Jarðarferð Kommunuskúlans

Nú Tórshavnar Býráð við Heðin Mortensen á odda hevur samtykt at skúlagarðurin í Tórshavnar Kommunuskúla skal nýtast til parkeringspláss, hava býráðslimir tikið eitt stig aftrat í ætlanini at niðurleggja Kommunuskúlan.

Eg undrist ferð eftir ferð á hvat tað er, sum ger, at Tórshavnar Býráð hevur sovorðið fortreð av skúlanum, at allar snildir verða nýttar til at niðurleggja hann. Hølisviðurskiftini og onnur viðurskifti hjá skúlanum verða gjørd so ótolandi, at endaliga loysnin bert kann verða ein niðurlegging og burturbeining av Kommunuskúlanum. Í summar var tann stóri bygningurin stongdur, tí eigarin ikki hevði syrgt fyri nóg góðum viðlíkahaldi við teirri fylgju, at skúlabygningurin var kolldømdur av heilsu- og arbeiðsmyndugleikum. At støðan í bygninginum var so vánalig vóru ikki nýggj tíðindi, starvsfólk, næmingar og foreldur teirra hava gjørt vart við hesi viðurskifti fyri fleiri árum síðani.
Um Kommunuskúlin er ein so vánaligur skúli, at hann ikki hevur annað uppiborið enn at verða niðurlagdur, so kundi eg skilt støðuna hjá Býráðnum, men veruleikin er heldur hinvegin, at Kommunuskúlin er ein av landsins bestu skúlum, tá tað snýr seg um næmingaúrslit. Henda støða kann sjálvandi broytast til tað verra, tá skúlin bert fær eina so neiliga viðgerð frá eigaranum.
Tað er ov vánaligt, at Tórshavnar Býráð ikki kann koma við einari greiðari útmelding hvør ætlanin er við Tórshavnar Kommunuskúla. Eg haldi, at vit borgarar í Tórshavn hava krav upp á at vita hvørja støðu Býráðið hevur. Næmingarnir í skúlanum hava eisini krav upp á vita hvat hendir við teirra skúla. Foreldur, sum hava børn í Kommunuskúlanum hava so sanniliga eisini krav upp á, at vita hvør framtíðin hjá skúlanum verður. Vit eru øll greið yvir, at næstan líkamikið hvør loysnin verður so kemur hon at kosta nógvar pengar.
Skal býráðið umvæla tann stóra bygningurin, so hann kemur í nýtiligan stand aftur og líkur øll nútíðarkrøv, kemur tað at kosta nógvan pening og vit fara framvegis, at hava ein gamlan bygning. Skal býráðið ríva bygningin niður og byggja nýggjan nútíðar skúlabygning upp aftur, so kemur eisini tað at kosta nógv. At ríva bygningin niður, javna hann við jørðina og gera parkeringspláss er ivaleyst loysnin, sum er bíligast. Fyri mær sær tað út sum um býráðið er farið í gongd við hesari loysnini við longu nú at gera skúlagarðin til parkeringspláss. Eg noyðist tó at gera býráðslimir vart við at har ganga framvegis einir 200 næmingar í Skúlanum í Kongagøtu og teim 6 barakkunum í grannalagnum, hesir næmingar skulu nú víkja frá teirra spæliplássi fyri parkeraðum bilum.
Til seinast vil enn einaferð heita á Tórshavnar Býráð at koma við einari greiðari útmelding um hvat skal henda við Tórshavnar Kommunuskúla. Um tit ikki eru førir fyri tí, so er tað eisini ein støða at taka, men dirvið er ikki í henni.
Vit skulu kanska fyrireika okkum upp á Jarðarferð Kommunuskúlans