Eitt lítið bil úr Runavík til Havnar

Gongst, sum Símun Johannesen á Toftum ímyndar sær, verður størsta frambrot innan samferðslu í Føroyum veruleiki á ólavsøku ár 2010. Saman við Martini V. Heinesen, jarðfrøðingi, Niclasi Foldbo, verkfrøðingi og Tummasi Eliasen, stjóra, hevur Símun seinastu árini arbeitt við at seta út í kortið eina tunnilsætlan, sum skal binda saman Skálafjørðin og Suðurstreym. Beint eftir ársskiftið verður álit ella ein dispositión latin kommununum við Skálafjørðin um hesa Føroya størstu tunnilsætlan

Frambrot

Enn er sjálvsagt ógjørligt at siga, nær ein so stór og umfatandi verkætlan kann gerast veruleiki, tí hetta avhongur av so nógvum ymiskum viðurskiftum. Tí er dreymurin hjá Símuni fyribils bara ein dreymur, og hann hevur hug at taka seg aftur í tí, hann hevur sagt um tíðarbilið. Enn hevur bólkurin sjálvsagt ongan møguleika at áseta eitt neyvt áramál fyri hesa verkætlan, tí ein slík avgerð liggur í fyrsta lagi hjá myndugleikunum í Føroyum og síðan hjá teimum, sum skulu fíggja verkætlanina.
Tað var 18. februar í fjør, at bólkurin við Símuni, Martini, Niclasi og Tummasi legði fram ætlanina á fundi á Svangaskarði á Toftum. Stórur áhugi var fyri fundinum, og nógv fólk nýttu høvi at lýða á. Bólkurin, sum er ein áhugabólkur, ið hevur arbeitt við hesum málinum í síni frítíð, arbeiðir í neyvum samstarvi við kommunurnar við Skálafjørðin, og hesar hava eisini rindað eitt sindur av peningi til útreiðslur í samband við kanningar og ymiskar vitjanir. Afturfyri eru kommunurnar, sum soleiðis standa aftanfyri áhugabólkin, regluliga vorðnar kunnaðar um gongdina í málinum.

Álit um ætlanina

Í løtuni arbeiðir bólkurin við at skriva eitt álit ella eina dispositión um verkætlanina, og ætlanin er, at álitið skal verða liðugt beint eftir ársskiftið.
Símun sigur, at í fyrsta lagi verða kommunurnar, sum standa aftanfyri ætlanina, kunnaðar um álitið ella dispositiónina, og síðan verður sett út í kortið, hvussu farast skal víðari.
- Tað eru vit, ið hava gjørt hetta "konseptið", sum í fyrsta lagi byggir á ferðslutøl hjá Landsverki og tøl hjá P/F Vágatunlinum.
Hann vísir á, at ferðslutíttleikin, sum verður millum Skálafjørðin og Suðurstreym, er saman við íløguni og rakstrinum av tunlinum avgerandi fyri møguleikunum fyri fígging.
- Í ætlanini, sum varð løgd fram á Toftum fyri skjótt tveimum árum síðan, høvdu vit lagt 30% omaná prísirnar fyri Vágatunnilin. Nú býráðið í Havn arbeiðir við nýggjari innkoyring til býin, er líkt til, at ætlaði tunnilin verður eitt sindur longri, men hetta broytir ikki verkætlanina og lønsemi í henni stórvegis. Upprunaliga modellið var ein fígging av tunlinum yvir 15 ár, men hugsandi er, at fíggingin verður yvir eitt sindur longri áramál.
Símun sigur, at eitt tunnilssamband millum Skálafjørðin og Suðurstreym verður í kapping við farleiðina, sum longu er millum Eysturoy og Streymoy, og tí er avgerandi, at prísurin fyri at koyra gjøgnum tunnilin ikki verður ov høgur.
Sambært áður framløgdu ætlan, varð roknað við, at tað fer at kosta einar 40-50 krónur at koyra úr Eysturoynni og inn á meginøkið - alt eftir, um koyrt verður eystaru-ella vestarumegin av Skálafjørðinum.
- Nýggju metingarnar siga, at tunnilin verður einar 9-10 kilometrar langur tilsamans.

Vóru ikki av leið

Símun sigur, at nógv er hent, síðan framløgufundin á Toftum, og eitt nú eru viðurskiftini við ferðsluni og íløguni annars nógv betur kannað í dag.
- Kortini vísir tað seg, at vit vóru ikki langt av leið í okkara fyrsta uppleggi, leggur hann dent á.
Hann sigur, at bólkurin ongan fakligan kritikk hevur fingið, og einki er komið fram, sum hevur elvt til, at verkætlanin er vorðin minni áhugaverd.
- Tað er heldur tvørtur ímóti, og vit eru minst líka sannførdir í dag um hesa ætlan, sum vit vóru tá.
Símun sigur, at bólkurin hevur leitað sær sakkøna hjálp uttanlands, og eitt nú hevur stjórin fyri tunnlinum um Hvalfjørðin í Íslandi vitjað í Føroyum, og teir hava havt vitjanir úr Noregi.
- Her hava vit fingið ymisk data, sum vit hava brúkt í okkara arbeiði.
Bólkurin samstarvar eisini við ráðgevingarfeløg uttanlands, eins og følari er úti hjá fíggingarfeløgum, sum fyribils hava sagt seg halda, at verkætlanin sær áhugaverd og lovandi út.
- Áðrenn endalig støða verður tikin til, hvussu tunnilin skal leggjast, er sjálvsagt neyðugt við neyvari yvirlitskanningum av jarðfrøðini í havbotninum, men vit hava tær kanningar, sum Landsverk í sínari tíð gjørdi á økinum, og tær geva eina ábending um, hvussu undirgrundin er.
Símun sigur, at verkætlanin væntandi fer at kosta einar 585 miljónir krónur, men tá er sum nevnt 30% lagt omaná prísin, sum tað kostaði at byggja Vágatunnilin.
Hann heldur, at tá ið álitið er skrivað og er lagt fyri kommunurnar við Skálafjørðin, er endamálið hjá bólkinum rokkið.
- Tá kann avgerð takast um, hvussu farast kann víðari við hesi verkætlan við tí endamáli at fremja hana í verki, sigur Símun.
Tríggir møguleikar

Tríggir møguleikar hava verið frammi um tunnilssamband millum Skálafjørðin og Suðurstreym.
Ein møguleiki er, at tunnilin, sum kemur úr meginøkinum, deilir seg í tvey, tá ið hann nærkast Skálafjørðinum, við eini rundkoyring, har ein endi fer upp á Strondum og ein annar í Nes kommunu. Annar møguleikin er, at tunnilin kemur upp á Strondum og síðan heldur fram yvir á eystara armin. Triðji møguleikin er, at tunnilin úr meginøkinum kemur upp í Nes kommunu og síðan heldur fram yvir á Strendur.
Símun er varin, tá ið vit spyrja hann, hvønn møguleika bólkurin sær sum hin besta, men hann væntar, at teir fara at mæla til eina av hesum trimum møguleikunum.
Spurdur, um hann framvegis trýr uppá hetta størsta frambrot innan samferðslu í Føroyum, sigur Símun Johannesen at enda:
- Ja, tað geri eg so avgjørt, og eg eri ógvuliga spentur uppá, hvussu hetta málið kemur at taka seg út. Tað er sum nevnt einki í okkara kanningararbeiði, sum hevur gjørt, at mín trúgv á hesa verkætlan er vorðin veikari, sigur hann.