89, har Víkingur vann dystin 2-1. Sum heild var talan um ein rímiliga javnan fyrra hálvleik, meðan Víkingur fullkomiliga tók yvir leikliga í seinna hálvleiki. Í fyrra hálvleiki var tað Gunnar Vatnhamar, ið legði Víking á odda, men fimm minuttir fyri hálvleik eydnaðist tað Trepca 89 at javnað. Tá eitt gott korter var eftir av dystinum, skoraði Adeshina Lawal avgerandi málið í dystinum, tá hann kom at standa væl fyri eftir innlegg frá Gunnari Vatnhamar. Talan var um uppibornan sigur til Víking. 

 

90 minuttir: Beint ímóti leikgongdini var nú um reppið at Trepca 89 javnaði til 2-2. Men tíbetur fyri Víking fór skallarin hjá teimum á yvirleggjaran. Dómarin hevur lagt tríggjar minuttir afturat vanligu leiktíðini, og júst nú kemur Jákup V. Olsen á vøllin fyri Gunnar Vatnhamar, sum hevur biðið um at vera skiftur út. Gunnar Vatnhamar hevur annars bæði skorað og lagt upp til mál fyri Víking í dag, og hevur verið eyðsýndur.

 

89 minuttir: Sølvi Vatnhamar brendi nú ein risa møguleika, sum helst hevur verið tann størsti í dystinum. Hann slapp púra fríur móti málverjanum, sum tó bjargaði skotinum hjá Sølva Vatnhamar.

 

86 minuttir: Víkingar kenna seg snýttar fyri brotsspark, nú málverjin hjá Trepca 89 boksaði Sølva Vatnhamar í andlitið.

 

82 minuttir: Eftir at Víkingur hevur lagt seg á odda 2-1, hevur Víkingur fingið fullkomiligt tamarhald á dystinum. Tað liggur meira eitt 3-1 mál í luftini heldur enn eitt 2-2 mál. Víkingur ger nú sína fyrstu útskifting. Heðin Hansen kemur á vøllin fyri Sorin Anghel. Hetta er fyrsti dysturin hjá Heðin Hansen fyri Víking í ár.

 

MÁÁL, 2-1 til Víking, Adeshina Lawal, 73 minuttir: So er Víkingur á odda 2-1 á Tórsvølli móti Trepca 89. Málið kom eftir gjøgnumbrot í høgru síðu hjá Gunnari Vatnhamar, sum smekkaði bóltin innfyri, har Adeshina Lawal stóð á rætta staðnum og stýrdi bóltin í málið. Trepca 89 ger eftir málið sína seinastu útskifting, tá liðskiparin, Shpetim Idrizi fer út, meðan Kushtrim Lusktaku kemur á vøllin fyri hann.

 

72 minuttir: Gestirnir úr Kosovo hava hug til at taka alsamt meira yvir í dystinum nú, og hava seinastu løtuna verið meira á bóltinum enn Víkingur.

 

67 minuttir: Tað hevur verið langt millum málmøguleikarnar í seinna hálvleiki, men nú var Trepca 89 nær við. Teir royndu seg við langskoti, sum Elias Rasmussen akkurát fekk hildið.

 

60 minuttir: So ger Trepca 89 sína aðru útskifting í dag. Út fer áleyparin John Oto John, og inn fyri hann kemur Odi Henry Chibuze. Støðan er framvegis 1-1.

 

55 minuttir: Víkingur er komið væl frá byrjan í seinna hálvleiki, og í tveimum førum hevur verið um reppið at víkingarnir eru komnir til stórar málmøguleikar. Í fyrra førinum miseydnaðist avgerandi avleveringin hjá Filip Djordjevic, meðan Sølvi Vatnhamar í seinna førinum ikki reiðiliga fekk skot á.

 

50 minuttir: Víkingarnir tykjast at leggja eitt sindur meira fyri her frá byrjan í seinna hálvleiki. Higartil eru teir byrjaðir væl.

 

46 minuttir: So er annar hálvleikur byrjaður á Tórsvølli. Hjá liðunum báðum er talan um óbroyttar hópar, tí teir somu komu út til seinna hálvleik, sum fóru til hálvleiks. 

 

45 minuttir, hálvleikur: Nú bríkslaði estlendski dómarin, Juri Frischer, til hálvleiks. Støðan í hálvleikinum er 1-1 javnleikur. Fyrst var tað Víkingur, ið legði seg á odda 1-0 tá 17 minuttir vóru leiktir, men gott og væl fimm minuttir áðrenn hálvleik eydnaðist tað Trepca 89 at javna, hóast tað ikki lá í kortunum leikliga. 

 

45 minuttir: Í seinasta sparkinum í fyrra hálvleiki var um reppið at Víkingur legði seg á odda 2-1. Ella teir fingu bóltin í málið, men málið var kolldømt fyri rangstøðu. Málið kom eftir fríspark frá Hanusi Jacobsen, har Sorin Anghel var fyrstur á retur bóltinum. Men tíverri fyri Víking, var Sorin Anghel rangstaddur.

 

MÁÁL, 1-1, Fiton Hajdari, 39 minuttir: Hóast Víkingur hevur havt gott tamarhald á, eydnaðist tað nú Trepca 89 at javna. Við lumpisligum langskoti, var tað Fiton Hajdari, ið legði bóltin í málhornið aftanfyri Elias Rasmussen.

 

37 minuttir: Trepca 89 ger longu sína fyrstu útskifting. Nummar 6, Lapidar Lladrovci, noyðist skaddur av vøllinum og inn í hansara stað kemur ístaðin nummar 17, Ylber Maloku.

 

35 minuttir: Víkingur hevur rættuligt tamarhald á í dystinum móti Trepca 89. Tað er sjáldan vandamikið tá liðið frá Kosovo fer í álop, har teir fyri tað mesta royna seg við langskotum. Víkingur spælir tó ógvuliga kontrollerað, har tað ikki verður lopið óneyðuga nógv á.

 

28 minuttir: Nú vóru gestirnir úr Kosovo vandamiklir eftir skjótálop. Tað endaði við at áleypari teirra, John Oto John, kom at renna einsamallur móti Atla Gregersen, sum hann slapp framvið. Men Víkinga málverjin, Elias Rasmussen, kom væl út úr málinum og bjargaði. 

 

24 minuttir: Víkingur hevur rímiliga gott tamarhald á dystinum nú eftir at teir eru komnir á odda. Trepca 89 hevur higartil roynt seg við tveimum langskotum aftaná málið hjá Víkingi, sum tó hava verið langt omanfyri málið hjá Eliasi Rasmussen.

 

MÁÁL, 1-0 til Víking, Gunnar Vatnhamar, 17 minuttir: So hevur Víkingur lagt seg á odda 1-0 á Tórsvølli móti Trepca 89. Eftir innlegg frá Hanusi Jacobsen úr vinstru síðu, var tað Gunnar Vatnhamar, ið kom at standa væl fyri í brotssteiginum hjá Trepca 89, har hann stútaði bóltin í netið. Men tann sum átti størst æru í málinum var annars Filip Djordjevic, ið leingi dribblaði við bóltinum móti mótstøðuliðnum.

 

15 minuttir: Tað er framvegis 0-0 á Tórsvølli millum Víking og Trepca 89, har tað gongur javnt fyri seg. Liðini skiftast um at vera á bóltinum, og higartil er tað blivið til ein stóran málmøguleika í part. 

 

7 minuttir: Nú var um reppið at Víkingur legði seg á odda í hinum endanum. Eftir hornaspark var Gert Hansen serstakliga nær við, men á veg inn í málið rakti hann ein viðleikara úr Víkingi.

 

5 minuttir: Tað hevur bylgjað eitt sindur aftur og fram fyrstu løtuna, men mest naskir hava mótstøðuliðið úr Trepca 89 verið. Í teirra høgru síðu var í áðni um reppið at Trepca 89 legði seg á odda 1-0.

 

 

Teir sum byrja fyri Víking í dag eru:

Elias Rasmussen – Gert Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Gunnar Vatnhamar, Sølvi Vatnhamar, Fróði Benjaminsen, Sorin Anghel, Filip Djordjevic – Adeshina Lawal